Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 Sosialurin Kjak Ætlaða lógarbroytingin innan sjúkrahúsverkið fær allan útjaðaran í Føroyum at ressast við, og tað er ikki so løgið! Ætlanirnar hjá lands­stýrismanninum í heilsumálum eru so álvar­ samar, at eisini eg, sum havi drúgvar royndir á Klaksvíkar Sjúkra­húsi, har eg havi arbeitt í 42 ár, má blanda meg uppí kjakið. Almenna tænastan til borg­aran í miðstaðarøkinum er longu á sera høgum støði í mun til restina av landinum. Um allar tænastur verða skip­ aðar í høvuðsstaðnum, eisini tær fáu, sum eftir eru úti um landið, so versna livi­kor­ini í útjaðaranum enn meira. John Johannessen, lands­ stýris­maður í heilsumál­um, hevur á almennum fundi sagt, at hann við lógar­broyt­ ingini vil bjarga Klaks­víkar Sjúkrahúsi. Men hvussu kann ein avtøka av einum sjúkra­ húsi verða ein bjarging? Mistu kommunulæknan Lokala kommunu­lækna­tæn­ astan varð niðurløgd fyri nøkr­um árum síðani. Áður kundu allir føroyingar innan­ fyri stutta tíð fáa vitjan ella sjálvi vitja sín kommunu­ lækna. Hendan tænasta er nú skipað á Lands­sjúkra­ húsi­num, og skulu fólk uttan fyri Havnina síggja ein kommunu­lækna eftir kl. 16:00 og áðrenn viðtalutíð næsta morgun, ja so mugu tey flyta seg til Havnar. Skipanin er góð hjá teim­ um, ið búgva í Tórs­havnar kommunu, men eitt stórt afturstig fyri onnur í Føroy­ um. Fær eitt barn á Viðareiði feburkrampa, tekur tað hálvan annan tíma í góðum líkindum at koyra suður á landsjúkrahúsi. Niðurleggingin av komm­ unu­læknatænastuni kann samanberast við avtøkuna av lokalu sjúkrahúsunum, tí tað snýr seg um heilsu, tryggleika og tað at kenna seg væl í nærumhvørvinum. Niðurleggingin av kommunu­ læknatænastuni prógvaði, at heilsan hjá fólki ikki er friðhalgað í tilgongdini at miðsavna alt í Havn. Virðismikli útjaðarin Útjaðarin í Føroyum tekur sær av at fáa fiskin í land, framleiða og virðisøkja, passa aliringar, kryvja og annars at fáa lidnu ella hálvlidnu vøruna útflutta. Tað er eisini í útjaðaranum, at mentunararvur okkara enn er sjónskur í tí dag­liga arbeiðinum. Tað er her, at eld­ sálirnar hava gróðrar­lík­indir. Eg haldi, at hetta er nakað, sum vit øll, sum búgva í hesum landi, eiga at gleðast og fjálga um. Vit eru øll góð við høvuðs­ staðin, og sjálvandi skulu vit eisini vera stolt av honum. Har skulu vera tilboð og tænastur, men ansið nú eftir! Um tað ikki er liviligt í útjaðaranum, so hvørvur hann, og vit missa fólkið, sum har býr, og tey virðir, sum har verða skapt. Sjúkrahúsini í Suðuroy og í Klaksvík eru týdningarmiklir tænastuveitarar og týdningar­ mikil arbeiðspláss. Hvat ann­ að man fara at rapa, um hesir báðir skansar fara um koll? Vælvirkandi og vart við lóg Klaksvíkar Sjúkrahús fær ein lítlan part av samlaðu jattanini til sjúkrahúsini. Øll árini eg havi arbeitt her, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús verið eitt vælvirkandi sjúkrahús við góðum samstarvi við hini bæði sjúkrahúsini, og starvsfólkini hava kunna ment seg fakliga alla tíðina við eftirútbúgvingum. Hetta hevur gjørt, at serlæknar koma her at arbeiða, tí teir kenna seg tryggar við tað virksemi, sum er her. Innan fyri mítt øki, sum er Laboratoriið, eru hag­­tøl­ ini fyri blóðroyndir vaks­ in ómeta­liga nógv, serliga síð­ani 2005, tá ið undir­sjó­ var­­­tunni­lin kom. Vit hava nokk at gera og tørva onga bjarging. Tó so, til tíðir havi eg hugsað, at tað er gott, at vit hava eina lóg, sum sigur, at tað eru trý sjúkrahús. Tí hóast sjúkra­húsini í Klaksvík og í Suðuroy hava virkað væl og prógvað teirra virði, so hava tað altíð verið fólk, sum hava ynskt at avtikið hesi sjúkra­hús. Heilsustøðan hjá fólki í útjaðaranum hevur ikki hægsta virði fyri hesi fólk, og dygdin og kunda­ nøgd­semi hjá teimum báðu smærri sjúkrahúsunum hevur heldur einki at siga. Tá ágang­urin ímóti Klaksvíkar Sjúkra­­húsi og Suðuroyar Sjúkra­­húsi hevur verið harð­ ast­ur, hevur lógin verið ein trygd. Politikkarar mugu vakna Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi tørva ikki nakra bjarging, sum John Johannessen vil vera við. Men tey hava brúk fyri politik­ arum, sum vilja verja rættin hjá fólki uttan fyri miðstaðar­ øki at hava nærleika til sjúkrahúsverkið. Tað er at fegnast um, at onkrir politikarar mót­mæla ætlanunum hjá landsstýris­ manninum, og tað er burt­ ur­við at niðurgera hesi mót­­­mæli sum val-agn og valøsing. Landstýrismaðurin sig­ ur í við­merkingunum til lógarupp­skotið, at lógar­broyt­ ingin “ongar sosialar avleið­ ingar hevur,” og “ongar avleið­ ingar” hevur fyri “ser­støk øki í landinum.” Men lógar­ orðingin um trý sjúkrahús forðar fyri, at alt heilsuverkið verður miðsavnað í Havn, og tí er tað púra burturvið at siga, at tað ongar avleiðingar hevur. Gera politikkarnir einki, so verður lógin, um at tað skulu vera trý sjúkrahús, tikin burtur. Tá vænti eg, at tað verður skjótt, at alt, sum er upparbeitt í dag, dettur niður fyri. Men vónandi vakna politikararnir, og vón­ andi varir mótstøðan longri enn valstríðið. Karin Jacobsen Leiðandi bioanalytikari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Tørva ikki bjarging men verju Tað er ein meira enn 100 ára staðfest sannroynd, at Tjóð­ veldið og Sambandið liva av hvørj­um øðrum. Man kann siga, at ein atkvøða til sam­ bandið er eisini ein at­­kvøða til Tjóðveldið og øvugt.  Og soleiðis hava hesir báðir flokkar í áravís tryggj­ að, at teir yvirliva og vaksa sum flokkar, men fyrst og fremst sum flokkar, tí tey politisku projektini – loysing og/ella samband - koma at kalla ongan veg.  Bara við einum stórum fólksligum meiriluta í ryggi­ num í eitt nú stjórnar­skipan­ arligum spurningum, ber til at fremja veruligan politikk á sjálvstýrisleið í Føroyum. Á vári í ár stóð javnaðar­ flokkurin á odda fyri ein­um uppskoti til nýggja stjórn­ arskipan, ið júst hevði til endamáls at sameina fólkið um projektið.   Men vit vilja annað og meira enn tað.  Eg eri sannførd um, at tað einans er sosial­demo­ krat­iskur politikkur, ið kann tryggja, at vit eisini í fram­tíð­ini megna at menna eina rættvísa væl­ferðar­ skip­an, har tað eru tær breið­­­astu herð­arnar, ið bera tyng­stu byrð­ararnar, men har byrð­­arnar kortini ikki eru tyngri enn, at tað fram­vegis er eggjandi at bróta upp úr nýggjum, og at teljast millum teirra, ið skapa virðini. Altso at politikkurin fram um alt miðar eftir at styrkja samhaldsmegina í fólkinum.  Tað er samlaða projektið hjá Javnaðarflokkinum, sum vit nú tíbetur eru fleiri um at fremja í verki. Tjóðskaparlig semja er vegurin fram Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin fólkatingsvalið 2011 fólkatingsvalið 2011 Bárður Nielsen Valevni Sambandsfloksins Sambandsflokkurin vil tryggja vælferðina fyri hvønn eins­takan og ynskir tí at verða ein partur av eini størri eind. Tað er ein grund­leggj­andi fyritreyt fyri ein­um vælvirkandi samfelag í altjóða­gerð­ini, at sambandið út í heim allatíðina verður ment. Ein upplagdan møguleika til tess hava vit í ríkinum, gjøgnum tey sambond og tær sendistovur, ið Danmark hevur grundað. Við einum umboði á Fólka­tingi hava vit møguleika at tryggja okkum ávirkan á lóg­gávu, ið onkursvegna kann ávirka Føroyar og føroyingar. Okkara umboð hava eisini víst, at við góðum samstarvi ber til at røkka málum, ið ann­ars ikki høvdu verið rokkin. Vit vilja menna ríkisfelags­ skapin enn meira og gera brúk av øllum teimum møgu­ leikum, ið liggja ótroytt­ir í dag. Vit eiga at sam­starva munandi tættari á fleiri økj­um, eitt nú fáa fleiri tví­skatta­sáttmálar til fyri­ muns fyri bæði persón­ar og vinnu, verða ein partur av ígongdsetara- og stuðul­ skipanum, og vinnan eigur at gera nógv meira brúk av ríkisins sendistovum um allan heim. Vel eitt sterkt umboð á Fólkating Ríkisfelag­ skapurin - Ein sterk eind í altjóða samfelagnum