mánadagur 12. september 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Tað gekk, sum støðutalvan legði
upp til, at tað skuldi gera, tá ið 17.
umfar í bestu kvinnudeildini í fót
bólti var á skránni í góðveðrinum
seinnapartin ígjár.
KÍ, AB og B36 eru á ávikavíst
fyrsta, øðrum og triðja plássi, og
tey spældu ímóti ávikavíst Víkingi,
Skála og HB, sum eru ávikavíst
nummar fýra, fimm og seks.
Í Sarpugerði skoraði Rannvá B.
Andreasen, tá ið hon eftir hálvan
tíma varð leys, og spenningur var
í, inntil tað restaðu fimm minuttir.
Tá var tað Sofía Purkhús, sum stað
festi sigurin.
AB hevði vitjan av Skála, og
eisini á Argjum var tað leingi
spennandi.
AB
liðformaðurin,
Mona Breckmann, var ikki við, og
tað var smeitur fyri heimaliðið.
Rakul Jógvansdóttir setti hol á
eftir stórt korter, og tað var spenn
ingurin í, inntil eitt korter undan
leikloki, tá ið Solveig Arge økti um
leiðsluna, og í síðstu løtu staðfesti
Doris í Garði Olafsdóttir trivaliga
heimasigurin.
Favorittarnir
í
B36
vunnu
grannauppgerðina í Gundadali.
Málini vórðu skorað tíggju minuttir
undan steðginum og seks minuttir
eftir steðgin. Fyrra málið var sjálv
mál, og Rakul M. Johannesen skor
aði seinna málið.
Átjanda og triðja siðsta umfar
verður sunnudagin 25. september.
Tá fær KÍ vitjan av AB, og tað er
rættuliga sannlíkt, at KÍ kvinnurnar
henda dagin fara at vinna FM heitið
tólvta árið á rað.
Favorittarnir fingu fult
1. deild kvinnur Men munurin í tølum var
ikki so stórur, sum hann ofta hevur verið
Jóannes Hansen
Tað vakti rættuliga ans, tá ið tað
leygardagin varð greitt, at tað ikki
bar til hjá teimum næstbestu í HB
at fara suður til Vágs. At tað ikki bar
HB til at fara um Suðuroyarfjørð
komst av, at tað bara vóru sjey
spælarar, sum tað bar til hjá at fara
leygardagsferð suður til Vágs.
- HB hevur ikki so nógvar
spælarar, og tá ið tað eru fleiri, sum
dragast við skaðar, so bar tað ikki
til at manna næstbesta liðið, segði
Sigfríður
Clementsen,
høvuðs
venjari hjá HB, í samrøðu við Rás2
í gjárkvøldið.
Hetta er onnur ferðin í ár, at tað
ikki ber einum liði til at møta, tí ov
fáir spælarar eru tøkir. Fyrra ferðin
var 13. august, tá ið teir næstbestu
hjá 07 Vestur ikki sóu seg førar at
spæla á útivølli ímóti Skála. Ta
ferðina vann Skála øll stigini við
málmuninum 3-0, og í uppgerðini
á støðutalvuni eftir 20. umfar er
roknað við, at FC Suðuroy hevur
vunnið øll stigini ímóti HB við
málmuninum 3-0.
AB og TB stríðast fyri at hanga í
FC Suðuroy. Leygardagin vóru hesi
bæði liðini í Eysturoy, har torførar
avbjóðingar bíðaðu. Tað eydnaðist
báðum teimum, sum kappast um
at vinna uppflyting, at vinna, og
felags fyri bæði AB og TB var, at
tað var ikki fyrr enn í 2. hálvleiki og
fram ímóti dystarenda, at stigini
vórðu vunnin.
TB lá undir 1-0, inntil tað restaðu
29 minuttir. Tað eydnaðist TB at
vinna 4-2, og trífaldur málskjútti
var Bojan Timic úr Serbia, sum á
fyrsta sinni spældi við TB. Bojan
Timic hevur longu verið í fleiri vik
ur á Tvøroyri, men pappírsarbeiðið
hevur ikki verið í lagi, og tí var tað,
at serbin ikki spældi fyrsta dystin
fyri TB fyrr enn í Leirvík leygar
dagin. Tvøramenn hava frá venj
ingunum sagt, at talan er um sera
góðan og málsóknan spælara, og
tað kann ikki sigast annað, enn at
hetta varð staðfest í Leirvík leygar
dagin.
Á Skála var meiri enn ein tími
farin, áðrenn tað eydnaðist Alex
Mellemgaard at fáa hol á fyri AB,
og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu,
at Nicolaj Eriksen staðfesti sigurin
við tveimum málum.
Stóri maðurin hjá EB/Streymi,
sum vit 4-1 sigri í Sørvági, lyfti seg
burtur av niðurflytingarplássi, var
Ólavur Ejdesgaard, sum skoraði trý
mál.
Tað eru sjey umfør og harvið 21
stig eftir at spæla um. 07 Vestur er
longu flutt niður, og umframt HB
mugu EB/Streymur og FC Hoyvík
framvegis roknast at vera í vanda
fyri at flyta niður. FC Hoyvík tapti
leygarkvøldið 4-2 á útivølli ímóti
NSÍ, sum við sigrinum endurvann
fjórða plássið frá Skála.
HB hevur ov lítið fólk
1.deild Støðan í toppinum er óbroytt eftir hetta umfarið, sum varð serliga nógv
umrøtt orsaka av, at næstbestu HB spælararnir vóru ov fáir at fara til Vágs
Føroyska 1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 FC Suðuroy
20
16
4
0
64
19
45
52
2 AB
20
14
4
2
58
19
39
46
3 TB
20
13
4
3
51
21
30
43
4 NSÍ
20
10
2
8
49
45
4
32
5 Skála
20
9
4
7
33
30
3
31
6 Víkingur
20
7
4
9
37
40
-3
25
7 FC Hoyvík
20
6
2
12
29
47
-18
20
8 EB/Streymur
20
6
1
13
34
49
-15
19
9 HB
20
5
3
12
26
42
-16
18
10 07 Vestur
20
0
0
20
13
82
-69
0
Føroyska 1. Deild kvinnur
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 KÍ
17
16
1
0
67
9
58
49
2 AB
17
13
2
2
52
17
35
41
3 B36
17
7
3
7
24
30
-6
24
4 Víkingur
17
5
2
10
35
42
-7
17
5 Skála
17
3
2
12
18
48
-30
11
6 HB
17
1
2
14
8
58
-50
5