Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 10. februar 2004 37 Aldursforsetin á StÍF liðnum hevði ongan tíð vunnið nakað undan finaludystinum leygardagin STEYPAPRÁT Jákup Mørk Hann sá mest sum frið- sælur út, tá hann á pall- inum var vitni til, at StÍF enn einaferð fekk steyp handað frá bankastjór- anum, Janusi Petersen. Sverri Justinussen hev- ur í nógv ár talst millum fremstu hondbóltsleikar- arnar í landinum, men hóast hetta, so hevur tað verið so sum so við skreytinum. Við fyrst NSÍ og síðani Tjaldri, var tað aloftast ein leiklutur í botninum, sum fall hon- um í lut, og seinnu árini hevur tað so fyrst og fremst verið bróðurson- urin, sum hevur tikið sær av heiðursmerkjum. Undan hesum kapping- arárinum gjørdi Sverri tó av at skifta hondbólts- leiðina. Tjaldur hevði tikið sítt lið úr kapping- ini, og hetta gav Sverra høvi at fara at royna seg í øðrum felag. Valið fall ikki heilt óvæntað á StÍF, men hóast fyrsta steypið nú er komið til høldar, so sigur Sverri, at tað ikki var møguleikin fyri hes- um, sum vigaði mest í avgerðini. - Nú havi eg spælt hondbólt í so nógv ár, og tá støðan nú bleiv, sum hon bleiv, so helt eg, at eg nú skuldi royna meg í einum felagi, har viður- skiftini kring liðið í nógv størri mun eru skipað. Sjálvandi hugsaði eg eis- ini, at eg kanska hevði møguleikan at vinna nak- að her, men fyrst og fremst var tað altso tað at spæla í einum sterkum felag við góðum leikar- um kring meg. Hetta var nakað, sum eg vildi royna, áðrenn eg gevist við hondbóltinum, og í so máta hevur hetta eydnast. Sjálvur gongur Sverri nú á 37. ári, og hann á- sannar eisini, at tað nokk er avmarkað, hvussu nógvar dystir afturat tal- an verður um í fremstu røð. - Tað veit eg ikki. Eg taki eitt ár í senn. So fáa vit at síggja. Eg fari so ikki at melda út, at nú gevist eg, tí tað eru tað nógvir aðrir, sum hava roynt, uttan at teir tó eru givnir fyri tað. - Í steypakappingini ert tú úti, um tú tapir, og tað er eitt trýst, sum hóskar okkum væl, helt liðskiparin hjá StÍF eftir finalu- sigurin STEYPAPRÁT Jákup Mørk At StÍF er steypalið burtur- av, er nokk eingin loyna longur. Gaman í heur liðið seinnu árini verið fastur partur av oddinum í før- oyskum manshondbólti, men fimm steypafinalur innan seks ár, og tríggir finalusigrar í fýra ár bera boð um, at tað er okkurt heilt serligt við liðnum. Og liðskiparin hjá StÍF, Jón Rasmussen, er ikki heilt ósamdur í, at steypa- kappingin hóskar seg væl til liðið. - Tað er onkursvegna soleiðis, at vit trívast betri, tá nógv stendur upp á spæl. Í steypakappingini er tað soleiðis, at tú als ikki hevur ráð til at tapa, og tá klára vit ofta at lyfta okkum sjálvar. Í so máta kann man kanska siga, at tað er stórt spell, at landskappingini ikki koyrir eftir gamla leistinum við finaludysti, men tað má so vera tað. Gloym landskapp- ingina í dag Um dystin hesaferð helt Jón, at tað til tíðir stóð nógv á, men at liðið eisini her vísti eginleikan at reisa seg undan trýstinum. - Tað gerst heilt spenn- andi ta einu løtuna, og teir koma eisini upp á 19-18, men so fáa vit aftur takið, tá teir ikki megna at halda høvdinum nóg kalt, og so haldi eg, at vit takið. Í øll- um førum gjørdist tað ikki heilt so spennandi aftur í dystinum, og seinastu løt- una var eg als ikki í iva um, at vit høvdu vunnið. Sum sagt, so merkti úr- slitið triðja steypasigurin í fýra ár til strandingar, men hóast fagnaðin um hetta og hóast ein móttøka stóð á skránni í bygdarhúsinum, tá liðið kom heim, so hevur liðið eisini sítt at hugsa um í landskappingini. Ikki minst komandi vikuskiftið, tá Kyndil er mótstøðuliðið, men hetta tóktist tó ikki vera nakað, sum leikararnir hugsaðu um leygardagin. - Í kvøld hugsa vit so ikki um Kyndil. Tað er sjálvandi eisini ein sera týdningar- mikil dystur, men nú mugu vit fyrst og fremst njóta sig- urin í dag, segði ein fegin liðskipari at enda. Steyp til Sverra Tað eru eini 20 ár síðani, at Sverri Justinussen fyri fyrstu ferð royndi seg í fremstu hondbóltsrøðini, men ikki fyrr enn leygardagin slapp hann fyri fyrstu ferð at kenna, hvussu ein steypasigur smakkaði Mynd: Álvur Haraldsen Best undir trýsti Málverjin hjá H71 helt, at hann og lið- felagarnir av álvara høvdu møguleikan, áðrenn teir um miðj- an seinna hálvleik vórðu raktir av fleiri útvísingum HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Tann H71-leikarin, sum kanska hevði sjónligasta leiklutin leygardagin, var málverjin á liðnum, Levi Nybo. Fleiri ferðir royndi hann at halda lívinum í dystinum við nøkrum framúr bjarg- ingum, men í seinasta enda var heldur ikki hetta nóg mikið, og ivaleyst mundu fleiri taka hálvgum synd í honum, tá hann í einum trimum førum hevði framúr bjargingar, sum tó allar endaðu í returbóltum til púra blankar strandingar. Væl fyrireikaðir Eftir dystin mátti Levi bara ásanna, at teir høvdu tapt fyri einum betri liði, og sjálvur helt hann so ikki, at teir kundu gjørt so nógv øðrvísi. - Vit høvdu í øllum førum fyrireikað okkum væl, men kortini, so byrj- aðu vit ikki dystin serliga væl. Tað skal tó eisini sig- ast, at Rasmus hevði fleiri góðar bjargingar fyrstu løt- una, soleðis at tað ikki eydnaðist okkum at skjóta neyðugu málini hesa løt- una. Tað eydnaðist tó liðnum at koma aftur í dystin, og eitt skifti í seinna hálvleiki var høllin á gosi, tá H71 í lítla løtu hevði leiðsluna. Var nakað serligt, sum leikararnir høvdu avrátt í steðginum. - Nei, tað haldi eg ikki. Vit trúðu alla tíðina uppá, at tað skuldi eydnast okk- um at koma aftur í dystin, og vit hildu bara áfram at stríðast. Og eg haldi, at vit høvdu takið hasa løtuna, tá vit koma framum, men so fáa vit nakrar býttar útvís- ingar, sum gera tað alt ov trupult hjá okkum. Tá sleppa teir avstað aftur, og so høvdu vit ikki so nógv meira eftir, helt málverjin, sum aftur her mátti ásanna, at eitt gott persónligt avrik ikki altíð er nóg mikið hjá liðnum. Dýrar útvísingar - Vit trúðu alla tíðina uppá, at tað skuldi eydnast okkum at koma aftur í dystin, og vit hildu bara áfram at stríðast, helt Levi um løtuna, har H71 var um reppið at koppa strandingunum Mynd: Álvur Haraldsen - Í so máta kann man kanska siga, at tað er stórt spell, at landskappingini ikki koyrir eftir gamla leistinum við finaludysti, helt Jón Rasmussen fyri, tá vit spurdu hann um serligu eginleikarnir hjá StÍF sum steypalið 37 36 Nr. 27 - 10. februar 2004 Tað var ein vónbrotin Laila Jespersen hjá VB, ið Sosialurin hitti mitt millum sigurs - kátar klaksvíkingar, meðan "we are the champions" hjá Queen dundraði úr hátalarunum í høllini STEYPAFINALA Terji Nielsen Alt bendi á, at tað fór at eydnast VB at endurvinna steypakappingina hjá kvinnum, men so var ikki. Tað var tí væl skiljandi, at leikararnir hjá VB hingu við høvdinum eftir dystin leygardagin. Konsentratiónin reyk Eftir dystin spurdu vit ein av stuðulsleikarunum hjá VB, Lailu Jespersen, hvat tað var, ið gekk galið? - Vit megna ikki at halda høvdið halt. Vit hava ov nógvar nervar, og tá ið tær koma fyri seg, missa vit konsentratiónina, og tað straffa tær. Vit royndu at koma aftur, men tað var ikki nóg mikið, og tað gerst ikki við. Í dystinum í dag skora tit 19 mál, tað er eitt sindur minni enn vanligt hjá tykk- um? – Ja, eg haldi, at út- lendsku leikararnir hjá okk- um tóku ov stóra ábyrgd á seg, og tí koyrdi spælið hjá okkum ikki nóg væl. Vit eru eisini vanar við, at Daiva verður mansvard, men í dag riggaði tað bara ikki, og vit vóru alt ov febrilskar. Nú er so bara føroya- meistaraheitið eftir at spæla um, hvussu verður við tí? - Ja, tað fara vit í hvussu so er eftir. Vit ætla okkum so heilt vist at endurvinna meistaraheitið. Í næstsein- asta leikumfari (tann 27 marts blðm.) kemur Stjørn- an til Vágs, og tann dystur- in kann væl hugsast at verða avgerandi fyri FM- heitið, og tað hevði verið ein kærkomin hevnd hjá okkum at vunnið tá. Laila Jespersen vónar, at VB fer at fáa hevnd fyri steypatapið, tá Stjørnan í næst seinasta leikumfarinum vitjar í Vági Mynd: Álvur Haraldsen Ein av royndastu leikarunum hjá Stjørnuni er Annika Ljósstein. Vit hittu hana beint eftir steypasigurin leygar- dagin STEYPARÓMUR Terji Nielsen Tað sá ikki út til, at reyða kortið, ið Annika hevði ognað sær stutt fyri leiklok, gjørdi sigursrómin minni. Hon strálaði sum ein sól, tá ið vit fingu orðið á hana. Tvey mál góvu okkum luft undir veingirnar Hvussu bar tað til, at Stjørnan kom aftur, eftir at hava verið aftan fyri við sjey málum, spurdu vit Anniku: – Vit vóru øgiliga ner- vøsar í byrjanuni av dystin- um, og tað koyrdi als ikki hjá okkum. Men vit mistu ongantíð vónina, og tá ið vit so fingu tvey mál á rað seint í fyrra hálvleiki, var tað sum um vit fingu luft undir veingirnar. Tað var stuttligt at síggja, tí høllin var ordiliga kølnað, men vit fingu verjuna hjá okkum at virka, og so kom lív í aftur. Vanliga eru skjótálopini eitt av sterkastu álopsvápn- unum hjá Stjørnuni, men tað tók langa tíð, áðrenn gongd kom á tey leygar- dagin. Hví var tað so? - Vit vóru sum sagt ógvu- liga nervøsar, og tí gjørdu vit eisini fleiri býttar og óneyðugar feilir tíðliga í dystinum. Hetta viðførdi, at vit gjørdust bangnar fyri at avlevera, og tí blívur alt eitt sindur rótut, men tíbetur fingu vit so líðandi skil á. Annika fekk sum sagt reyða kortið beint fyri dystarlok, og vit spurdu hana, um talan var um eitt neyðugt reytt kort? – Ja, tað var tað, hóast eg ikki haldi, at tað var reytt kort, tí eg haldi, at hon rann bara inn í meg. Men skal tað verða reytt, so er tað í ordan, tí tá ið vit nú hava fingið steypið, so er tað líkamikið, sigur Annika Ljósstein at enda. Ein av leikarunum hjá Stjørnuni, Anna Kristina Samson, hevði føðingardag leygardagin, og hon fekk bestu føðingar- dagsgávuna, ið hugsast kundi STEYPARÓMUR Terji Nielsen Undan dystinum hevði Anna Kristina vónað, at hon fór at fáa ein steypa- sigur í føðingardagsgávu, men sá ikki út til at so fór at verða. Vit kempaðu okkum aftur í dystin Anna Kristina segði eftir dystin, at tær mistu ongan- tíð vónina um at fáa VB aftur, hóast vágskvinnur høvdu lagt seg greitt á odda. Vit kempaðu okkum inn aftur í dystin, og tá ið stígur kom í spælið hjá VB, fingu vit samstundis glið á okkara spæl, og tá ið alt kom til alt vóru tað vit, ið vóru omaná, segði ein ovurfegin Anna Kristina eftir dystin. Spurd um ósigurin móti júst VB undanfarna viku- skifti sat í bakhøvdinum, segði Anna Kristina, at tað gjørdi hann ikki, tí her var talan um eina finalu, og tað er nakað heilt annað. Vit hugsaðu bara um dystin sum eina finalu, segði føð- ingardagsbarnið at enda, áðrenn leiðin gekk norður aftur til Klaksvíkar at há- tíðarhalda bæði steypa- sigurin og føðingardagin. – Vit kláraðu ikki at halda høvdið kalt – Tann besta føðingardags- gávan eg kundi fáa Í fimtu royndini eydnaðist Onnu Kristinu Samsons at fáa hendur á steypinum, so betri gávu kundi hon neyvan fáa Mynd: Álvur Haraldsen – Vit mistu ongantíð vónina - Vit fingu verjuna hjá okkum at virka, og so kom lív í aftur, helt Annika Ljósstein í løtunum efitr dystin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 36