mánadagur 12. september 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Bóltførleikin er ikki til at taka feil
av. Besti møguleikin er bara at renna
lágvaksnu menninar umkoll, tí fáur
maðurin hevur pilkað bóltin frá
Diego Maradona og Sergio Aguero.
Teir minna eisini um hvønn annan,
tá teir við lága tyngdarpunktinum
og góðu balansuni renna rundan
um og í millum verjuleikarar við
eyðkenda suðuramerikanska bólt
førleikanum.
Í 80’inum og tíðliga í 90’inum
vann Napoli tvey italsk meistara
heitið við Diego Maradona á odda,
nú lovar Sergio Aguero at gera tað
saman fyri Manchester City.
15 ár og 35 dagar
Sergio Leonel »Kun« Aguero del
Castillo er føddur og uppvaksin í
Argentina. Sum 15 ár og 35 dagar
gamal, í 2003, spælir hann sín fyrsta
dyst í bestu deildini í Argentina.
Tað ger hann fyri barndómsfelagið
Independiente, sum hann hevði
umboðað síðani hann var níggju
ár.
Frammanundan
var
Diego
Maradona tann yngsti leikarin,
ið hevði roynt seg í bestu deildini.
Eftir níggju ár í felagnum, har hann
frá 2003 var at finna millum teir
vaksnu, spældi hann 56 dystir fyri
felagið og skoraði 18 mál.
Atletico Madrid
Hóast fleiri stórfeløg í Evropa
royndu eftir honum, so valdi hann
eitt av teimum minnu stórfeløg
unum. Nemmiliga Atletico Madrid.
Har gjørdist hann skjótt ein av
lyklaleikarunum á liðnum og tók
arvin upp eftir Fernando Torres, ið
skifti til Liverpool 2007.
Serliga vísti hann seg hava
tekkið móti Barcelona, har hann
tvær ferðir var høvðusmaðurin
aftanfyri Atletico Madrid sigrar.
Hann spældi í fimm ár í Atletico
Madrid og millum annað kom liðið í
Champions League og vann Evropa
League. Tað bleiv til 234 dystir og
102 mál fyri høvðusstaðarfelagið.
Ljósabláur
Í summar gjørdist Sergio Aguero
ljósabláur, eftir at Manchester City
vann kappingina um undirskriftina
hjá honum. Hann varð á fyrsta
sinni skiftur inn í heimasigrinum
á Swansea. Hann hevði verið á
vøllinum í níggju minuttir, tá hann
á fyrsta sinni skoraði fyri níggja fel
agið. Um vikuskiftið skoraði hann
sítt fyrsta hattrick.
Hann hevur í fýra dystum fyri
Manchester City skotið seks mál.
Tað eru bara fýra umfør farin av
kappingini, men tað tykist longu
greitt, at um Manchetser City skal
gera sær nakrar vónir um at fylgja
grannunum í oddinum, so verður
tað við Sergio »Kun« Aguero á
odda.
So er spurningurin bara um
hann verður tann nýggi Diego
Maradona og vinnur teimum ljósa
bláu eitt meistaraheitið eisini.
trondur@sosialurin.fo
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester United
4
4
0
0
18-3
12
2
Manchester City
4
4
0
0
15-3
12
3
Chelsea
4
3
1
0
7-3
10
4
Stoke
4
2
2
0
3-1
8
5
Liverpool
4
2
1
1
6-3
7
6
Newcastle
3
2
1
0
3-1
7
7
Wolverhampton
4
2
1
1
4-3
7
8
Aston Villa
4
1
3
0
5-3
6
9
Wigan
4
1
2
1
3-4
5
10 Everton
3
1
1
1
3-3
4
11 Arsenal
4
1
1
2
3-10
4
12 West Bromwich
4
1
0
3
3-5
3
13 Bolton
4
1
0
3
7-11
3
14 Tottenham
3
1
0
2
3-8
3
15 Queens Park Rangers
3
1
0
2
1-6
3
16 Sunderland
4
0
2
2
2-4
2
17 Norwich
4
0
2
2
3-6
2
18 Fulham
4
0
2
2
2-5
2
19 Swansea
4
0
2
2
0-5
2
20 Blackburn
4
0
1
3
3-7
1
Premier league
United og Chelsea flest mál higartil
Manchester United er ájavnt Chelsea í metinum fyri flest skotin
mál í fýra teimum fyrstu umførinum. Manchester United hevur
skotið 17 mál, eins og Chelsea gjørdi í fjør. (Twitter: optajoe)
Swansea skorar ikki
Swansea er tað triðja liðið í Premier League høpi, ið ikki megnar at skora í
fýra teimum fyrstu umførinum í einum kappingarári. Hini bæði eru Newcastle
í 2005/06 og Sheffield Wednesday í 1993/94. (Twitter: optajoe)
Fótbóltur Seinast ein argentinskur leikari spældi eins væl í eini ljósabláari
troyggju, sum Sergio Aguero ger fyri tíðina, var tá Diego Maradona ráddi fyri borgum
í Napoli. Nú lovar Sergio Aguero at fylgja fótasporinum hjá verspápanum
Tann nýggi Diego Maradona
Wenger flest stig í september
Síðani Arsene Wenger tók yvir í Arsenal, eru teir
tað liðið, ið hevur samlað flest stig í mun til dystir
í September mánaði. (Twitter: optajoe)
Man united 200 útisigrar
Sigurin hjá Manchester United er nummar 200 á útivølli
í Premier League, tað er meir enn nakar annar.
(Twitter: optajoe)
Aguero og Maradona í ljósabláum