mánadagur 12. september 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
07 Vestur-KÍ 2-2 (0-0)
Fægst gul kort
KÍ og 07 Vestur eru liðini, ið hava fingið fægst gul kort í ár, ávikavist 27
og 28. Og í dystinum teirra millum í gjár fekk eingin spælari kort.
Aðruhvørja ferð
Clayton Soares hevur skorað í øðrumhvørjum dysti fyri 07 Vestur
í ár: 10 ferðir í 19 landskappingardystum og eina ferð í trimum
dystum í steypakappingini, har 07 Vestur kom heilt í hálvfinaluna.
KÍ kom
úr posa-
num
vodafonedeildin Tá bindast skuldi fyri, dugdi
07 Vestur ikki nóg væl, og tí fekk KÍ smoygt sær úr
posanum og spilt sigurin hjá vágamonnum, sum vóru á
odda 2-0. KÍ, sum hevði brent nógv áðrenn, fekk síðsta
lítla korterið skotið tvey mál og tryggja sær javnleikin
Hilmar Jan Hansen
– Tað er ein eitt sindur blandað
kensla, vit sita við eftir dystin, tí
vit skulu vera øgiliga glaðir fyri
eitt stig, tá vit eru aftanfyri 2-0.
Men eftir fyrra hálvleik kundu
vit kanska havt verið á odda við
einum tveimum málum. Eitt stig
er kanska betur fyri okkum enn
fyri 07 Vestur.
Soleiðis hugleiddi Hjalgrím
Elttør í KÍ eftir dystin á Dunga
sandi í Sørvágí í gjár, har 07 Vestur
var á odda 2-0 eitt korter fyri tíð,
men KÍ so kom afturíaftur og
fekk javnað og tikið eitt stig.
Útjavnandi málið kom, eftir at
Hjalgrím fekk fríspark og sjálvur
sendi bóltin í málið.
– Vit fingu eina góða frísparks
støðu í vinstru síðu, og eg setti
mær bara fyri, at eg skuldi raka
innan fyri málrammuna. Tíbetur
fór hann inn, segði málskjúttin,
sum í gjár væl upplagdur og tí
ikki so óvæntað gjørdist tann
spælarin hjá KÍ, ið kom at gera
munin í evsta enda, so eitt stig
fekst burturúr.
Dysturin millum uppflytar
arnar, 07 Vestur og KÍ, flutti ikki
tað heilt stóra, tí á stigatalvuni
er KÍ nú á sætta plássi, seks
stig betri enn ÍF, sum er undir
strikuni, meðan 07 Vestur er
nummar átta, men fýra stig
framman fyri ÍF. Í mun til hini
bæði liðini eiga fuglfirðingar ein
dyst á.
Hini trý málini
Í fyrra hálvleiki hendi ikki so
nógv, men KÍ hevði heilt greitt
meira upp á hjarta og átti teir
størstu kjansinar, sum vóru. Men
ikki lá fyri at fáa bóltin í málið, og
tí var framvegis 0-0 eftir fyrstu
trý korterini.
07 Vestur fekk hinvegin hol á
eitt korter inn í seinna hálvleik.
Badara Diedhiou sendi úr vinstru
síðu innfyri til Clayton Soares,
sum eitt sindur trýstur fekk so
mikið av skoti á, at Gunnar á
Steig í KÍ-málinum bara fekk
fylgt bóltinum inn.
Stutt eftir hetta málið hevði
KÍ skot á yvirliggjaran hjá 07
Vestur, men so var aftur mál í
hinum endanum. Badara fekk
bóltin á brotsteigarmarkinum,
vendi sær og plasera bóltin í
handara málkrók – og so var 2-0
til heimaliðið.
Tá so eitt korter var eftir, fekk
KÍ svarað aftur fyrru ferðina,
tá 07 Vestur-málverjin feldi Álv
F. Christiansen. Høgni Madsen
varð settur at skjóta, og hann
smekkaði bóltin mitt í málið til
2-1, so KÍ nú fekk eina lívlínu at
krøkja seg í.
Klaksvíkingar
satsaðu
og
royndu at leypa á, og tað gav so
úrslit fimm minuttir fyri tíð, tá
Hjalgrím Elttør við áður umrødda
frísparkið fekk javnað til 2-2.
Ov langt aftur
– Tá vit vóru komnir upp á 2-0,
hildu vit okkum hava vunnið
dystin og duttu ov langt aftur
á vøllin. Serliga keðiligt var tað,
at KÍ skuldi koma afturíaftur,
eftir at vit høvdu verið á odda
2-0, segði Dánjal Rói Olsen í 07
Vestur.
– KÍ var við yvirlutan í fyrra
hálvleiki, men fekk einki burtur
úr, men eftir steðgin var tað
javnari. Har komu vit eisini til
okkara kjansir og skoraðu tvey
mál, sum tað eru mest vit, ið
mugu iðra okkum um, at vit ikki
kláraðu at halda fast við tað, vit
høvdu.
Mikukvøldið verður 21. um
far, og tá skal KÍ á heimavølli
spæla ímóti oddaliðnum, B36, og
07 Vestur skal á útivølli spæla
ímóti NSÍ, sum í hesum kapp
ingarárinum hevur verið størsta
marran hjá vágamonnum, tí
NSÍ í hinar báðar ferðirnar í
landskappingini hevur skorað
heilar 15 ferðir ímóti 07 Vestur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Klaksvískingar vóru aftanfyri 2-0, men
megnaðu at stríða seg til eina stigi í Sørvági
Myndir: Álvur Haraldsen
Bóltar: