Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 Sosialurin Fólkatingsvalið 2011 Jacob Vestergaard fólkatingsvalið 2011 Síðan útvarpið ónskvøldið bar tíðindi um, at undirritaði gongur runt við eini fartelefon frá stórinnkeypinum hjá Uttanríkisráðnum í december 2010, er søgan endurtikin fleiri ferðir í øðrum miðlum. Lítið er í hesum máli, men tá endamálið einans tykist vera at spilla meg út og tengja meg upp í eitt mál, ið ber dám av oyðsli av skattgjaldarans peningi, og sum eg ongan leiklut havi í, kenni eg meg noyddan at koma við eini rætting. Tá eg byrjaði í lands­stýri­ num í september í 2008, hevði eg eina telefon við mær. Hesa telefon nýtti eg til á sumri í 2009, tá Fiskimálaráðið keypti mær eina so­nevnda iPhone 3. Í jan­uar 2011 gjørdis eg lands­stýris­maður í uttan­ ríkis­málum. Í mars sama ár fekk eg eina sonevnda iPhone 4 frá umsitingini í ráðn­um, tí hin telefonin var gingin fyri. Tá Fólkaflokkurin fór úr landsstýrinum í apríl 2011, avgreiddi eg míni persónligu viðurskifti við umsitingina í ráðnum, og vóru boðini viðvíkjandi telefonini, at síðan hon innihelt persón­ ligar upplýsingar skuldi eg hava hana við mær. Havandi í huga, at eg hevði eina telefon við mær, tá eg bygjaði í landsstýrinum, var tað eisini náttúrligt, at eg eisini hevði eina tele­ fon við mær, tá eg fór úr landsstýrinum. Eg veit ikki, um tað finn­ ast innanhýsis reglur fyri landsstýrið og umsit­ing, hvussu fara skal fram í sam­ bandi við far­tele­fonir, tá poli­ tikk­­arar og starvs­fólk fara úr starvi, men eg kenni meg rætti­liga sann­førdan um, at tað ikki er ein­dømi, at far­tele­ fonir hjá landsstýris­monnum fylgja teimum, tá farið verður úr starvinum aftur. Farið eg skeivur, fari eg at heita á Marjun Hanusardóttir um at greiða almenninginum frá, hvørjar hesar reglur eru, og hvussu nógvar fartelefonir eru latnir inn seinastu árini og hvør nýtir hesar í dag. Mín fína iPhone 4 ligg­ ur skinndeyð eftir eina “druknuvanlukku” í seyða­ húsinum á Økrum í summar, men um Marjun Hanusdóttir vil hava hana í nýtslu aftur, skal eg gleðiliga rinda fyri umvælingina. Stórt spell at løgmans­ stjórin letur seg nýta í slíkari útspilling. Val er fyri durum, og hon veit um nakar, at í politikki verður alt nýtt. Tí kundi hon t. d. sett seg í samband við meg, og fingið mína frágreiðing, áðrenn hon fór alment út við sínum boðum. Tá tað ikki varð gjørt, ber illa til at staðfesta annað, enn at útspilling er endamálið. Útspilling er endamálið Tað eru uml.1000 føroyingar á hægri lærustovnum í Danmark í løtuni. Umframt fleiri túsund útisetar, ið ganga í skúla ella arbeiða. Vit vita at øll hesi fólk eru bæði væl umtókt, dugnalig og framfýsin. Vit skulu gera nógv meira fyri at skipa eitt gott sam­band við tey. Ikki kroysta ella hótta – tí longslulin má spretta úr egnum barmi. Men lurta. Lurta eftir teirra dreym­um og teirra tilboðum at taka lut í okkara felags menning. Vit vita, at ein av størstu trupulleikum okkara er, at ferðasambandið millum Føroyar og umheimin er so sera dýrt. Hetta er eitt mál, sum Javnaðarflokkurin fer at viðgera í næstum, við tí endamáli at finna fram til skipanir, ið binda Føroya fólk saman, eisini tey, sum ikki búgva her beint nú. Eitt annað vandamál eru kostnaðarmiklu bústaðar­ møgu­leikarnir. Við einari broyttari skipan fyri Húsa­ láns­grunnin, skal tað gerast lætt­ari at seta búgv í Føroy­ um, annaðhvørt í leiguíbúð ella í lutaíbúð. Sum fólkatingsumboð fyri allar føroyingar, vil eg gera alt, sum stendur í mínari makt at byggja upp hetta lívs­ neyða samband og birta tær kenslur, sum eru ein fyritreyt fyri góðum samstarvi. Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin fólkatingsvalið 2011 Føroyska tjóðin steðgar ikki á 200 fjórðinga markinum – Hon er alla staðni, har sum føroyingar eru Men tíverri hava føroysku um­boðini á Fólkatingi onki ítøkiligt gjørt fyri at steðga hesum. Tó skal norður­­atlands­bólkurin hava rós fyri, at tey hava latið gjørt eina frágreiðing um, hvørjar orsøkirnar eru til fráflyting­ina, og hvat skal til fyri at fáa fólk at venda heimaftur. Men tað krevst meira enn frágreiðingar, nú krevst handling. Uppgávan at steðga fráflytingini er størsta uppgávan, politiska skipan­in stendur yvirfyri, tí fólka­vøkstur er grundarlagið undir búskapar­vøkstri. Vit verða noydd at taka lógvatak saman, bæði í føroyska Løg­ tingi­num og so sanniliga tey bæði føroysku umboðini á Fólka­tingið, sum kunnu gera mun, um tey eisini standa saman. Vit verða noydd at saman­ sjóða útbúgvingar­politikkin, sum verður førdur í ávika­ vist Fólkatinginum og í Løgtinginum Herfyri frættu vit frá sam­bandsumboðnum í Fólkatinginum, at FR- frá­ drátt­urin uppá 71.000 um árið varð varðveittur hjá føroyskum lesandi í Dan­ mark. Ein føroyingar, sum lesur i Danmark, men kemur heim í summarfrí fyri at arbeiða, fær harumframt eisini 30.000 í botnfrádrátti - samanlagt 101.000 um árið. Lesandi í Føroyum mugu noyðast við ein botnfradrátt uppá 30.000 kr. Vit fegnast sjálvsagt um FR frádráttin til føroyingar í Danmark, men hvat nyttar tað, um hetta beinleiðis er við til at eggja ungum lesandi úr Føroyum at fara niður til Danmarkar at lesa fyri síðani at festa røtur og ikki venda heim aftur. Vit kenna tíverri nógv m.a. stakir uppihaldarar og barna­familjur, sum eru undir lestri, sum beinleiðis kenna seg noydd at fara av landinum atlesa, tí tað fíggjarliga ikki hongur saman. Her manglar ein konsensuspolitikkur millum parlamentini bæði. Umframt at arbeiða fyri einum fíggjarligum konsensus millum lesandi í Dan­mark og lesandi í Føroyum fer Fólkaflokkurin á Fólkatingi at slóða fyri fleiri samstørvum millum Fróðskaparsetrið og onnur altjóða universitet. Vit fara at slóða fyri, at Føroyar vera við í øllum altjóða sam­ størvum og avtalum innan hægri lestur, soleiðis at tíni og míni børn í framtíðini frítt kunnu ferðast millum Fróðskaparsetrið og onnur altjóða universitet og soleiðis seta sær sína dreyma­ útbúgving saman eftir egn­ um hugflogi. Ìstaðin fyri at flyta til Danmarkar í 5-6 ár, sum ein vanlig universi­ tets­útbúgving tekur, skulu okkara børn og ungu í fram­ tíðini varðveita sítt tilknýti til tað føroyska universitetið, men hava møguleikan at fara út um landoddarnar at taka nøkur modul og harvið fáa íblástur, royndir og kunn­ leika til altjóða mentan og samfeløg, sum okkara ungu í tann mun eisini hava tørv á. www.annikaolsen.net Annika Olsen Løgtingskvinna og valevni til Fólkatingsvalið fólkatingsvalið 2011 Vit fara niður fyri at heinta okkara ungu heimaftur Aftur og aftur hoyra vit tey somu orðini, ”útbúgvingarmøguleikarnir skulu styrkjast”, ”vit skulu fáa tey ungu at venda heimaftur”, ” vit mugu steðga fráflytingini” o.s.fr.