Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 18 Sosialurin Ítróttarblaðið B36 íF 3-0 (1-0) B36-tokið koyrir við somu ferð Tróndur Arge Tá fyrri hálvleikur er 25 minuttir gamla, fáa áskoðararnir í Gunda­ dali eina staðfestin av hví B36 er oddalið í føroyskum fót­bólti. ÍF, sum allan fyrra hálvleik spældi fult upp til oddaliðið, misti bólt­ in í høgru síðu. B36 verjan, við Símuni Joensen á odda, gjørdi skjótt av. Bólturin verður sendur í umfram millum klaksvíksingin á vinstra bakki, tíðindamannin á mið­vøllinum, Heina í Skorini og polska stjørnu-framherjan, Lukasz Cielslewicz. Sína millum spæla teir verj­ una hjá ÍF í ørviti áðrenn Lukasz Cieslewicz sendir bóltin í høgru til Jákup á Borg, sum við neyv­ um innleggi rakar høvdið á Símun Joensen. Maðurin, ið byrjari álopið í egnari vinstru síðu rennur rættstundis í mun til innleggið og inni í fimm metrinum stútar hann bóltin við nógvari ferð í málið handan Jákup Mikkelsen í ÍF málinum. Uttan at hava verið betri fyrstu 25 minuttirnar vísti B36 við eina álopinum, hví teir eru besta boðið upp á ein føroyameistara. Ongin munur á í fyrra Munurin á liðnum í fyrra hálvleiki var bara tað eina málið. Leikliga var ongin munur á og bæði liðini komu til hvørsín risa møguleika, men munurin á B36 og ÍF er, at Símun Joensen skoraði upp á sín, meðan verjan hjá B36 í evstu løtu vardi fyri stóra møguleikanum hjá Dánjali á Lakjuni. Tað lá væl fyri hjá ÍF at spæla seg fram til seinasta triðingin, men sum so mangan, so manglaði onkur at skjóta bóltin í mál. Eisini tóktust fuglfirðingarnir ikki eins grammir at fáa fatur á bóltinum í brotsteiginum, sum teir hvítu úr Havn vóru. B36 omaná í seinna hálvleiki Tað var eitt umskipað ÍF lið, sum kom á vøllin til seinna hálvleik. Bartal Eliasen varð fluttur úr miðverjuni og upp á fremsta »ooooh Niels hevur felagið stovnað...« Uttan iva er tað hugaligt hjá B36 viðhaldsfólkið at fylgja sínum liðið í ár Mynd: Álvur Haraldsen Andy klárur aftur Andy Olsen kom á vøllin til sínar fyrstu minuttir av Vodafone fótbólti móti B36. Andy bleiv skaddur undan kappingar byrjan. Hví skjýtur Heini? Róaldur skoraði beinleiðis fríspark við U-21. Sunnudagin fekk B36 fríspark í somu støðu, men Heini í Skorini skoraði seg framat og tað skiltu tey flestu ikki, men so knallaði hann bóltin í tvørstongina. Fór bólturin bara nakrar millimetrar longur niður, so var talan um eitt tað besta frísparksmálið í Gundadali. Tí skjeyt Heini! vodafonedeildin Í ein hálvleik megnaði ÍF at spæla fult upp við oddaliðið, men við einum fyrstafloks málið, og tí sætta samanlagt hjá Símuni Joensen í ár, staðfesti B36 munin millum topp og botn í føroyskum fótbolti