mánadagur 12. september 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
Sosialurin
Randi Jacobsen
Leygardagin var limafundur í
Sosialráðgevarafelag Føroya.
Hetta var ein opin fundur, sum
bæði aðrir sosialráðgevarar og
lesandi vóru við til.
Á skránni var m.a. fráboð
aða samanleggingin av Al
mennastovuni og Nærverk
inum.
Evnið hevði stóran áhuga,
ti tað møttu 25 fólk á fundin
um.
– Meirlutin av sosial
ráðgevarunum helt, at tað
verður fleiri fyrimunir enn
vansar við at leggja sam
an, sigur Sjúrður Johanne
sen, formaður í Sosialráð
gevarafelag Føroya.
Størsta fyrimunin halda
tey vera, at tað verður gott
fyri borgaran bara at hava ein
stovn at venda sær til, eina
hurð at fara inn ígjøgnum.
Vilja upp í arbeiðið
Sosialráðgevararnir
søgdu
greitt, at teir fegnir vilja gera
sítt til at fáa samanløgdu
stovnarnar at virka, men tað
krevur, at teir sleppa upp í
fyrireikandi arbeiðið. Teir
halda eisini, at verða fak
fólkini hoyrd, slepst undan, at
fleiri mistøk verða gjørd. Tað
er neyðugt, fyri at borgarar
ikki detta niðurímillum.
Men hóast meirlutin av
sosialráðgevarunum
tekur
undir við samanleggingini,
kemst ikki uttan um, at fleiri
teirra eru ørkymlaðir av
vantandi kunningini, sum
hevur verið verri í Nær
verkinum enn á Almanna
stovuni.
Ætlanin ikki lýst
Sjúrður Johannesen finst eis
ini at vantandi kunningini.
Einki hevur verið gjørt við at
stinga út í kortið og at kanna
fyrimunir og vansar.
– Hesin mátin hevur
skapt sera stóran ótrygg
leika í umsitingi. Tað er ikki
so nógv galdandi fyri sosial
ráðgevarar sum fyri onnur
í umsitingunum. Sum ein
málbar seg á fundinum: Tað
er vandamikið at rysta í eina
so stóra skipan, tí tá fer alt
at vagga, og borgarin rindar
prísin, sigur Sjúrður Jo
hannesen.
Starvsfólk rýma
Hann veit, at ótryggleikin
hevur fingið fleiri starvsfólk
bæði á Almannastovuni og í
Nærverkinum at skifta starv.
Fleiri dugnalig fólk hava
longu sagt upp og funnið sær
annað starv.
Sjúrður Johannesen held
ur sum formaður í felagnum
tað vera løgið, at ikki meira
orðskifti hevur verið um
samanleggingina. Hetta eru
tveir stovnar, sum fáa størstu
játtanirnar á fíggjarlógini.
Brúkararnir eru nógvir, og
starvsfólkini út við 1700.
Ein grundgeving fyri at
leggja stovnarnar saman er
at spara.
–
Tann
grungevingin
heldur í hvussu er ikki, men
tað verður kanska lættari
fyri borgaran at hava ein
stovn at venda sær til, og tað
verður kanska lættari hjá
starvsfólkunum, sum nú eru
á Almannastovuni, at beina
mál víðari í skipanini, sigur
Sjúrður Johannesen.
Heldur nýggjan stjóra
Hann heldur tað verður
skeivt,
at
Almannaráðið
ætlar at siga øðrum stjóran
upp, hin skal verða stjóri
á samanlagda stovninum.
Hann heldur, tað hevði verið
rættari at sett ein nýggjan
stjóra og latið verandi stjórar
verið ráðgevar. Annars fær
samanleggingin
slagsíðu
heldur hann.
Ergoterapeutarnir
hava
eisini spurt, um tað ikki er
eitt nýtt stjórastarv, tá ið
tveir stovnar verða lagdir
saman. Almannamálaráðið
hevur svarað greitt, at starvið
ikki verður lýst leyst.
– Vit sosialráðgevarar vilja
fegnir vera við í arbeiðinum
við at leggja stovnarnar
saman, og tað skal gerast á
ein hátt, so fyrst og fremst
verður hugsað um borgaran,
sigur Sjúrður Johannesen.
randi@sosialurin.fo
Starvsfólk rýma
undan samanlegging
Sosialráðgevarnir eru sinnaðir at fáa tað besta burturúr fyri borgaran at leggja
Almannastovuna og Nærverkið saman, men vantandi kunningin serliga í Nærverkinum hevur
skapt ótryggleika, sigur Sjúrður Johannesen, formaður í Sosialráðgevarafelag Føroya
Sjúrður Johannesen, formaður í Sosialráðgevarafelag Føroya heldur tað vera løgið, at einki orðaskifti er um samanleggingina av tveimum so stórum stovnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Ársins
virki fyri
12. ferð
Endamálið við hes
um er at menna
vinnuligan hugburð
og økja um virð
ingina fyri vinnuni
hjá myndugleikum
og borgarum. Enda
málið er eisini at
geva virkjum, sum
á
einhvønn
hátt
hava klárað seg væl,
eitt herðaklapp og
treysti til at halda
fram á somu kós.
Ársins
virki
hava higartil ver
ið Havsbrún, Tórs
havnar Skipasmiðja,
Vónin,
Vaðhavn,
Reyni Servise, Faroe
Marine
Products,
Thor, Eik Banki,
Articon, Bakkafrost
og Tavan.
Ársins
Virki
hevur verið kosið á
hvørjum ári, með
an
Ársins
Átak
hevur verið kosið,
tá mett hevur ver
ið, at fyritøka ella
persónur hava gjørt
eitt serligt átak, ið
kann gagna vinnu
ligum
framburði.
Hetta kann vera
eitt einkult átak,
men
kann
eisini
vera arbeiði, sum er
gjørt í longri tíð.
Tey, sum higartil
eru heiðrað sum
ársins
átak,
eru
North Atlantic Fish
Fair, Teitur Lassen,
Formula.fo,
Total
View, Atlantic Air
ways (sáttmálin við
Aker Stord), Fariga
Seafood,
Vinnu
vitan,
Decition3,
Tórshavnar
Mat
festivalur og Vilt í
Suðuroy.
V i n n a r a r n i r
verða avdúkaðir í
Norðurlandahús
inum 30. september.
Umframt heiðurin
fær
Ársins
Virki
eina serliga stand
mynd, ið er gjørd
til endamálið, sum
gávu frá Føroya Ar
beiðsgevarafelag.
Talan er um eina
standmynd stoypta
í bronsu. Fyri Ársins
Átak verður latin ein
minni standmynd,
sum er eitt V úr stáli
við
búmerkinum
hjá Føroya Arbeiðs
gevarafelag graver
að í.
randi@sosialurin.fo