Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 40 Sosialurin avfall Í morgin hósdagin HITalag lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið mikudagin VESTFALLSKYRRINDI 12. september Fullmáni 15. september Mánin longst frá jørðini 20. september Seinna kvarter Kelda. Álmanakkin 2011 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Gul til stívt andøvsgul av norði, seinnapartin upp í ein strúk. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 8 og 11 stig. Gul til stívt andøvsgul av norði og okkurt ælið, men seinnapartin minni vindur av útnyrðingi og yvirhøvur turrt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Fleyr til gul av vestri ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsyningi, leygardagin minni vindur. Yvithøvut turt og sólglottar og hitin millum 8 og 12 stig. 12. sept 07:21 19:40 06:21 18:40 06:36 18:55 09:21 21:40 10:21 22:40 05:36 17:55 04:36 16:55 07:36 19:55 08:36 20:55 07:06 19:25 08:21 20:40 13. sept 07:59 20:18 06:59 19:18 07:14 19:33 09:59 22:18 10:59 23:18 06:14 18:33 05:14 17:33 08:14 20:33 09:14 21:33 07:44 20:03 08:59 21:18 14. sept 08:38 20:57 07:38 19:57 07:53 20:12 10:38 22:57 11:38 23:57 06:53 19:12 05:53 18:12 08:53 21:12 09:53 22:12 08:23 20:42 09:38 21:57 15. sept 09:17 21:36 08:17 20:36 08:32 20:51 11:17 23:36 - 12:17 07:32 19:51 06:32 18:51 09:32 21:51 10:32 22:51 09:02 21:21 10:17 22:36 16. sept 09:55 22:14 08:55 21:14 09:10 21:29 11:55 - 00:36 12:55 08:10 20:29 07:10 19:29 10:10 22:29 11:10 23:29 09:40 21:59 10:55 23:14 Hitalagið kring knøttin Nuuk Reykjavík Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Paris Madrid Róm Malorca Athen Beijing New Dehli Bangkok Sydney New York 8 9 11 15 19 20 17 13 15 18 20 17 18 24 27 34 33 32 33 30 34 33 16 29 5-10 m/s 6-11 m/s 1-6 m/s 8-13 m/s 3-8 m/s 1-6 m/s 9/12 °C 9/12 °C -5° 0° 5° 10° 15° 20° 6° Hitin í dag fyri september fyri september ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 20 mm higartil Miðal: 128 mm Miðal: 11,1° Síðstu nátt: Eitt stormlágtrýst, 966 hPa. vestan fyri Írland fer í landnyrðing og grynnist nakað. Komandi nátt: Lágtrýstið eystan fyri Hetland fer í landnyrðing og grynnist. 8/11 °C Hvala­ støðin við Áir er opin Leygardagin 17. september 2011, millum kl. 14.00 og 18.00, verður hvalastøðin við Áir opin fyri almenninginum. Øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið at síggja húsini á støðini. Søvn Landsins hevur áhuga í at fáa amboð, skrivligt tilfar, myndir, kort, tekningar og annað í varðveitslu, sum sigur frá søguni á hvalastøðini. Hvalastøðin við Áir er tann einasta av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu. Einans tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum vóru fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Tær flestu vóru norskar. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavnum – og síðani er tað hvalastøðin við Áir. Støðin við Áir tók seinast ímóti stórhvali fyrst í 1980-árunum, men sum støð, ið framleiddi lýsi, turrfóður til útflutnings, seldi stórhvalatvøst til skip og tað føroyska húsarhaldið, helt hon uppat í 1958, hóast støðin var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum. Hvalastøðirnar vóru við til at ídnaðarmenna Føroyar. Stórhvalaveiða hevði við øðrum orðum ein serligan samfelagstýdning fram til uml. 1960. Síðan í vár hava Náttúrugripasavnið og Fornminnssavnið hjá Søvnum Landsins arbeitt á støðini við Áir at rudda, beina burtur og savna saman amboð og útgerð á støðini at varðveita framyvir. Hvalastøðin við Áir skal gerast til savn. Húsini á støðini við Áir – Perlan, Ebenezer, Tørkan, Fugan, Kemis, Kvernan, og ikki minst Gamla Spikkókariið skulu aftur koma til heiður og æru. Tey, sum koma á vitjan, og sum minnast støðina, ella kenna onkran, sum hevur arbeitt á støðini, eru vælkomin at koma við gripum og øðrum, sum tey vita kann fáa góða nyttu á einum komandi savni. Mesti hiti máldur 14,4° Minsti hiti máldur 8,0° Ein vitjan í Skúlanum á Argja­hamri kann verða eitt stórt listarligt upplivilsi. Astri Luihn hevur listprýtt Skúl­an á Argjahamri sam­ bært sáttmála við Lista­bólk­ in hjá Tórshavnar Kommunu. Arbeiðið hevur gingið sera væl og eftir ætlan. Heildar­ úrslitið er avbera væleydnað og samsvarar væl við allar upp­runa­ligar ætlanir. Tríggir skulpturar úr betong eru í skúlagarðinum til miðskúlan. Pisur, eit­ur hesin skulptururin. Lom­ viga­urði­n er heitið á verki úr cortenstáli á báðum síð­um í Gjónni innan fyri høvuðs­ dyrnar. Verkið er umleið 60 metrar langt. Glaslist prýðir glasveggin til fimleikarhøllina og í gong­ini á aðru hædd. Glas­ vegg­ur – Kvæðaveggurin – er í bókasavninum á fyrstu hædd. Træskurður - Frisan - er á fyrstu hædd. So eru eisini fleiri stórir máln­ingar og nakrir smærri, um­framt ein figur- og fantasi­vegg, sum er ein søgu­veggur. Allir málningar og frisan eru í montrum av mála­ð­um træ og við herdum glasi. Í sambandi við almennu mó­t­tøkuna í Skúlanum á Argj­a­hamri leygardagin gav Tórshavnar kommuna út stásiliga bók um list­ prýð­ingina og Skúlan á Argjahamri. Bókin varð givin øllum lærarum og næm­ing­ um sum gáva. Rithøvundar hava verið Eva Furseth, listfrøðingur, Maria Eyðunsdóttir Luihn, søgu­frøðingur og gullsmiður, Eyðun Andreassen, professar, Rúni Abrahamsen, arkitektur og Astri Luihn, listakvinna. Mynd­ir­nar hava Per á Hædd, Lars Gundersen og Peter van der Ent tikið. Snotiliga bókin kemur í bókabúðirnar og kostar ein­ ans 150 krónur. Bókin um Skúlan á Argjahamri í sølubúðirnar SKÚLI Í sambandi við almennu móttøkuna í Skúlanum á Argjahamri leygardagin gav Tórshavnar kommuna út stásiliga bók um listprýðingina og Skúlan á Argjahamri. Bókin varð givin øllum lærarum og næmingum sum gáva og verður nú eisini send bókabúðunum