Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 Sosialurin fólkatingsvalið 2011 Fólkatingsvalið 2011 Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Hóast ósamdir í nógvum, so eru flestu politisku flokkar í hesum valstríði samdir um, at Føroyar hava harðliga brúk fyri búskaparvøkstri og fólkavøkstri. Hetta er ein stór uppgáva hjá okkum øllum at loysa, og vit eiga at loysa hana í felag. Føroyskar fyritøkur stríð­ ast fyri vøkstri hvønn dag. Landsstýrið ger sítt fyri at skapa fortreytir fyri vøkstri. Kortini ganga føroy­ingar í túsundatali arbeiðsleysir.   Íløga í vøkstur Í størsta partinum av heimi­ num verður átøk gjørd fyri at skapa búskaparvøkstur. Lat okkum hyggja at, hvussu tey í Danmark júst í hesum døgum ætla at skipa seg fyri at skapa nýggj arbeiðspláss.  Har er eitt visionert út­ spæl á gáttini, sum í heilt stutt­­­um gongur út uppá at invest­era 1 mia. kr. í ein vakstrar­depil, har ið vinnu­ fyri­tøkur, út­búgvingar­ stovnar og gransk­arar eftir 8 árum skulu skapa 100.000 nýggj arbeiðs­pláss innan fram­leiðslu­vinnurnar. Íløgan er stór, og tankin er, at tríggir partar skulu reisa ein triðing av kapitalinum hvør: staturin, vinnulívið og universitetini. Málið er at fáa nýggj arbeiðspláss í staðin fyri tey, sum eru mist í kappingini við útheimin. At skapa vøkstur.   Føroyskur vakstrar­ depil er møguligur Enn hava vit í Føroyum ikki í nóg stóran mun miðvíst roynt at skapa nýggj arbeiðspláss við at kombinera útbúgving, vinnulívsvirksemi, vinnu­ gransk­ing og íverksetan í einum munagóðum saman­ hang­andi átaki. Hví gera vit ikki tað? Hví ikki brúka ein slíkan leist, har ið vit seta okkum sum mál at leggja t.d. 100 mió. kr. í ein føroyskan vakstrardepil, sum eftir eitt áramál kann skapa eini 1.000 nýggj arbeiðspláss? Ein føroyskur vakstrar­ depil, har ið okkara vinna, útbúgvingar- og granskingar­ stovnar og íverksetandi kreftir seta seg saman at menna nýggjar vørur og tænast­ur, vil við garanti til­ trekkja ung, ið vilja lesa og læra, og fólk við royndum og vitan. Depilin vil eisini viðvirka til, at útisetar fáa nakað muna­gott at koma heim aftur til. Hetta tvørgangandi átakið vil skapa arbeiðspláss, bú­skap­ arvøkstur og fólkavøkstur. Brúka Ríkisfelagsskapin Hvaðani skulu pengarnir koma frá? Givið er, at tað krevur bæði almennan og privatan føroy­skan kapital at fáa á føt­ur vakstrar­depilin – eitt kombi­­nerað uni­versi­­tets-, vinnulívs- og gransk­ingar­ setur. Men Føroyar eru eisini í teirri hepnu støðu, at vit eru partur av einari størri skipan, ið vit kunnu trekkja uppá.  Ríkisfelagsskapinum kann nevniliga medvirka til at fáa ferð á búskaparvøkstur og fólkavøkstur her í landinum. Eg ivist onga løtu í, at okkara samstarvspartnarar á Christianborg vilja arbeiða saman við okkum í Føroyum, t.d. um at flyta útbúgvingar heim til Føroya, har ið fíggingin kann fylgja við.  Harumframt áttu vit at strikað fastfrystingina av Ríkisveitingini. Á tann hátt fæst størsti partur av fíggingini til vega skjótt, og gongd kann koma á projektið, ið skal skapa arbeiðspláss, búskap­ arvøkstur og fólkavøkstur.   Fólkatingsumboðið til verka Gera vit av at fara undir ætlan­ina, so krevur hon sjálv­­sagt gott samstarv í Føroy­um og millum Føroyar og Danmark.  Hetta er ein ítøkilig ætlan, sum farast kann undir beinanveg, og tað er upplagt, at fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum verður settur á uppgávuna, so vakstrardepilin kann gerast veruleiki. 1.000 nýggj arbeiðspláss eftir 8 árum Lat okkum brúka fólkatingsumboðanina og samstarvið í Ríkisfelagsskapinum til at byggja upp ein føroyskan vakstrardepil, har nýggjar útbúgvingar, vinnufyritøkur, vinnugransking og íverksetan tiltrekkja fólk og skapa nýggj føroysk arbeiðspláss fólkatingsvalið 2011 Poul Michelsen Løgtingsmaður fyri Framsókn »Ósemjan um makrel má loysast, áðrenn Føroyar kunnu vænta sær eina betri handilsavtalu við ES«, segði Lene Espersen, danskur uttanríkisráðharri, sum herfyri steðgaði nakrar fáar tímar í Føroyum. Hon hevði – orsaka av at val bleiv út­ skrivað í Danmark - ikki stundir at siga og gera so nógv, men hon fekk tó sent ávaring­ina til føroyingar- ”Føroy­ingar skulu ikki vænta sær nakra nýggja og betri handilsavtalu við ES, fyrr enn ósemjan um makrelin er loyst. Tað er umráðandi, at ósemjan verður loyst, áðrenn Danmark tekur við formans­ skapinum í ES á nýggjári­ num, tí tað tíðarskeiðið fær Danmark illa røkt føroysk áhugamál.” Einki var nevnt um, at føroy­ingar hava rætt til størri makrelkvotu – eingin spurn­ ingur settur við um føroyska kvotan er skeivt útroknað og byggir uppá skeivar fortreytir – einki spurnartekin sett við, at føroyingar hava prógva at makrelur bæði livir og gýtur í føroyskum sjógvi – einki spurnartekin um, at makrelur er í føroyskum sjógvi í nógv størri mun enn nakar visti av ella rættari sagt vildi vita av. Boðskapurin frá Lenu Espersen var greiður ” onga betri handilsavtalu uttan tit gevast við tykkara makrel­ fiskaríi” Vit vita, at hvørki Norra og ES vilja geva okkum ta kvotu, vit rættvíst eiga. Vit vita at makreltilfeingi okkara í føroyskum sjógvi hevur eitt árligt virði uppá hundratals milliónir kr, ja, helst omanfyri milliardina. Tað er eyðsæð, at ein betri handilssáttmáli við ES, sum skal kompensera fyri makrelrættindi okkara, er sera torførur at fáa eyga á. Vit hava nústani tora at kravt okkara rímiliga og rætta part av makreltilfeinginum. Tíbetur hava vit tikið hetta stigið. Tað er mær tí óhugsandi, at vit í komandi makrelsamráðingum fara at slaka í krøvum okkara. Herfyri fór lítil privat sendinevnd úr Føroyum til Noregs at royna at greiða norðmonnum frá okkara rættindum makrelkvotuni við­víkjandi. Sendinevndin var væl ílatin til at greiða norð­monnum frá støðu føroy­ inga, men har var tosað fyri deyvum oyrum. Tað var sum at sletta vatn á gás. Roynt verður nú frá norsk­ ari síðu at fáa Ísland við í partin hjá ES og Noregi ímóti Føroyum. Hetta sjálvsagt við at Noreg og ES eru sinnaði at geva íslendingum munandi størri rættindi. Vit eru uppi ímóti stórum kreftum – og vit skulu spyrja okkum hví so er ? Her eru sera nógv virðir uppá spæl. Virðir, sum vit eiga okkara rætt­vísa part av, men sum Noreg og ES ikki unna okkum. Hóttanin frá Lene Esper­ sen skulu vit taka við sinnis­ ró. Vit eiga okkara rætt, og hann skulu vit krevja – so einfalt er hetta. Lene Espersen? Har var ikki nógv hjálp at heinta