Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 Sosialurin Ítróttarblaðið Bóltar: Sterkur bonkur hjá B36 Súni Olsen varð av heimasíðuni Goal.com kosin triðbesti leikarin í heiminum í vikuni, eftir avrikið móti Italia. Í gjár sat hann á bonkinum hjá B36. Segði nakar breidd á liðnum? Álopskendur vinstri bakkur Símun Joensen hevur í ár skorað seks mál. Tað er eitt mál fyri hvørjar 292 minuttir hann er á vøllinum. So um 292 minuttir kunnu fólk halda eyga við klaksvíkinginum tá hann ferð spelandi framvið. plássið. Tað vísti seg ikki at rigga væl, tí B36 var omaná allan seinna hálvleik og var nærri fjórða málinum enn ÍF var at minka um munin. Tá seinni hálvleikur er eitt korter gamal verður dysturin í nógvar mátar avgjørdur. Róaldur Jacobsen sendi horna inn­fyri. ÍF verjan megnar ikki stúta bóltin vekk, sum endar hjá B36 mið­verj­ anum, Jonas Flindt Rasmussen. Hann royndi seg við skoti, sum endar í málinum og staðfestur á øðrum sinni munin millum topp og botn. Triðja málið er eitt stutt horna­ spark, sum endar við at Róaldur Jacobsen roynur seg við skoti frá horninum á brotsteiginum í vinstru. Bólturin ferðast millum viðleikarar og mótstøðuleikarar og endar í málinum. Bólturin tók tó í ÍF leikara á vegnum, sum nokk argaði Jákup Mikkelsen somikið nógv, at bólturin fór í mál. Nógvar broytingar ÍF umskipaði liðið fleiri ferðir og merkti millum annað, at Høgni Zachariasen spældi á ikki færri enn fýra plássum á vøllinum. Hann spældi millum annað í mið­verjuni, á miðvøllinum og á vinstra bakki. Tað er torført at spæla ein skip­aðan dyst, tá liðið verður umskipað fleiri ferðir í einum dysti, men tað vísur hvørjar trupul­leikar liðið hevur. Í Fuglafirði munnu tey helst gleðast um útjavnandi málið hjá KÍ í Sørvági, tí nú eru fýra stig upp til bjargingina heldur enn seks, um 07 Vestur vann. B36 tokið við somu ferð Teir hvítu úr árstalsfelagnum royn­ast framvegis væl og prógv­ aðu aftur, at tá Lukasz Cieslewicz ella onkur av hinum upplagdu mál­skjúttinum ikki skora, so kemur málið frá onkrum av hin­um. Hesa ferð var Símun Joensen, ið skoraði sítt sætta mál. Tað má sigast at verða flott av einum vinstra bakki. Serliga tá hugsa verður um, at talan var um gjøgnum­spælt álop, ið hann sjálvur byrjaði og ikki ein deyð­ bóltur. Hvørki Atli Danielsen ella Símun Joensen vildi tosa um føroya­meistaraheiti í send­ingini 3. Hálvleikur, so nærkast fyrsta lands­kappingargullið síðani 2005 í hvørjum. trondur@sosialurin.fo Jákup á Borg átti frálíka innleggið til 1-0 málið, men skuldi hann sjálvur havt fingið mál, tá hann ver púra einsamallur við navnanum í ÍF málinum Mynd: Álvur Haraldsen 3-0 Róaldur Jacobsen skoraði til 3-0, tó ein ÍF leikari hjálpti bóltinum framvið Jákupi Mikkelsen Mynd: Álvur Haraldsen