mánadagur 12. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Føroyskur hondbóltur hevur ver
ið eftirbátur, tá umræður føroysk
ítróttarbrøgd í Evropa. Fótbólts
landsliðið, Katrin Olsen og Pál
Joensen hava verið millum okk
ara fremstu ítróttarligu stoltleikar
seinastu árini. Hóast hondbóltur
er millum best umtóktu ítróttar
greinirnar í Føroyum, hevur tann
støðan ikki verið nøkur sjálvsøgd
borgan fyri stórslignum úrslitum.
Hondbólturin hevur snøgt sagt
siglt seinni enn fótbólturin, kapp
rógvingin og svimjingin. Føroysku
dómararnir,
Eyðun
Samuelsen
og Andreas F. Hansen, hava gjørt
vart við seg, men annars hava fáir
glottar verið. Ein orsøk er, at lands
liðsarbeiðið hevur verið lítið støðug,
og at tað bara er Neistin, sum hevur
tikið lut í evropeiskum kappingum
seinastu árini. Nú brast loksins fyri
nev.
Ikki tí. Mótstøðan var beinleiðis
ússalig. Tað var onkur, sum helt
fyri, at kýpriotiska A.C. Latsia hevði
neyvan staðið seg í bestu føroysku
deildini. Men tað er ein serstøða, at
Neistin hevur vunnið seg víðari úr
undanumfarinum í evropeiskari
kapping sum fyrsta føroyska hond
bóltsliðið nakrantíð.
Miðvíst arbeiði
Neistin fór undir stóra verkætlan
fyri nøkrum árum síðani, og ar
beiðið hevur verið miðvíst. Mans
liðið hevur verið einaráðandi sein
astu árini, og felagið rakk føroysku
tindunum í apríl í ár, tá bæði
mansliðið og kvinnuliðið vunnu
føroyameistaraheitði.
Neistin hvílir ikki í hesum úrs
litunum. Besta mansliðið er nú
farið til stroks í EHF-kappingini.
Tað var eitt evropeiskt bragd,
tá Neistin vann heimadystin á
Lovcen, Montenegro, í 2008, hóast
liðið ongantíð var í nánd av einum
samlaðum sigri. Hesaferð vunnu
blálittu havnarmenninir seg víð
ari. Tað er ikki nakað bragd, tí
kýpriotarnir vóru vánaligir, men
við úrslitinum hevur Neistin sett
skjøtul á nýtt kapitul í føroyskari
hondbóltssøgu.
Veikir kýpriotar
Ein orsøk til veiku mótstøðuna hesa
ferð var, at A.C. Latsia er í svárum
fíggjarligum trupulleikum og hevur
mist sínar bestu útlendsku spælarar,
tveir bulgarar og ein nigeriana. Tað
hevði tó neyvan broytt samlaða
føroyska stórsigurin, um teir vóru
við. Tað var stórur munur á lið
unum. Neistin rann mótstøðuna
um koll og vann greitt – í alt við 25
málum eftir tveir dystir. Sigurin
kundi væl verið munandi størri í
gjárkvøldið. Neistamenninir, sum
ikki vóru serliga grammir í løtum,
brúktu heldur høvið at sjóva ungu
menninar inn á liðið. Unglingarnir
Terji Mørk, Áki Petersen, Gudfinnur
Thorsteinsson, Teitur Magnusson
og Herbjørn Lava fingu seg royndar
og stóðu seg væl.
Næsta altjóða avbjóðingin hjá
Neistanum er Madeira, sum var
nummar tvey í portugisisku deildini
í fjør.
uni@sosialurin.fo
Neistin - A.C. Latsia 67 - 42 (37-25) (30-17)
Neistin slóðar fyri
EVROPeiskur
hondbóltur Tað
er við tíðini sera
sjáldan, at føroyskur
hondbóltur bítir frá
sær í altjóða høpi.
Í gjárkvøldið var
umsíðir ein skái.
Mótstøðan var
ótrúliga ússalig,
men tað broytir
ikki, at Neistin, sum
fyrsta føroyska
hondbóltslið
nakrantíð, stevnir
víðari út í Evropa
EINGIN IVI
Føroyska hondbóltsliðið hevur áður tapt fyri Kýpros. Neistin hevur
tó hølvað Latsia av í tveimum førum. Úrslitið í gjár var 37-25
Myndir: Álvur Haraldsen
Sigurin
ávirkar
styrkilistan
Tað, at Neistin hevur spælt
seg víðari úr undanumfar
inum í EHF, ávirkar føroysku
støðuna á evropeiska styrki
listanum.
Kristian Johansen, for
maður
í
Hondbóltssam
bandinum, skrivar í dystar
blaðnum, at tað er spell, at
onnur føroysk lið ikki royna
seg í altjóða høpi.
– Høvdu fleiri lið luttikið,
so høvdu vit eisini kunnað
klatra longur uppeftir list
anum, men hetta er eisini ein
økonomiskur
spurningur.
Vit kenna ikki mótstøðuliðið,
fyrr enn trekt er, og tað kann
verða sera dýrt, um man
hvørja ferð skal hava langa
ferð til dystirnar. Vónandi
taka onnur feløg av í komandi
ári, tí vit hava fleiri pláss í
boði á hvørjum ári, skrivar
Kristian Johansen, formaður
í Hondbóltssambandinum.
Hesaferð vunnu blálittu havnarmenninir
seg víðari. Tað er ikki nakað bragd, tí
kýpriotarnir vóru vánaligir, men við
úrslitinum hevur Neistin sett skjøtul á nýtt
kapitul í føroyskari hondbóltssøgu
Mynd: Álvur Haraldsen
Áki Mørk, sum framvegis ikki fær
spælt vegna skaða, hevur havt
evstu ábyrgdina av Neistanum
hesar báðar evropeisku dyst
irnar. Orsøkin er, at Morten
Hust Pedersen, sum loysti av
Inga Olsen í venjarasessinum í
summar, er burturstaddur í ar
beiðsørindum.
Morten Hust Pedersen kemur
til Føroya í vikuni, og tá tekur
hann um endan.
Áki Mørk
stjórnaði liðnum