mánadagur 12. september 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
14
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Bæði næmingar og politikar
ar settu dám á hátíðarhald
ið í Skúlanum á Argjahamri
leygardagin. Heðin Morten
sen, borgarstjóri, beyð væl
komin,
og
røðarar
vóru
annars Jógvan Arge, formað
ur í mentanarnevndini hjá
Tórshavnar, Marjun Holm,
skúlastjóri, Mai L. Simon
sen, umboð fyri skúlastýrið,
Ann Hansen, leiðari í frítíðar
skúlanum og Helena Dam á
Neystabø, landsstýriskvinna
í mentamálum.
Ásvør
Lognberg,
sum
gongur níggjunda flokki í
skúlanum helt ein rættiliga
áhugaverda
røðu,
har
hon millum annað vísti á
týdningin av teimum krea
tivu lærugreinunum, sum
stimbra heilan – og hon
hevði eina beinleiðis áheitan
á politikararnar um at hava
tað í huga, tá raðfestast skal
í skúlaverkinum.
Skúlin
á
Argjahamri
er býttur í tríggjar deildir,
grunddeild,
miðdeild
og
hádeild.
Hesar
tríggjar
deildirnar høvdu hvør sína
framførslu.
Til høvið hevði
Pauli í Sandágerði skrivað
eitt tónleikaverk, sum Sig
mund Poulsen hevur sett orð
til. Verkið nevnist »Infinitesi
mal Googol. Tað er verk í fýra
sastsum, og tað var framført
á
hátíðarhaldinum.
Eftir
hátíðarhaldið høvdu fólk so
høvi at síggja skúlan.
Tað var á heysti í 2006, at
mentamálanevndini hjá
Tórshavnar
kommunu
samtykti, at ein nýggjur
skúli skuldi byggjast á
Hamrinum á Argjum. Bý
ráðið samtykti einmælt
ætlanina og valdi byggi
nevnd
og
samskipara.
Arbeiðið varð skipað sum
partalag, og valdir vórðu
stýris- og verkætlanar
bólkar.
Brúkarasamskifti hev
ur verið við skúlaleiðslu
na, lærarar og umboð
fyri frítíðarskúlan. Skúl
in er bygdur eftir gald
andi krøvum og er sera
orkusparandi. Nógv er
gjørt fyri at ljóð- og ljós
viðurskiftini eru í lagi,
soleiðis at øll kunnu trív
ast væl í skúlanum. Sam
virknar talvur og tráð
leyst
netsamband
eru
eisini ein partur av fram
komnu tøknini.
Borgarstjórin,
Heðin
Mortensen,
setti
hak
an í 22. mai 2008, og
jørðarbeiðið varð gjørt.
Býráðsval var um heystið
2008, og 18. mai 2009
byrjaði sjálvt byggiarbeið
ið. Skúlin varð avhendað
ur 14. juli 2011. Skúlin er
skipaður í grunddeild,
miðdeild og hádeild. Hann
er bygdur til næmingar
frá 1. til 9. flokk og hevur
frítíðarskúla. Tilsamans
fara umleið 450 næmingar
og umleið 50 starvsfólk at
hava sína dagligu gongd í
skúlanum. Víddin á skúla
num er 7.100 m², og alt øk
ið er 20.000m².
MAP arkitektar hava
teknað skúlan á Argja
hamri.
Høvuðsarbeiðs
tøkuna hevur P/f Articon
havt.
Hugskotið við bygn
inginum
er
»hamarin,
fláirnar og løgini«. Løgini
kunnu vera tað jarðfrøði
liga, hæddirnar, brúkið
ella vitanin. Í miðjuni
gongur gjógvin ígjøgnum
løgini, sum kann ímynda
læring, floksstig og undir
vísingarpartar.
Gjógvin
sker seg gjøgnum løgini
og avdúkar og eggjar til
at nema sær kunnleika
í fluttari merking. Gjøg
num
gjónna
gongur
høvuðstrappan,
sum
eisini er ímynd av tí stig
vísu læringini.
Tá ið tú ert komin
niðaná, ber eisini til at
skoða inn yvir býin og
út í heim. Útsýnið yvir
Havnina og norðureftir
er ómetaliga stórbært.
Listakvinnan
Astri
Luihn
hevur
listprýtt
skúlan. Hon varð av lista
bólkinum hjá Tórshavnar
kommunu vald millum 24
listafólk, sum gjørdu upp
skot at listprýða skúlan.
Stutt um
Skúlan á
Argjahamri
Yvir 1.000
fólk hátíðar
hildu skúlan
SKÚLI Sera nógv fólk høvdu leitað sær niðan á Argjahamar leygardagin
til hátíðhaldið í sambandi við at nýggi skúlin á Argjahamri er tikin nýtslu
Ásvør Lognberg, sum
gongur í 9. flokki, helt røðu
vegna næmingarnar
Kristian Christiansen
við klaverið
Tey framføra verkið »Infinitesimal
Googol«, sum Pauli í Sandágerði
hevur gjørt til skúlan
Næmingar úr teimuum trimum deildunum á
skúlanum høvdu hvør sína framførslu
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar
Marjun Holm, skúlastjóra, blómutyssi