Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Einsamalla málið í dystinum skoraði Ísak Orn Tórðarson tá dysturin var ellivu minuttir gamal. Jónas Tór Næs og Pól Jóhannus Justinussen byrjaðu inni, meðan Christian R. Mouritsen kom inn tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Valur liggur á fjórða plássi við 29 stigum, tíggju stig frá oddaliðnum ÍBV. Valur skal mikukvøldið spæla á útivølli móti Víkingur, sum liggur niðast í Pepsi-deildini, ið er besta deildin í Íslandi. trondur@sosialurin.fo Men við 2-0 leiðslu tá bert 13. minuttir eru eftir at leika, er tað nærum ófyrigeviligt, at okkara menn ikki klára at "parkera bussin", og halda heilt heim. (www.07vestur.fo) Trý trygg stig afturat vórðu sett á kontina, og so er bara longu nú at fyrireika seg miðvikuna, tá vit leggja leiðina til Klaksvíkar (www.b36.fo) Tað ofta er fólk sum finnast at B68, fyri ikki at brúka egið tilfar. Men í dag vóru 8 leikarar, ið eru uppvaksnir í B68 við frá byrjan. (www.b68.fo) Ein lorta dystur og lorta úrslit, men veðrið var gott. (www.hb.fo) Tað nýtist ikki nøkur lang dystarfrásøgn í dag. (www.nsi.fo) Ein frálíkur sigur, og vit halda fram at anda B36 í nakkan. (www.vikingur.fo) Stigið í dag føldist væl, tá hugsað verður um, at 07Vestur var frammanfyri 2-0 eitt skifti í seinna hálvleiki. (www.nordlysid.fo) Sostatt megnar eitt av allar størstu feløgunum í landinum ikki at manna lið á næst-besta liðnum í vaksnamannadeildini hjá felagnum. (www.sudurras.fo) FC Hoyvík hevur fleiri dystir fyri framman, har liðið eigur at fáa stig, men tað sama kann sigast um hini botnliðini (www.fchoyvík.fo) Um føturnar á Bojan Timic vóru vælsignaðar av onkrari hægri makt, var tað ikki øðrvísi. (www.tb.fo) Sum skilst, merkir sigurin, at næsta uppgáva er at leika í móti liði, sum gjørdist nr. 2 í Portugisisku kappingini. (www.neistin.fo) hvat siga heimasíðurnar? Valur tapti á heimavølli Bárður Brimvík til VÍF Fótbóltur Allir tríggir føroyingarnir vóru á vøllinum, tá Valur í gjár tapti fyri Keflavík á heima­vølli Kappingin hjá kvinnum í Íslandi endaði um vikuskiftið, tá 18. og seinasta umfar varð leikt. Olga Kristina Hansen hevur síðani summarsteðgin spælt við KR, sum endaði á áttinda plássi við 13 stigum. Tað er sama stigatal sum Grindavík endaði á næst niðasta plássinum. Kvinnufotbolt.com skrivar, at KR tapti seinasta dystin 0-4, men at Olga Kristina Hansen hevur staðið seg væl hesa seinnu hálvuna í bestu íslendsku deildini. Støðan (18 dystir): Stjarnarn . . . . . . . . . . . . . . 51 stig Valur  . . . . . . . . . . . . . . . . . . 42 stig IBV  . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34 stig Tór/KA  . . . . . . . . . . . . . .      32 stig Fylkir . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26 stig Breiðablik . . . . . . . . . . . . . . 23 stig Afturelding . . . . . . . . . . . . . 15 stig KR . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13 stig Grindavík . . . . . . . . . . . . . . . 13 stig Dráttur R. . . . . . . . . . . . . . . . 9 stig Hagtøl fyri Olgu Kristinu Hansen í Íslandi í 2011: Pepsideild kvenna: KR, 7 dystir, 1 mál; 1.deild kvenna: Álftanes, 8 dystir, 1 mál; Valitor steypakappingin:  Álftanes, 2 dystir KR, 1 dyst (finalan) (Hagtøl: www.kvinnufotbolt.com) Serbiski Filip Jojic hevur skriv­ að undir sáttmála, sum bindir hann at hópinum hjá Team Klaksvík næsta árið. Hann er bakkspælari, men kann eisini spæla á øðrum plássum. Umframt Filip Jojic, fara strikuspælarin Jóhan Høj­ gaard, 22 ár, og málverjin Levi Nybo, 29 ár, eisini at spæla við klaksvíkingum komandi kappingarár. Zarko Pjevic, sum var á liðnum farna kappingarár, heldur eisini fram í felagnum. Venjari er Claus Rasmussen. Olga Kristina endaði á áttanda plássi Team Klaksvík brynjar seg Stinni verjuspælarin Bárður Brimvík, sum ikki spældi í bestu deildini í fjør, fer nú at royna seg millum teir bestu. Hann fer at umboða VÍF komandi kappingarár. Bárður Brimvík hevur áður spælt við H71, har hann átti virkan leiklut, tá hoyvíkingar vunnu føroyameistaraheitið í 2009. Ingi Olsen, Agnar Joensen, Regin Joensen, Magnus á Rógvu og Rói Lamhauge eru eisini knýttir at hópinum hjá vestmenningum í summar.