mánadagur 12. september 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagin er fólkatingsval, og Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at umboða allar føroyingar
Í fýra veljarakanningum upp í slag er Javnaðarflokkurin gingin fram. Okkum vantar nú bara
tað síðsta fyri at vinna annað fólkatingsumboðið. Um tað eydnast, stendur í tínum hondum.
Men eg kann vissa teg um, at velur tú lista C, er tað eitt val, sum munar.
Okkara umboð fer at røkja starvið fulla tíð. Tað er sjálvsagt fortreytin fyri,
at vit kunnu fáa sum mest burturúr.
Vit vilja fegin samstarva við hini umboðini úr Føroyum og Grønlandi. Men til tess at fáa veruliga,
politiska ávirkan, fara vit eisini at samstarva við danska Javnaðarflokkin. Hetta tryggjar,
at tað føroyska sjónarhorni altíð er við, tá avgerðir viðvíkjandi Føroyum verða tiknar.
Tey málini, sum eru aktuel beint nú, snúgva seg t.d. um makrelin, fíggjareftirlitið og
stjórnarskipanina. Men sjálvsagt verða nógv onnur mál komandi árini, har tað verður
ein fyrimunur fyri Føroyar, at Javnaðarflokkurin er umboðaður á fólkatingi.
Vit fara eisini at virka fyri at upplýsa um Føroyar og at knýta føroyskar útisetar at
okkara vinnulívi, okkara skúlaskipan og samfelagnum sum heild.
Eitt Javnaðarumboð verður ein virðilig, føroysk rødd í Danmark. Vit fara ikki at draga
føroyskan partapolitikk á fólkating, men at røkja føroysk áhugamál í breiðastu merking.
Eg vóni, at tú vísir okkum álit.
Vinaliga
Aksel V. Johannesen
formaður
Góði veljari!
Vika 37
www.j.fo