Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 67
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 67

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 37 l 12. september 2011 25 Kjakast verður dúgliga nú tað stundir móti Fólkatingsvali. Hava føroyingar nak­ að at gera á Danatingið? Og HVAT skulu teir gera har? So er tað eisini alt hatta við dupultum lønum. Onkur heldur at fólkatingssessurin eigur at røkjast burtur­ av, meðan onnur halda at hann sam­ pakkar væl við løgtingssessin. Jú prátið gong­ur lívliga. Kjak er gott, eingin ivi um tað. Men eg haldi tað vera harmiligt, at tað í kjakinum um føroyska umboðan á Fólkatingi eftir­ hond­i­ni bert snýr seg um man ætlar at virka á Fólkatingi burturav ella ikki. Tað tyk­ist sum um, at einasta kvalifikatiónin at røkja ein fólkatingssess er, um við­kom­ a­ndi fer at røkja sessin burturav ella ikki. Kjakið um dupultar sessir er við­kom­ andi, men tað kastar í løtuni skugga á alt ann­að viðkomandi kjak. Til dømis, hvat ætla vit okkum á Danatingi – arbeiða vit fram í móti nøkrum? Ella snýr tað seg bara um at viðlíkahalda status quo? Tvinnir eru kostirnir... Eg eri samd við teimum, ið halda tað vera er eitt paradoks, at loysingarfólk bjóða seg fram til Fólkatingsvalið. Men sum ríkisrættarliga støðan er í løtuni, skulu tveir av teimum 179 sessunum á Fólkatingi veljast í Føroyum. Um vit í Tjóð­ veldi ikki fara eftir sessunum, fer onkur ann­ar flokkur avstað við teimum. Hetta haldi eg vera verri kosturin. Tí hvør skal so bera okkara sjónarmið og krøv fram á Fólka­tingi? Hvør skal mýkja danska hug­ burð­in til at røkja føroysk áhugamál á t.d. uttan­ríki­spolitiska økinum, so leingið vit ikki fáa gjørt tað sjálvi? Eygu og oyru hjá føroyska samfelagnum Støðan hjá Tjóðveldi er greið. Okkara mál er at arbeiða fyri føroyskum sjálvræði – og harvið skapa eina framtíð, har ong­in tørvur er á føroyskum sessum á Fólka­ tingi. Hetta stríð skal vinnast her heima, men til ta tíð eiga vit at vera eygu og oyru hjá føroyska samfelagnum á Fólkatingi. Danska Fólkatingið samtykkir enn lóg­ir, sum eru galdandi fyri Føroyar, og Dan­mark ger eisini altjóða avtalur okkara vegna. Tað er tí sera umráðandi at hava eitt vakið eyga og eina kritiska rødd á Fólka­tingi, ið verjir okkara áhugamál. Onk­ur spyr kanska, um nakað er komið burtur­úr hjá Tjóðveldis- umboðnum á Fólka­tingi. Eg meti avgjørt ja. Tjóðveldi hev­ur m.a. tryggjað krøvini og rættindini hjá útlendingum í Føroyum at fáa ríkis­ borgara­rætt, har teir ikki skulu gjøg­num krav um royndir í donskum og dansk­ ari søgu. Rætturin hjá føroyingum til hvalaveiði er eitt annað dømi, har Tjóð­ veldið hevur tryggjað, at Danmark ikki at­kv­øð­ur ímóti føroyskum áhugamálum. Okkara umboð á Fólkatingi hevur eisini fleiri ferðir reist málið um ólógligan fanga­flutning í føroyskum loftrúmi og hetta mál hevur fingið afturljóð bæði á Fólkatingi, í donsku miðlunum og her heima. Avgerandi mál á skránni komandi árini Fleiri avgerandi mál eru eisini á skránni kom­andi árini. Makrelmálið er eitt, har Dan­mark er mótpartur hjá Føroyum um­ vegis ES. Handilsforðingar er eitt annað dømi, har okkara altjóða støða ikki loyvir okk­um at røkja føroysku áhugamálini. Okkara fremsta uppgáva á fólkatingi er tí at tryggja, at føroysk sjónarmið verða hoyrd og áhaldandi at vísa á, at av­ gerð­ir, ið viðvíkja Føroyum, skulu takast í Føroyum. Eg bjóði meg fram til Fólkatingsvalið og fari at gera mítt besta at virka fyri hesum, um eg røkki einum sessi á Fólka­ tingi. Margretha Nónklett Tjóðveldi · www.tjodveldi.fo/margretha Tú og E á Danatingi