Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 10. februar 2004 39 Steypavinnarar Sum tað nokk er flestum kunnugt, so gjørdist tað kvinnurnar hjá Stjørnuni og mennninir hjá StÍF, sum vunnu steypakappingina í hondbólti um vikuskiftið. Sosialurin ynskir báðum liðum hjartaliga tillukku við sigrinum Myndir Álvur Haraldsen Vonbrotið hjá VB var sjónligt. Tær høvdu at kalla steypið í hondunum, men mistu í evstu løtu til væl stríðandi Stjørnurnar Enn einaferð. Steypafinalan tykist vera ein góður vani hjá StÍF, og hesaferð eydnaðist so at vinna, eftir at steypið í eitt ár hevur verið lænt út til Kyndil Fáu sekundini, sum venjararnir hava at vegleiða leikararnar í, mugu brúkast á besta hátt, og hett megnaði Stjørnan leygardagin Og so kundu sjampanju-propparnir fáa frítt at fara. Steypið er aftur ogn hjá StÍF, og so varð alt annað lagt til viks í eitt kvøld 39 38 Nr. 27 - 10. februar 2004 Tað var ein ovurfegin borgarstjóri í Klaks- vík, Steinbjørn Jacob- sen, ið Sosialurin fekk orðið á beint eftir steypafinaluna hjá kvinnum leygardagin STEYPARÓMUR Terji Nielsen Tað var ein øgiligur rómur á klaksvíkingum úti á vøllinum, tá ið dómararnir báðir høvdu bríkslað sein- asta bríkslið í dystinum millum Stjørnuna og VB, og staðfestast kundi, at Klaksvíkar býur hevði ognað sær enn eitt steyp. Mitt í øllum trunkanum gekk sjálvur borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, og hann var sum vera man ovurfegin. Ómetaliga stóran týdning fyri býin Spurdur hvønn týdning ein slíkur steypasigur hevur fyri Klaksvíkina, sigur Steinbjørn Jacobsen, at hann hevur ómetaliga stór- an týdning. Hann sigur, at í sambandi við dystin verður fokus sett á býin, og tað at kvinnurnar hjá Stjørnuni kunnu koma frá at verða aftan fyri 1-8 og enda við at vinna dystin, er fantastisk reklama fyri Klaksvíkina, sigur Steinbjørn. Tá ið vit spurdu Stein- bjørn, um kvinnuliðið hjá Stjørnuni er ítróttarligi stoltleikin hjá Klaksvíkar býi, er hann skjótur at svara, at allur ítróttur er stoltleiki hjá býnum, men hann leggur afturat, at avrikini hjá Stjørnuni eru so góð, at nógv uppmerk- somheit eru um tær júst í løtuni. Somuleiðis fegnaðist Steinbjørn um, at klaks- víkingar eru so óførir at stuðla sínum ítróttarfólki, tá ið dystast bæði í Klaks- vík, men so sanniligani eisini aðrastaðnis í landin- um. Hann sigur, at hond- bólturin í Klaksvík er á veg fram, og vónandi fara vit um nøkur ár at síggja Stjørnuna aftur í bestu mansdeilduni, har teir áður vóru fastir fúsir, endar borgarstjórin í Klaksvík, áðrenn hann leitar sær inn aftur í trunkan av ovur- fegnum klaksvíkingum. – Hetta var ótrúliga flott Tað var sjálvandi ein errin borgarstjóri, sum eftir dystin kundi staðfesta, at hondbóltskvinnurnar nú aftur høvdu vunnið steyp til býin Mynd: Álvur Haraldsen Í ódnarveðri komu kvinnurnar á fyrsta liðinum hjá Stjørnuni og áskoðararnir aftur til Klaksvíkar leygar- kvøldið eftir at tað fyri fyrstu ferð eydnaðist liðnum at vinna steypafinaluna. Og tílíkt fer ikki friðarliga aftur við borðinum í Klaksvík HONDBÓLTUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Vindurin leikaði í upp á tað harðasta, og ikki mundi Ternan sigla nógvar túrar afturat leygarkvøldið, men um sjeytíðina kom hon floytandi inn eftir vánni við sigursfegnum Stjørnu- kvinnum umborð. Hóast vánaligu líkindini, so vóru heilt fitt av bilum á ferjuleguni og tóku ímóti. Somuleiðis varð skotið við fýrverki og neyðblussini sóust langan veg. Skjótt varð tó gjørt av á ferju- leguni, tí ikki var veður til nakað sum helst. Seinni um kvøldið hittust liðfelagarnir, venjararnir og onnur við til ein bita í hølunum hjá Føroya Banka. Tey fingu smyrjibreyð og okkurt gott afturvið. So hvørt sum leikararnir komu, varð heilsað uppá og ynskt til lukku, og strálaðu tær allar sum stjørnur hvør blankari enn onnur. Blómur og pengar Mest varð tosað um, hvussu dysturin gekk. Tey flestu søgdu við tær, at tey vænt- aðu ikki nakað, tí tað gekk so illa í byrjanini av dystin- um. Fleiri av leikarunum høvdu sæð dystin á upp- tøku, áðrenn tær komu til móttøkuna, og vóru tær á einum máli um, at tað var ein løgin dystur. Men allar vóru tær ernar um, hvussu tað eydnaðist liðnum at endurreisa seg og fara heim við steypinum. Sjálvur borgarstjórin bara helt um høvdið tá tað fyrsta korterið var farið av dystinum, og hann viðgekk eisini í røðu síni, at hann var sera svartskygdur eina løtu. Somuleiðis segði hann, at hann eisini hevði hoyrt fyri, at ein mynd av honum, har hann risti við høvdinum, var víst í sjón- varpinum. – Men tann størsta upp- gávan hjá mær undir dyst- inum var at syrgja fyri, at viðhaldsmaðurin við síð- una av mær ikki fekk tað reyða kortið frá dómaran- um, segði borgarstjórin skemtandi. Hann handaði liðfor- manninum, Unu Olsen, ein kekk upp á 10.000 krónur frá Klaksvíkar Býráð. Anna Maria Ragnarsson ynskti liðnum til lukku vegna Føroya Banka, sum er høvuðsstuðul hjá lið- num. Hon handaði liðfor- manninum eitt blómutyssi. Forkvinnan í mentanar- nevndini í Klaksvíkar bý- ráð, Jórun Høgnesen, var eisini tilstaðar, og eisini hon nýtti høvi til at bera eina heilsu til leikararnar. – Tit hava fingið tað fyrsta steypið í hús í sam- bandi við 100 ára haldið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, segði hon millum annað. Leikarar og øll hini, sum har vóru, hugnaðu sær óført hesa løtuna, sum var uppiborin aftur fyri sigurin leygardagin. Men fyri framman liggur ein spennandi landskapp- ing, har Stjørnan liggur á odda, tó bert tað eina stigið framman fyri vágskvinnur- nar. Stjørnan fekk góða móttøku Skipað varð fyri móttøku í Klaksvík leygarkvøldið, tá Stjørnukvinnurnar komu aftur til Klaksvíkar eftir at hava vunnið steypafinaluna C M Y K 38