Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 10. februar 2004 35 34 Nr. 27 - 10. februar 2004 Øgiligur spenningur Marian Cirlogan- escu mátti fyri fyrstu ferð taka til takkar við plássi á beinkinum, nú steypafinalan í hondbólti stóð á skránni STEYPAPRÁT Jákup Mørk Eitt er at vera partur av eini steypafinalu sum leikari. Tað hevur Marian Cirloganescu roynt áður, men at standa sum venj- ari, meðan leikararnir stríðast fyri steypinum. Tað hevði hann ikki roynt undan leygardagin, tá hann av einum knæskaða varð noyddur at halda til á beinkinum. Og Marian ásannaði eisini eftir dystin, at hetta hevði verið strævið. – Hatta var ræðuligt. Atmosferan í høllini var alla tíðina sera spent, og fyri okkara viðkomandi gekk illa at fáa glið á spælið. Nú endaði alt við einum tryggum sigri, men tað var langt ífrá alla tíð- ina, at hann var so trygg- ur. H71 megnaði veruliga at gera tað trupult fyri okkum, men eg haldi at tað avgerandi var, at okk- ara leikarar hava meira royndir. Tá tað stóð allar mest á, so megnaðu mínir leikarar í nógv størri mun at halda høvdinum kalt, soleiðis at røttu avgerðir- nar vórðu tiknar. – Sjálvur fekk eg ikki gjørt so nógv. Eg royndi sjálvandi at geva boð um, hvat eg helt skuldi til, men tað var ræðuliga trupult at hugsa klárt. Nú veit eg ikki, um havi for- nermað nakran, tá eg so- leiðis stóð og rópti, men havi eg tað, so vil eg við hesm biðja um eina umbering. Ikki ein og tveir Og so leggur málverjin og venjari hjá StÍF afturat, at tað frøddi hann heilt nógv, at liðið nú stóð hesa royndina uttan tveir av av- gjørdu stuðulsleikarun- um. Nevnliga málverjan sjálvan og Svein Justinus- sen. – Um eg kann siga tað soleiðis, so var hetta endaliga prógvið fyri, at vit hava eitt lið, og ikki bara eru nakrir einstak- lingar. Sjálvandi eru summir leikarar sera týdningarmiklir fyri liðið, men tað avgerandi er, at aðrir altíð eru til reiðar at taka yvir, og tað vóru teir hesaferð. – Og lat meg so at enda geva áskoðarunum eina stóra tøkk. Teir vóru aftur í dag heilt fantastiskir, og á vøllinum kennis tað veruliga, sum eru teir átt- andi maðurin hjá okkum. Tað eiga tey øll somul stóra tøkk fyri, segði málverjin at enda. Marian Cirloganescu ásannaði, at leikluturin sum venjari í slíkum dysti var væl strævnari enn hann er tað sum spælari Mynd: Álvur Haraldsen H71 stríddist til fá- nýtis móti yvirmakt- ini, tá mansfinalan var á skránni leygar- dagin COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Tað gekk júst soleiðis, sum tey flestu høvdu roknað við, tá mansfinalan í steypakappingini í hondbólti var á skránni. Hoyvíkingar vóru eitt sera óvæntað innslag í fin- aludystinum, men hóast teir stríddust av øllum alvi, so megnaðu teir ikki at basa strandingunum, sum nú fjórða árið á rað vóru partur av steypafinaluni. Kvikleikin er trupulleikin Longu fyri steðgin var rættiliga skjótt greitt, hvønn vegin tað bar, og tað var somuleiðis greitt, hví hoyvíkingar so oftani hava tað so trupult móti júst StÍF. Hóast H71 rættiliga skjótt fekk toluliga gott skil upp á vælvaksnu verjuna, og á tann hátt megnaðu at halda strandingunum so nøkun- lunda í skák, so megnaðu teir ikki at gera sær dælt av hesum. StÍF dugdi nevnliga eisini at verja. Kvika og offensiva spælið gav her bonus í fleiri kontra-álop- um, tá hoyvíkingarnir ikki høvdu stórt øðrvísi streing- ir enn skothóttanirnar frá Halgir og Gerster. Nakrar ferðir varð roynt at spæla tunt, men tá gjørdist tað í flestu førunum júst so spískt, sum strandingar vildu hava tað, og so var tað sjáldan, at Rasmus Magn- usson hevði stórvegis trup- ulleikar av royndunum. Og í hinum endanum sýndi StÍF eisini, at teir hava fleiri streingir at spæla uppá. Ikki minst gjørdi Mihai Marinescu góðan mun við skothóttan sínari, sum fleiri ferðir var við til at bróta ígjøgnum fløtu verjuskipanina hjá hoyvík- ingum. Rutinan avgjørdi Kanska vóru tað fleiri, sum í steðginu hildu, at hetta fóru strandingarnir at koyra heim, og kanska var tað eisini hetta, sum leikararnir sjálvir hildu. Hoyvíkingar vóru tó av aðrari fatan. Partvíst hevði spælið fyri steðgin verið merkt av nervum, nú tað hjá fleiri av leikarunum var talan um spildurnýggja uppliving, men alt hetta var tó tveitt fyri borð eftir steðgin. Leikararnir tóktust nú bara at njóta ta stóru uppliving, sum ein steypa- finala er. Trý mál á rað syrgdu fyri, at spenningur av álvara kom í dystin, og tá Halgir við einum framúr høggi legði H71 upp á 19- 18, kom av álvara kók í hoyvíkspartin av høllini. Kanska hevði H71 nú eisini møguleikan at gera arbeiðið liðugt við at taka triðja oddaliðið á rað úr steypakappingini, men tað gjørdist ikki meira enn eitt kanska. Munurin á royndunum kom nú nevnliga greitt til sjóndar á liðunum báðum. Strandingar vóru kanska eitt sindur skelkaðir, men heldur enn at falla í fátt, so hildu teir høvdið púrasta kalt. Roynt varð at fáa grundleggjandi lutirnar í spælinum at koyra aftur, og við góðari hjálp frá mót- støðuni fekst so aftur ferð á. Tí hoyvíkingarnir gjørdu nevnliga alt annað enn at halda høvdið kalt hesa løt- una. Tvørtur ímóti tóktist menn nú vera fullkomuliga yvir-gearaðir, og við tveim- um óneyðugum útvísingum á rað skatptu teir sær ring- ast hugsandi útgangsstøði at halda leiðsluni. Við fýra málum á rað tóku strand- ingarnir nú eisini yvir, og so gjørdist tað alt í verðini for tungt hja´H71 at svara aftur. Ikki minst tí møðin nú av álvara gjørdist sjónlig hjá berandi leikarunum á liðnum. Halgir og Gerster vóru í stórum pørtum av dystinum teir einastu, sum veruliga hóttu StÍF-verj- una, men uttan nakra hvíld yvirhøvur, megnaðu teir ikki at halda dampinum í samfullar 60 minuttir. Tað var tó merkisvert, at Niels Viggo Niclassen ikki eisini varð nýttur á hesum pláss- inum. Kanska er hann ikki eins góður skjútti sum hinir báðir, men heilt fyri ongum er hann tó ikki, og tað vildi verið upplagt at nýtt hann sum avlasting fyri hinar báðar, soleiðis at eisini teir fingu neyðugu hvíldina ígjøgnum dystin. Og somuleiðis var tað merkisvert, at Eyðun Jen- sen fekk so lutfalsliga lítla tíð á vøllinum. Tær løtur- nar, hann var inni, megnaði hann at seta ferð á spælið, men minuttirnir vóru altso ov fáir til, at hetta veruliga kundi fáa nakra ávirkan. Frustratiónir Tað var tó ikki fyrr enn seinastu løtuna av dystin- um, at StÍF veruliga beindi allan iva um úrslitið til viks. Seinasti ivin mundi hvørva, tá Heini Bendtsen í fríari støðu misnýtti møgu- leika at minka munin til 24- 26, og tá StÍF so skoraði eftirfylgjandi, stóð skriftin á vegginum. Tað tóktist eisini, sum góvu hoyvíkingarnir nú skarvin yvir. Frustratiónir- nar tóktust koma fram, og tá Henrik Gerster nærum jarðlegði Alexandur Johan- sen mundu øll uttan dóm- araparið halda, at reyða kortið kom fram. Dómarar- nir sóu tó støðuna nakað øðrvísi, og í øllum førum var revsingin ikki meira enn tveir minuttir. Reyða kortið kom tó fram tvær ferðir afturat. Fyrst tá Andre F. Danielsen fekk bæði næstu og trijðu útvís- ingina í senn, og síðani tá Jákup á Borg og Alexandur táttaðust eitt sindur. Úr- slitið var eitt – kanska hart dømt – reytt kort til Jákup, men tá kundi tað sum so vera tað sama. Stranda- áskoðararnir vóru langt síðani farnir undir niður- teljingina, og tá floytan ljóðaði fyri seinastu ferð, tusti alt inn á vøllin. Enn einaferð endaði steypið inni á Skálafjørðinum, og skjótt fær tað ikki verið tilvild við stavríminum, sum er í Steyp, StÍF og Strendir. Dysturin í tølum StÍF-H71 34-30 (17-14) Støður í dystinum 10 min: 7-6 20 min: 13-9 40 min: 19-19 50 min: 27-24 Málskjúttar StÍF: Alexandur Johansen 8(4), Mihai Marinescu 8, Artur Johansen 5, Bent Djurhuus 4, Leivur Justin- ussen 2, Sverri Justinussen 2, Pauli Hansen 2, Borgar Danielsen 2, Andre F. Dani- elsen 1 H71: Henrik Gerster 9(2), Halgir Dahl Olesen 8, Johnny Durhuus 4, Heini Bendtsen 2, Jákup á Borg 2, Bárður Brimvík 2, Christian Eli Zachariasen 2, Niels Viggo Niclasen 1 Brotskøst: StÍF 7(4), H71 2(2) Útvísingar: StÍF 9, H71 7 Diskvalifikatión: StÍF 2 (báðar 3X2 minuttir), H71 2 (eitt beinleiðis reytt og eina 3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Var kanska ikki teirra besti dystur. Tóktust hava sett sær fyri, at dysturin ikki skuldi enda í roki, og onkursvegna tókt- ist tað, sum var fokus í ov stóran mun sett á hetta. Hava tó eitt klokkuklárt uppgávubýti sínamillum, soleiðis at dysturin ongan tíð fór út at koyra. StÍF-H71 34-30 (17-14): Aftur steyp til Strendur Offensiva verjan hjá StÍF fyri stóran part H71 alstórar trupulleikar. Einamest tí teir stórt sæð ikki høvdu onnur vápn enn skothóttanirnar av bakkinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 34