mánadagur 12. september 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
Sosialurin
Ítróttarblaðið
B68 - HB 1-0 (0-0)
Nart ikki við Fróða
André Olsen: Niclas sigur sjálvur, at hann ikki nart Fróða, og at tað
var í lagi, at Fróði fekk gult fyri at filma. Men eg má siga, at eg hevði
ikki verið ovfarin, um dómarin hevði bríkslað í sovornari støðu.
HB hevur ikki breiddina
– Vit brúka fólkið, sum er tókt. Trupulleikin er, at vit ikki hava
breiddina, sum er neyðug, segði Sigfríður Clementsen eftir dystin
Toftamenn
renna burtur
úr botninum
vodafonedeildin Tapið á Toftum ber við sær, at sigursvanda HB
longu sjey umfør undan kappingarenda hevur sett merkisvert met,
hóast tað neyvan fer at bera ultimativa katastrofu við sær
Jóannes Hansen
Tá ið Petur Reinert bríkslaði
fyri síðstu ferð í góðveðrinum á
Svangaskarði í gjár, søgdu krops
burðir hjá teimum á og kring
vøllin alla søguna.
Teir reyðu heimamenninir
stórfegnaðust. Tað hevði eydnast
at hildið tørn um 1-0 leiðsluna,
sum varð vunnin eitt korter
undan leikloki, og harvið hevði
tað eydnast at fyribyrgja, at HB
skuldi koma aftur í aftur, og at
tað í síðstu løtu skuldi koppa HB
til fyrimunar soleiðis, sum tað
so ofta verður sagt, at gongdin
hevur verið.
Toftamenninir drógu eisini
andan lættliga, tí at stutt undan
leikloki hevði verið spent støða
í B68 brotsteiginum. HB liðfor
maðurin, Fróði Benjaminsen, sum
er uppvaksin á Svangaskarði, fór
um koll í B68 brotsteiginum, og
teir hvítklæddu HB spælararnir
og viðhaldsfjøldin uttan fyri
vøllin vóru ivaleys í, at teirra lið
formaður hevði vunnið teimum
brotsspark. Men Petur Reinert
segði nei, og í staðin fyri at peika
á ellivu metra blettin, tók hann
gula kortið úr lummanum og
vísti HB liðformanninum tað.
Merkisvert met
Støðutalvan sigur, at tað stendur
ikki væl til hjá meistaraliðnum
úr høvuðsstaðnum, og søguligu
hagtølini siga, at tað skal leitast
væl og leingi fyri at finna ár, tá
ið tað hevur verið so soltið, sum
tað er í 2011.
Nú 20 umfør eru farin, sigur
talvan, at HB er á sjeynda plássi
við 22 stigum ella seks fleiri enn
ÍF, sum er á niðurflytingarplássi.
Støðutalvan sigur eisini, at HB
hevur tapt tíggju dystir ella aðru
hvørja ferð
HB hevur ongantíð áður tapt
tíggju ferð í einum kappingarári.
Lakasta árið í nýggjari tíð var í
2001, tá ið HB tapti níggju dystir.
Tá var kappingin átjan umfør,
og tað vil siga, at HB tapti aðru
hvørja ferð. Endastøðan ta ferð
ina var sjeynda plássið ella sama
plássið, sum HB nú er á.
Striltið við
samanspælinum
At tað ráddi um at binda um í
verjupartinum heldur enn at
bjóða til í álopspartinum var sjón
fyri søgn.
Heimaliðið hevði Christian
Stokholm og Oddur Højgaard í
miðverjuni, og Ndende var rættu
liga
verjukendur
miðvallari.
Kanska minti hann meiri um
triðja miðverjan enn um mið
vallara.
HB hevur ofta havt tað torført
á Svangaskarði, og tað var einki
at taka seg aftur í, at gestirnir
heldur enn fegnir vildu hava
stigið við sær til hús, sum teir
høvdu frá dystarbyrjan.
Tá ið hugburðurin í báðum
legunum var soleiðis, var tað
ikki at undrast á, at tað ikki vóru
nógvir framrættaðir í brotsteig
inum, tá ið roynt varð at leypa á,
og harvið vóru málmøguleikarnir
bæði fáir og smáir.
Eitt korter restaði, tá ið B68
liðformaðurin og miðvallarstýris
maðurin, Jann Ingi Petersen, av
brotsteigarmarkinum
og
eitt
vet til vinstru sendi bóltin upp
um manngarðin. Teitur Gestson
hálvbjargaði umvegis tvørtræið,
og síðani var tað álítandi vong
verjin í vinstru, Niclas Joensen,
sum við høvdinum setti bóltin
í HB málið og harvið tryggjaði
heimaliðnum øll stigini.
Tað endar neyvan við, at B68
ella HB flytir niður. Úrslitið hesa
ferð kann fara at vísa seg at vera
ógvuliga týdningarmikið fyri
toftamenn, og tí var einki at siga
til, at teir stórfegnaðust, og at
HB fólkið hekk við nevinum, tá
ið Petur Reinert hevði bríkslað
fyri síðstu ferð.
Vit hyggja niður eftir
B68 miðvallarin André Olsen var
væl nøgdur, tá ið dómarin hevði
bríkslað fyri síðstu ferð.
– Hetta var ein tættur dystur,
sum kundi havt koppað báðar
vegir. Hann koppaði okkum til
fyrimunar, og tá ið vit síggja
dystin sum heild, so haldi eg, at
tað var í lagi, at tað vóru vit, sum
vunnu øll stigini
Fram ímóti dystarenda vildu
teir í HB hava dómaran at bríksla
fyri brotssparki, tá ið Fróði Benja
minsen fór um koll, eftir at hann
hevði verið í nærdysti við B68
málskjúttan Niclas Joensen.
– Niclas sigur sjálvur, at hann
ikki nart Fróða, og at tað var í lagi,
at Fróði fekk gult fyri at filma.
Men eg má siga, at eg hevði ikki
verið ovfarin, um dómarin hevði
bríkslað í sovornari støðu. Tað
gjørdi hann tíbetur ikki, stað
festir André Olsen.
B68 er sjey stig frá niðurflyt
ingarstrikuni, og tað eru seks
stig fram til NSÍ, sum er á fjórða
plássi. André Olsen er ikki í iva,
hvønn veg toftamenn hyggja:
– Vit mugu framvegis arbeiða
okkum burtur úr botninum. Tá ið
tað er eydnast, fáa vit at síggja,
hvussu langt tað fer at røkka.
Fríspørkini kostaðu nógv
HB
venjarin,
Sigfríður
Clementsen, harmaðist um, at
hansara menn ikki høvdu vunnið
úrtøku á Svangaskarði, tí hann
metti, at HB í verjupartinum
hevði verið meiri sannførandi
enn heimaliðið.
– Trupulleikin var, at vit góvu
ov nógv fríspørk fram ímóti
brotsteiginum, og tað var ein
sovorðin støða, sum kostaði mál
ið, ið avgjørdi dystin ídag.
HB venjarin vildi vera við, at
liðið hjá honum var snýtt fyri
brotsspark fram ímóti dystar
enda:
– Tað var kontakt millum
Fróða og verjuspælaran, og tí
átti dómarin at havt bríkslað fyri
brotssparki, men í løtuni fáa vit
ikki sovornar støður við okkum,
staðfesti Sigfríður Clementsen.
Á HB liðnum vóru fleiri ungir
spælarar, og venjarin rósti teim
um fyri gott avrik:
– Vit brúka fólkið, sum er tókt.
Tað er positivt, at tað eru ungir
menn, sum eru uppvaksnir í
felagnum, sum arbeiða seg inn
á liðið. Trupulleikin er, at vit ikki
hava breiddina, sum er neyðug.
Vit stríðast fyri at varðveita
plássið í deildini, og í løtuni
kunnu vit ikki hugsa um nakað
annað, segði HB venjarin eftir
dystarlok á Svangaskarði.
post@sosialurin.fo
Tað var
kontakt
millum Fróða
og verjuspæl
aran, og tí
burdi verið
brotsspark
Sigfríður clementsen,
venjari hjá HB
Bóltar: