mánadagur 12. september 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
hb - EB/Streymur 1-2 (1-0)
Tveir javnleikir og ein stórsigur
EB/Streymur vann sær fimm stig ímóti NSÍ hetta kappingarárið. Tveir teir fyrstu
dystirnir endaðu við javnleiki 2-2, meðan tann triði endaði 5-1 til EB/Streym.
Sms í »3. Hálvleiki«
(Sms í »3. Hálvleiki« um legenduna hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen).
EB/Streymur kláraði at binda fyri sjálvt um KNUDsen var i mál.
avgjørdu
dystin
tíðliga
Hesaferð
vodafonedeildin Undanfarnu umførini hevur EB/Streymur avgjørt dystirnar ímóti dystarenda.
Leygardagin var arbeiðssetningurin greiddur við einari gyltari løtu í fyrra hálvleiki. Tað mest
minniliga við dystinum var, at 44 ára gamli Jens Martin Knudsen fekk comeback
Heri Simonsen
Seinastu fimm minuttirnar av
fyrra hálvleiki setti EB/Streym
ur tingini uppá pláss ímóti NSÍ
í dystinum við Margáir leygar
dagin. Ta løtuna skoraðu Daniel
Udsen, Pætur Dam Jacobsen og
Gert Hansen hvør sítt mál. Tá
stóð 4-0 til EB/Streym, tí Leif
Niclasen hevði longu stungið
sigurskósina út í kortið, tá bert
átta minuttir vóru farnir av fyrra
hálvleiki.
Fyrsta málið fall aftaná, at NSÍ
hevði mist bóltin í uppspælinum.
4-0 málið hjá Gert Hansen var
framúr gott. Talan var um eitt
gott langskot úr 20 metra fjar
støðu. Tá 38. minuttir var Jens
Joensen í verjuni hjá NSÍ rikin av
vølli, og beint eftir punkteraðu
sundalagsmenn
spenningin,
sjálvt um Árni Frederiksberg
hegnisliga lyfti bóltin uppum
landsliðsmálverjan, Réne Tórgarð
til støðuna 4-1, sum eisini ,var
hálvleiksstøðan.
Comeback
Fasti málverjin hjá NSÍ, Andras
Gango var darvaður av einum
samanbresti hann fekk við tað
fyrsta málið hjá EB/Streymi, og
bað um at verða tikin av vøllinum
í steðginum. Inn í hansara stað
kom tann legendariski Jens
Martin Knudsen, sum er vorðin
44 ára gamal.
Áðrenn Jens Martin yvirhøvur
kom á vøllin megnaði hann at fáa
eitt gult kort, tá hann segði sína
hjartans meining við dómaran,
Eiler Rasmussen. Jens Martin
stóð væl í NSÍ-málinum, og hevði
fleiri góðar bjargingar. Hann
kundi tó ikki forða Levi Hanssen
í at staðfesta sigurin fyri EB/
Streym, tá fimm korter vóru
farin av dystinum.
Hevur ikki vant nógv
Um sítt brádliga comeback ímóti
EB/Streymi leygardagin sigur
Jens Martin Knudsen:
– Eg havi síðani Kristian
Joensen fór til 07 Vestur játtað
at verða back-up málverji hjá
NSÍ. Eg havi tó ikki vant tað
stóra, tað hevur bara verið, tá
tíðin hevur loyvt hesum. Tað
hevur ikki verið so stór kapping
um plássini, og tað hevur verið
rættiliga greitt, at Andras Gango
hevur byrjað inni, greiðir Jens
Martin Knudsen frá.
– Vit vóru aftanfyri 1-4 við ein
um manni minni ímóti einum liði,
sum liggur væl fyri í kappingini,
so tað bleiv ein møtimikil upp
gáva. Tað bleiv tosað við stórum
stavum í steðginum, har vit
settu okkum sum mál at fáa eitt
líkinda úrslit. Àðrenn teir koma
uppá 5-1 hava vit eisini nakrar
góðar málmøguleikar, har Réne
Tórgarð bjargar væl.
Í góðari tíð
Aftaná tríggjar 2-1 sigrar á B71,
B36 og 07 Vestur, har avgerðin
ikki er fallin fyrenn ímóti
dystarenda, var tað ein lætti hjá
Heðini Askham, venjara hjá EB/
Streymi at sleppa undan tí stóra
nervaspælinum.
– Vit høvdu á orði á beinkinum
hvussu deiligt tað var at kunna
sita púra róligur og njóta dystin.
Um gongdina annars segði Heðin
Askham:
– Hetta var ógvuliga kær
komið. Vit eru í tí støðu, at vit
mugu vinna allar dystirnar, sum
vit hava eftir, fyri yvirhøvur at
kunna gera okkum galdandi. At
vinna á NSÍ er ikki lætt, men
hesaferð vóru teir eitt sindur
skerdir,
tí
Christian
Høgni
Jacobsen var ikki við, staðfesti
ein fegin Heðin Askham leygar
kvøldið.
Vit høvdu á orði á beinkinum
hvussu deiligt tað var at kunna
sita púra róligur og njóta dystin
Heðin askham, venjari hjá EB/Streymi
Bara tríggir minuttir gingu millum reyða
kortið hjá NSÍ og til EB/Streymur hevði
skorað tvey mál, og avgjørt dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Bóltar:
Mynd: Álvur Haraldsen