mánadagur 12. september 2011síða 66
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 37 l 12. september 2011
24
ferðafrásøgn úr beograd
Ferðafrásøgn úr Beograd
Í vikuni vóru bæði føroyska A-landsliðið og føroyska U-21 fótbóltslandsliðið í Serbia. A-landsliðið helt til í
serbiska høvðusstaðnum, Beograd, meðan U-21 landsliðið skuldi spæla góðar 200 kilometrar frá høvðusstaðnum
Tróndur Arge
Hóast Beograd er ein býur hart raktur
av borgarakríggi, so er tað ikki nakað
ferðandi leggja merki til, tá komið
verður til býin. Tað er sum at koma til
ein og hvønn annan stórbý.
Føroysku ferðafólkini búðu á gist
ingarhúsinum Balkan, meðan lands
liðið húsaðist á gistingarhúsinum
Hyyat. Hotel Balkan liggur mitt í
býnum og tætt við gongugøtuna í
Beograd, sum er full av lívið næstan
alt døgnið runt.
Duga illa enskt
Í Serbia er enskt ikki ein sjálfylgja og
tað merkist tá eitt føroykst ferðalag
kemur. Fleiri í føroyska ferðalagnum
máttu royna seg við teknmáli og
alternativum háttum at samskifta
upp á. Tað vísur seg eisini at verða ein
greiður samanhangur millum aldur
og evni at tosa enskt. Tey eldru duga
illa nokk at siga yes og no, meðan tey
flestu av teimum yngru eru nøkun
lunda vælfyri á enskum
Fólk eru sum so heldur ikki blíð,
men tað tykist ikki verða tí tey vilja
verða óblíð, men tað tykist bara vera
mentaliteturin.
Penur miðbýur
Sjálv høvðusgongugøtan í Beograd er
flott og minnur flestu aðrar gongu
gøtur í býum kring heimin. Tó við ein
um fráviki, tað er lítið av »junk food«
at finna. Heldur selja tey frukt djús,
og smærri rættir av góðum mati.
Prísurin fyri mat og drekka er lítið
í mun til tað við kenna í Føroyum.
Hinvegin er merkisvørur og líknindi á
sama stigi sum kring Evropa.
Tað merkist lítið til kríggið, men
undan sjálvum landsdystinum sæst,
at tað er ein annar mentalitetur enn í
Føroyum. Kring leikvøllin eru fleiri enn
hundrað væl ílætnir løgreglumenn, ið
eru klárir ar traðka til, um nakar av
teimum 15.000 áskoðarunum skuldi
funnið upp á gjørt baladu.
Vert at vitja
Beograd er avgjørt ein býur, ið er
verdur at vitja. Um summar blómar
býarlívið og tað er trygt at ferðast í
høvðusøkinum. Eitt nú gingu fólk ikki
yvir um vegin fyri reytt, um tað sigur
nakað um mentalitetin í høvðusstað
num.
trondur@sosialurin.fo
Hotel Balkan,
har føroysku
ferðafólkini gistu
Fyri endan av gongugøtuni var ein hugnalig
gøta við ymiskum básum
Myndir: Álvur Haraldsen