mánadagur 12. september 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
Sosialurin
Ítróttarblaðið
b71 - Víkingur 1-4 (0-2)
13-3 í trimum dystum
Víkingar hava bara góð minnir frá dystunum ímóti B71 í
hesum kappingarárinum. Talan gjørdist um tríggjar sigrar av
trimum møguligum. 6-0 og 4-1 á Sandi, og 3-2 á heimavølli.
Besta sms´ið í 3. hálvleiki
Símin Hansen fær ongan nátturða
í dag. Heilsan Terji (pápi Símin, sum
skoraði ímóti barndómsfelagnum)
Aftur sann
førandi vík
ingar á Sandi
Víkingur hevur fingið fult hús ímóti B71 í ár, og enn
einaferð gjørdist talan um ein greiðan sigur á útivølli.
Longu í fyrra hálvleiki var Víkingur á sigurskós
Víkingar
hava
notið
stórt
gestablídni
á
Sandi
í
ár.
Flaggdagin vann Víkingur 6-0
á B71 á tí nýggja undirlagnum
á Sandi, og sunnudagin fór
B71 aftur niður við flagginum.
Longu áðrenn steðgin var 2-0
til Víking, og tá var felagsliðið
í Eystur kommunu 11 ímóti
10 á vøllinum. Víkingur vóru
grammari frá dystarbyrjan, og tá
fyrri hálvleikur var hálvrunnin,
skoraði
Finnur
Justinussen
enn eitt mál fyri Víking. Finnur
Justinussen stútaði bóltin inn
við handara stólpa, aftaná eina
góða sending frá Bárði Hansen.
Ilt bleiv verri
Tveir minuttir undan steðginum
bleiv ilt verri hjá sandoyingum.
Bojan Zivic í B71-miðverjuni var
vístur av vølli, og samstundis
var dømt brotsspark til Víking.
Sam Jacobsen gjørdi skaðan
góðan aftur, aftaná tað brenda
brotssparkið ímóti B36, og beindi
brotssparkið í netið til 2-0. Seinni
hálvleikur
var
ikki
eingong
hálvrunnin, so høvdu Símin
Hansen,
skopuningurin
hjá
Víkingi, og tann innskifti Kaj Leo
í Bartalsstovu staðfest sigurin.
B71 slapp uppí dansin ímóti
dystarenda. Tá 10 minuttir vóru
eftir av vanligu leiktíðini fekk
B71 eitt brotsspark, og Bakari
Bojang fekk pyntað um úrslitið,
og hjá tí svanga er alt søtt, men
lítið munaði í heildarmyndini.
Høvdu tamarhald
á støðuni
Atli Gregersen, sum er leikara-
talsmaður hjá Víkingi hevði
leikbann
ímóti
B71.
Hann
sá
sínar
liðfelagar
greiða
arbeiðssetningin til lítar: - Teir
høvdu gott tamarhald á støðuni.
Spælararnir gjørdu tað, sum var
neyðugt, og kundu møguliga
fingið trý ella fýra mál aftrat. Teir
spældu væl, og allar avtalurnar
vóru hildnar. Vit høvdu nakað at
hevna, aftaná dystin ímóti B36,
og tað var gott at síggja onkrar
menn skora ímóti B71 í dag,
sum brendu stórar møguleikar
í dystinum ímóti B36, segði Atli
Gregersen um sínar liðfelagar.
– Tað gekk kanska eitt sindur
meira javnt á í fyrra hálvleiki,
men
so
fær
miðverjin
hjá
teimum tað reyða kortið, og
vit fáa brotsspark, sum verður
sett í netið, og tá er dysturin á
mangan hátt avgjørdur. Ì seinna
hálvleiki fingu vit gott pláss at
spæla fótbolt, og tað megnaðu
mennirnir
ógvuliga
væl
at
gagnnýta, men tá tað so blivu
trý og fýra mál á muni bleiv
minni skil í. Men sjálvandi við
okkara brillum var tað munandi
meira stuttligt, enn um upplivdi
dystin, sum B71-ari, staðfesti Atli
Gregersen, sum var farin eina
familjuferð til Sands ígjár.
Katastrofa
Høgni Midjord hjá B71 var alt
annað enn glaður um avrikið
hjá honum og liðfeløgunum:
- Tað var ein katastrofa. Vit
gjørdu tað ógvuliga torført fyri
okkum sjálvar, tá vit fingu ein
mann útvístan, segði Høgni
Midjord aftaná dystin. Hann helt
frægastu løtuna hjá B71 verða
aftaná 1-0 málið hjá Vìkingi. – Vit
vóru væl við hesa løtuna, men tá
vit gjørdust ein maður minni á
vøllinum, so vendi gongdin aftur,
staðfesti Høgni Midjord. B71 skal
møta ÍF og 07 Vestur á útivølli
mikudagin
og
sunnudagin.
Ùtivøllur ella ikki, nú vita teir í
B71, at klokkan er sligin, og nú
skulu nógv stig á kontuna.
Bóltar: