mánadagur 12. september 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
28
Sosialurin
fólkatingsvalið 2011
Fólkatingsvalið 2011
Jenis av Rana
Fysta ár mítt sum lækni unt
ist mær at starvast á Klaks
víkar sjúkrahúsi. Har nam
eg grundleggjandi kunnleika
í kønu hondum Rajani’s og
arbeiddi saman við læknum,
sum í dag eru millum serkøn
astu vit hava innan ortopædi,
plastkirurigi o.ø økjum.
Suðuroyar sjúkrahús møtti
eg í starvi mínum sum komm
unavloysari har suðri í áttati-
árunum. Síðani hava tey á
hesum minsta sjúkrahús okra
verið mongum av sjúklingum
mínum til bæði góða og ikki
minst skjóta hjálp - og mær
sjálvum mangan góð í ráðum.
Størsta dagliga samstarvið
er við landssjúkrahúsið, har
mær untist at arbeiða í nógv
góð ár, bæði á skurð- medicin
sku- og psykiatrisku deild.
Trý neyðug sjúkrahús
Trý so ymisk, men neyðug
og týðandi sjúkrahús. Lands
sjúkrahúsið sum alneyðuga,
serútbygda centralsjúkrahús
okra, suðuroyar sjúkrahús
sum trygd teirra, sum búgva
so fjart skotin og norðoya
sjúkrahús, sum, umframt at
vera heilsutrygd norðinga, hev
ur upparbeitt týdningarmikla
servitan á týðandi økjum.
Frið, trygd og
smávegis broytingar
Á
hesum
sjúkrahúsum
arbeiða í dag gott og væl 600
starvsfólk í innihaldsríkum,
men mangan sera krevjandi
og tyngjandi størvum. Um
ráðandi er, og hetta hevur
væl verið størsti veikleikin
í mong, mong ár, at hesi fáa
frið, kenna seg trygg og verða
vird.
Men júst her haldi eg vit
dumpa politiskt.
Sjálvandi skulu broytingar
gerast, men ikki við friðinum
og tryggleikanum sum veð.
Í mong ár havi eg úrslita
leyst biðið skiftandi lands
stýrisfólk um eina skipan,
sum einfalt og lætt kannar
innleggingarseðlar
og
sendir sjúklingin hagar, ið
bíðitíðin er stytst. Soleiðis
verður sjúklingurin skjótt
viðgjørdur og heilsu- og
kanska eisini almannaverk
og vinnulív spara nógvan og
eftirspurdan pening.
Men umbønir og áheitanir
mínar hava verið sum at sláa
í eina dýnu.
Síggi nú, at hetta ynski
verður brúkt í grundgeving
unum fyri ætlaðu kollvelt
andi broytingini í sjúkrahús
verkinum.
Nøkur vælmeint ráð
Omanfyrinevnda broyting
er løtt at fremja og krevur
ongar grundleggjandi um
skipanir.
Óivað
megnar
eitt skilafólk við einføldum
telduprogrammi at umsita
hetta- og sparingin, saman
við eftirfarandi bíðilistum,
verður stór.
Setið síðani nøkur skila
góð og virkin fólk at leggja
eina
ætlan
fyri,
hvørjar
viðgerðir og hvat virksemi
kann savnast á smáu sjúkra
húsunum. Gevið so starvs
fólkunum í sjúkrahúsverki
num
frið
og
tryggleika
at útinna tað verk, hvør
einstakur teirra brennur fyri
og hevur nomið sær serkunn
leika at røkja.
fólkatingsvalið 2011
Høgni Hoydal
Viðmerkingar frá einum
brúkara av sjúkrahúsunum
At føroyingar enn skulu velja
fólk á fólkating, er tíverri ein
staðfesting av, at vit enn ikki
hava veruligt fólkaræði í
Føroyum. Á fólkatingi verða
enn avgerðir tiknar um
okkara fíggjarmál, banka
kervi,
uttanríkispolitikk,
verjumál og um okkara
rættarligu støðu sum fólk.
Hetta átti sjálvsagt ikki at
verið so. Men søguliga hava
fólkatingsumboð føroyinga
sitið saman við donskum
systurflokkum og tikið avgerð
ir um týdningarmikil mál fyri
framtíðina hjá føroyingum
uttan nakra demokratiska
viðgerð í Føroyum. Handlar
eru gjørdir, sum binda okkum
fastari at skipanum, pengum
og avgerðum uttanífrá.
Hetta er orsøkin til, at
Tjóðveldi yvirhøvur valdi at
stilla upp til fólkatingsval í
síni tíð. Fyri at fólkatingsum
boðan føroyinga ikki skuldi
nýtast til at gera okkum enn
meiri heft av skipanum og
avgerðum, ið liggja burtur
frá føroyskum fólkaræði.
Heldur enn at nýta fólka
tingsessir til at flyta føroysk
mál og avgerðir burtur, vildu
og vilja vit nýta sessirnar til
at fáa føroysk framtíðarmál
og
fólkaræði
heim
til
viðgerðar og avgerð.
Politiska innihaldið
Høvuðsmálini hjá okkum á
fólkatingi eru:
• At arbeiða burturav
fyri rættindunum hjá føroy
ingum sum fólk og tjóð til
at taka egnar avgerðir og
ábyrgd og at virka á jøvnum
føti í heiminum.
• At vera sjónlig og upp
lýsa sakliga um føroysk sjálv
stýrismál til tess at skapa
virðing og góða samráðingar
støðu hjá føroyskum myndug
leikum.
• At kanna, upplýsa og
varpa ljós á týdningarmikil
viðurskifti i viðurskiftunum
millum Føroyar og Danmark
til tess at kunna taka skila
góðar avgerðir í Føroyum um
framtíðina.
• At knýta sambond og sam
starva við aðrar politikarar og
felagsskapir – serliga við Grøn
land og onnur av londunum
kring Norðuratlantshav.
Ongin ivi er um, at Tjóð
veldið hevur gjøgnum Norð
uratlantsbólkin broytt fólka
tingsarbeiðið og úrslitini hjá
føroyskum fólkatingsumboð
um grundleggjandi. Ongantíð
áður eru so nógv mál reist og
viðgjørd, sum eru flutt heim
og hava fingið týdning fyri
ætlanir og avgerðir her heima
í Føroyum. Um tildømis úti
setar, útbúgving og fráflyting.
Rættin til limaskap í altjóða
felagsskapum. Um týdningin
av ríkisveiting og umlegging
til sjálvberandi búskap. Um
samstarv í Norðuratlantshavi.
Um fíggjareftirlit og fíggjar
marknað. Og mangt annað.
Spurningurin til hetta
valið er, um vit skulu venda
aftur til tað gamla, har fólka
tingsumboð verður nýtt til at
flyta avgerðir og fólkaræði av
landinum og inn í danskan
flokspolitikk.
Ella vit vilja senda eitt
greitt og týðiligt tekin til
Danmarkar og umheimin
um, at vit vilja hava føroyska
framtíðarmál heim til Føroya.
At vit vilja hava fólkaræði og
ábyrgd í Føroyum.
At flyta føroysk
framtíðarmál heim
Fólkatingsumboðan hevur søguliga verið nýtt til
at binda føroysk mál inn í avgerðir hjá donskum
flokkum og til at flyta føroyskt fólkaræði av landinum.
Okkara mál er at flyta føroysk framtíðarmál heim
og at skapa ábyrgd og fólkaræði í Føroyum
fólkatingsvalið 2011
Annita á
Fríðriksmørk
Tað er jú absurd, at eitt
land skal verða umboðað
í tveimum parlamentum.
Men
støða
okkara
er
absurd! Vit hava jú tvey
parlament, sum taka ymsar
avgerðir okkara vegna.
Fólkatingið viðger og
smíðjar lógir, sum viðvíkja
ikki-yvirtiknum málum, t.d.
uttanríkismál, útlendinga
mál (enn), gjaldoyra og
valutamál, fíggjarmál og
eftirlit, verjumál, stjórnar
rættarlig mál osfr. Og so ger
danska stjórnin harafturat
altjóða avtalur, sum eisini
eru bindandi fyri Føroyar.
Tí er tað ikki líkamikið,
hvør tað er, sum talar okkara
søk, tá ið altjóða bindingar
verða gjørdar, og lógir
samtyktar, sum viðkoma
okkum. Sambandsumboð
úr
Sambandsflokkunum
síggja onga meining í at
vinna okkum økt rættindi,
men tosa bara um kon
struktivan dialog, - men
um hvat?
Tjóðveldið tosar eisini
um konstruktivan dialog,
men vit seta krøv, sum
á Fólkatingi snúgva seg
um taka rættindi heim til
Føroyar,
sum
herheima
kunnu viðvirka til tjóðar
bygging okkara.
Hetta vinnur okkum
fram á leið og skapar virð
ing á Danatingi!
Gott val
www.tjodveldi.fo/annita
Hvat
gera
tit á
Fólka
tingi?
Eg skilji væl tey, sum spyrja,
um føroyingar hava nakað
at gera á Fólkatingi?