mánadagur 12. september 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
Sosialurin
S
o varð ”Ísvirkið skoldað”.
Hetta var bygningurin, ið
flestu fuglifirðingar handan
eystara landið festu eygað á,
tá ið teir morgun og kvøld sótu
framman fyri køksvindeygað
við einum morgun- ella seinra
partdussi. Øll míni ár hevur
hetta verið ein ikon – húsið
við tí reyðu tekjuni, reyðu
hurðunum og vindeygakarm
unum, ið læt upp fyri einum
ávísum ráki í hugans heimi og
bygdarsøgu.
Eitt sindur um søguna
um Ísvirkið (Handils
virkið Haraldsen 75 ár)
Jákup Haraldsen stovnaði
1940 partafelagið Fuglafjarðar
Ísvirki. Tey, ið stovnaðu hetta
virki, vóru: Jákup Haraldsen,
Anna Haraldsen og Kristian
Haraldsen
(Bassi).
Farið
varð við tað sama undir at
byggja á helluna uttan fyri
Køvugjógv.
Tá ið annar heimsbardagi
brast á í 1939 varð ikki møgu
ligt at selja fisk til tey londini,
sum
vanliga
keyptu
frá
okkum - Spania, Italia, Portu
gal og Grikkaland, tí mátti
farast undir okkurt annað,
sum kundi menna okkara
samfelag. Bretar tóku stóran
part av fiskiflotanum til
hernaðin, tí teimum vantaði
hernaðarskip. Hetta førdi
við sær, at matvørur komu at
tróta á marknaðinum, helst
fiskur, og tí fór prísurin á
honum munandi upp.
Føroyingar sóu ein møgu
leika at vinna sær nakrar
krónur burtur úr hesari støðu
og fóru at sigla við feskum
fiski til tann bretska markn
aðin. Her skuldi ísur til fyri at
halda fiskin feskan, og fá og
smá vóru ísvirkini her á landi,
so hetta munti ikki nógv. Í
Eysturoy var einki virki.
Framleiðslan av ísi á Is
virkinum var uml. 12 tons um
samdøgrið. Sjálvandi keyptu
tey føroysku skipini eisini ís
úr Bretlandi, hóast vanliga
hugsanin var tann, at ísurin
úr Fuglafirði var nógv betri
enn tann enski. Vatnið til
ísin kom úr Kelduni Vígdá
omanvert Ísvirkið.
Tá ið kríggið endaði í 1945,
og skip góvust at sigla til
bretska marknaðin , so kom
steðgur í ísframleiðsluna, og
seinast í fimmtiárunum varð
virkið gjørt til eitt flakavirki
og fór ein menning fram á hes
um stað til 1992, tá ið kreppan
kom. Hetta var gongdin, og
hetta er ein partur av hesi
søgu.
Oddfríður
Harladsen,
sáli, var maðurin, ið stýrdi
hesum valaplássi heilt fram
til hendan “øskudag” í 1992, tá
ið alt Føroya land var komið
á ørmundarhúsið.
Skaldakent hús
Heilt uppi undir Nón á Gjógv
arafjalli vellir Keldan Vígdá
fram. Tú kanst síggja froðuna
standa frá henni góðveðurs
dagar, tá ið ljósagrønur mýri
mosi liggur sum eitt klæði
kring ta skúmandi kelduna..
Hon flýtur inn í eygnakrók
arnar á hvørjum mansbarni
í bygdini, og væl smakkar
vatnið undan krananum frá
hesari keldu. Keldan er lívs
æðrin í bygdini. Hon hevur
í túsundir av árum runnið
undan hesari valling uppi
undir Nón og sagt sína søgu
um tað, sum hevur verið
kring hana og tað, sum hevur
verið í hesum dópsvatni. Hon
hevur doypt Ísvirkið hvønn
dag síðani fyrst í fýrati áru
num, so hesin dópur hevur
ikki munað til tað oyðandi
megina, sum liggur í manna
hondini,
nú
Ísvirkið
er
avdankað.
Í mong ár vóru bert tvey
hús úti við Køvugjógv. Tað
var Ísvirkið og húsini hjá
Jacob Úti á Land. Soleiðis
verður t. d. lendið kallað úr
Rossagerði út á Leitið.
Seinrapart onkran sunnu
dag í góðum summarveðri,
varð gingið túr í mínum
barnaárum Út á Land. Hetta
varð langt at fara, og var tað
satt at siga sum at koma í eitt
annað land. Tað var forvitnis
ligt at koma so nær at Ísvirki
num, so stórt tað var – reytt
og hvítt. Løgið var tað, at
tann heiti, lívgandi, reyði
liturin skuldi kasta ís av sær.
Tað dugdi eingin barnasál
at ímynda sær; men hóast
tað, so var tað so. Hetta hús
hevði so stórt pláss í hjørtum
okkara, at tað var har dag og
nátt... og er har enn...nú er
tað farið... Evigt ejes, kun det
tabte.
Onnur hús
Tað var at undrast yvir at
standa vestarumegin landið
og skoða t. d. Borgina og Húsa
fellið, sum stóðu sum kempur
og goymdu at sínum húsum –
Koksinum, Stórhúsi og tí lítla
kaihúsinum
eystarumegin
á fjørðinum. Tað var eisini
reytt, men tað hevði ikki ta
glóð í sær sum Ísvirkið. Hetta
litla, fitta húsið á kaiini minti
meira um Reyða húsið sum
Kazimir Malevich (russiskur
listamaður f. 1878 d. 1935)
málaði á sinni, sum er ein
heimskendur málningur.. og
ikki at gloyma tað gula húsið
hjá Solberg, sála, Norður í Líð.
Ovara síðan er gul við einari
reyðari hurð. Hinar tríggjar
síðurnar eru grønar, vind
skeiðirnar eru reyðbrúnar og
minnir meira í skapi á Reyða
húsið hjá Kazimir enn Ísvirkið.
Listin hjá Kazimir verður
kallað
fyri
suprimatisma.
(Suprimus – hevjað upp).
Hann málaði tann Svarta fýr
kantin, sum eisini er ein heims
kend mynd, og er Reyða húsið
ein partur av einari ikonisk
ari ímynd millum ymiskar
listarætningar – kubismu,
surrialismu, symbolismu og
futurismu. Hetta rumsaðað
ist í sinni hansara, áðrenn
hann kom til suprimatismuna
- Svarta kvadratið, Svarta
krossin, Hvíta fýrkantin... og
so hesa elskuligu myndina:
Reyða húsið.
Ísvirkið er nú farið, og
bygdin hevur mist aftur eitt
sjaldsama vakurt hús, sum
óivað Kazimir hevði verið
glaður um at sæð. Enn hava
vit Kelduna Vígdá, og enn
eiga vit slottið hjá Solberg
Norðuri í Líð, sum er uml. 6
fermetrar. Hetta er ein troyst,
og kanska er tað tann seinasti
suprimatistiski bygningurin
her í bygdini. Vælsignaður
veri Solberg, sáli, fyri tað.
Ísvirkið fór undir heilt 25.08.2011
Frits Johannesen
Útsýnið Út á Land – Ísvirkið við síðuna av tí bláa bygninginum
Reyða húsið - Kazimir
Malevich
Húsið hjá Solberg