mánadagur 12. september 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
30
Sosialurin
Kjak
Í løtuni pressa tey vælbjarg
aðu og teirra viðhaldsfólk
á fyri at broyta og minka
skattatrýstið, men á ein slík
an hátt, at tey - og bert tey
- fáa meira burturúr broyt
ingunum.
Lønmóttakarar
nir, arbeiðarar og annars
øll við lágum inntøkum fáa
nakrar krónur meira í lumm
an, men mugu lata tær út
aftur í nýtslugjøldum til
tað almenna, sum vegna
skattabroytingarnar
fær
færri pengar at ráða yvir og
tessvegna má krevja gjald
fyri mangt, sum í dag fæst
ókeypis t.d. læknaviðtalur.
Og tá sagt verður, at fólk
fara at arbeiða meira, so er
hetta bláljós, tí longu - sum
er - eru nógvar arbeiðsleysar
hendur, ið fegnar høvdu tikið
neyðug tøk, um nakað stóð
teimum í boði.
Høgraradikali yvirklassin
blæsur í flat-tax lúðurin, og
teir smærru úlvarnir, ið ikki
vilja standa aftanfyri, blæsa
í smærri horn, men ljóðið er
júst hitt sama, sum í praksis
merkir, at hesir vilja hava
meira stýr á tí arbeiðandi
fjøldini gjøgnum taktiskar
og manipulerandi atgerðir, ið
taka seg væl út, men sum við
nærri kanningum vísir seg
at vera enn ein fíggjarfella,
íð einans hevur sum mál
at geva teimum, ið longu
frammanundan hava nóg
mikið (frá 2 og upp í 18 góðar
árslønir um árið).
Ein fíggjarlig fella er
sostatt sett. Vónandi verður
hon
avmonterað,
áðrenn
skaði
stendst
av
henni.
Hetta letur seg lættliga gera,
um vit standa saman og vísa
á gongdar leiðir har grund
reglan er, at lyft verður eftir
førimuni, og at notið kann
vera eftir tørvi.
Men tað krevur, at kravt
verður av politisku myndug
leikunum, at teir geva TAKS
neyðugu orkuna, at føra
neyðugt eftirlit við øllum
inntøkum, so teir kunnu fáa
loyvi og høvi til at skatta øll
eftir reellum inntøkum og
eftir landsins lógum. At somu
leiðis mvg-ið verður fingið
til høldar, sum tað eigur, og
at neyðug tiltøk verða sett í
verk, tá lógirnar ikki verða
fylgdar. Alt annað er ein háan
av teim mongu sum til punkt
og prikkar røkja sínar skyldir
mótvegis
landskassanum.
Og hartil eisini ófyrigeviligt
yvir fyri teimum mongu,
ið ikki kunnu fáa neyðuga
hjálp, tí eingir pengar eru
til tess m.a. breka, ið mugu
bíða í upp til tvey ár, og sjúk,
ið ikki sleppa av landinum
til viðgerðar, tí pengarnir
mangla í kassanum.
Tað kann á ongan hátt vera
góðtikið, at 100 - tals mill. kr., ið
hoyra heima í landskassanum,
bara sleppa at svimja millum
hávar og heykar, meðan lands
kassin bløðir.
Men hví verður hetta tolt?
Tey fátæku missa bæði ljós
og hita og innivist, um tey
ikki gjalda SEV, olju ella logi,
tí onki er at gjalda við. Verður
stolið kanst tú rokna við at
verða búraður inni.
Kanska er tað nakað um
tað, tá sagt verður, at ongin
er tjóvur, tí hann stjelur, men
tí at hann dugir ikki at stjala
- ella eisini sum danir plaga
at siga: de små tyve hænger
man - de store lader man
løbe.
Er tað tí, at meirilutin av
politikarunum góðtaka, at so
skal vera?
Hetta bæði kunnu og eiga
vit at gera nakað við. Tí vórðu
líka nógvar mill. rændar í
øðrum samanhangi, so høvdu
ránsmenninir verði búraðir
inni for ever, og ikki sum nú
sitið á samfelagsins hægstu
rókum í einum jarðiskum
peningaparadísi saman við
teimum útvaldu, sum eru
frítiknir fyri skattabyrðuna,
sum onnur hava goldið í
teirra stað. Hesir kenna onki
til at lyfta eftir førimuni,
men alt til at njóta, njóta og
njóta.
So í staðin fyri at spilla
tíðina upp á flat - tax og
annað høgravent skattaslutur
altíð við sama máli um at
hava tunga endan niðureftir
og altíð við ætlanum um at
útbyggja stættasamfelagið,
so áttu vit kanska at stovna
eina fólkafylking við kravi
um, at tær útistandandi
milliónirnar vera fingnar til
høldar so skjótt, sum tað á
nakran hátt letur seg gera.
Dagfinnur Danbjørg
At gjalda eftir førimuni og njóta eftir tørvi
Tá kann eg ikki lata verða við
at stilla meg henda spurning.
Hvat vilja nógvir av hesum
flokkum gera, tá teir møgu
liga eru komnir í Fólkatingið.
Sambandsflokkurin hev
ur víst í verki, at hann vil fáa
tað besta burtur úr tí ríkis
felagsskapi, vit eru í partur av
og harvið skapa teir bestu og
tryggastu karmar fyri allar
føroyingar, sum vilja nema
seg útbúgving í Danmark,
ella hava onnur ynski.
Tað er ongin loyna, at
Sambandsflokkurin stendur
næstan púra aleinaður í dag,
tá tað snýr seg um at hava
eitt gott og væl virkandi
samstarv við Danmark.
Lurtar mann eftir, hvat
hinir flokkarnir her heima
hava at siga um Danmark
og ríkisfelagsskapin, ja tá
kann mann bara undrast á,
hvat teir vilja til Danmark
eftir.
Mín meining er hendan,
at Sambandsflokkurin er
einasta brúgv ímillum okk
ara lond í dag. Ein brúgv
sum ger tað møguligt, at
vit føroyingar kunna senda
okkara ungu niður til Dan
mark og víðari út í heim
at vinna sær útbúgvingar
á jøvnum støði við okkara
grannalond, nakað sum ikki
nógv onnur lond kunna erpa
sær av, og ikki fyri at tosa
um tað peningaliga, sum
ríkisfelagsskapurin hevur
at týða fyri júst hesi, sum
eru farin undir útbúgving
í útlondum, harímillum í
Danmark.
Eg tími ikki at fara inn á,
hvat hinir flokkarnir vilja,
tí tað hava teir víst í verki
og tali, men eitt er so vist,
Sambandsflokkurin
fer
niður til Danmark á fólka
ting fyri at byggja upp, ikki
fyri at bróta niður, og tað
er júst hví eg velji at stuðla
teimum, so at vit Føroyingar
kunna hava eina sterka og
trygga brúgv at ferðast eftir,
brúgvin, ið eg velji at kalla
Samband.
Gudmund Larsen
Tí er tað neyðugt
at senda tann rætta
á Fólkating
Bara fólk, sum kenna seg
trygg og hava álit á, at tey
verða hoyrd og vird, vilja
flyta seg. Soleiðis er tað í
hesum málið, sum í øðrum,
tá stórar broytingar eru í
umbúna.
Okkara
sjúkrahús,
øll
trý, virka væl. Hetta vísa
nøgdsemiskanningarnar,
har føroysku sjúkrahúsini
fáa munandi betur skoðs
mál enn tey donsku sjúkra
húsini. Hetta vísir, at okkara
dugnaligu starvsfólk á sjúkra
húsunum gera eitt megnar
arbeiðið hvønn einasta dag.
Sjálvandi eiga vit altíð at
seta okkum spurningin, um
vit kunnu gera tingini øðrvísi
og betur fyri sjúklingin.
Kunnu vit fáa meira burtur
úr tí avmarkaða fíggjarligu
orkuni? Kunnu vit stytta um
bíðitíðina? Og hvussu kunnu
vit betra um røktina og við
gerðina á sjúkrahúsunum.
Tílík mál eiga altíð at
viðgerðast við sjúklinginum
í fokus.
Yvirskipaða
ætlanini
við Sjúkrahúsverk Føroya
er
sambært
landsstýris
manninum í heilsumálum
at fáa styttri bíðirøðir til
sjúkraviðgerð og at skapa
meira og javnt virksemi á
smærru
sjúkrahúsunum.
Hetta eru vit øll samd um og
eiga vit sjálvandi framvegis
at miða eftir hesum.
Men
sjúkrahúsini
og
heilsuverkið í sínari heild
nemur við tær innastu trygd
arkenslurnar hjá fólki. Tí
hevur tað alstóran týdning,
at víðfevnandi broytingar
verða gjørdar í góðum for
stáilsi og kjølfestar í semju
við starvsfólk, borgarar á
staðnum, politiska baklandið
og øll, sum varða av hesum lívs
týdningarmiklu stovnum.
Verður tað ikki gjørt, er
sannlíkt, at ætlanin kollsiglir.
Tá
kann
úrslitið
heldur
verða ótryggleiki, misálit
og mótvilji, og kann hetta
ganga út yvir tænastuna til
sjúklingin.
Tí eiga grundleggjandi
broytingar undir ongum um
støðum at skundast ígjøgn
um í óðum verkum, men eiga
at gerast í tøttum samstarvi
við leiðslur og starvsfólk,
sum skulu virka undir einari
møguligari broyting, so tey
kenna seg tryggan, og hava
álit á at tey verða hoyrd og
vird.
Soleiðis eigur eisini at vera
í málinum um sjúkrahúsbygn
aðin og tí eigur málið ikki at
verða lagt fyri Løgtingið.
Sjúkrahúslógin verður
ikki løgd fyri Løgtingið
Aksel V. Johannesen
formaður Javnaðarfloksins
Ja nú er tíðin komin, har allir flokkar her heima
bjóða seg fram til at umboða Føroyar á fólkatingi,
og nú royna at siga veljaranum frá, hví júst teir
eru teir rætti at senda niður til Danmarkar