Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 72

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 37 l 12. september 2011 30 Vilmund Jacobsen Bakur og Stelkur vóru teir fyrstu, sum komu í føroyska fiskiskipaflotan, eftir at reiðaríið Beta fór undir at skifta gomlu kuba-trolararnar út við nýggjari skip. Skipini fingu fiskiloyvini hjá ávikavist Munki, Skúgvi og Grælingi. Navnið Bakur er gamalt skipanavn hjá Skipafelag Føroya, haðani Beta hevði sín uppruna. Stelkur var navnið á tí níggjunda kuba-trolaranum, sum í sínari tíð varð seldur úr felagnum, tá skipini komu til landið í 1977. Stelkur varð seldur bretskum felag, og endaði um hetta mundi sum kavaraskip í oljuvinnuni í Persaraflógvanum. Fyrstu skipararnir á Baki og Stelki vóru royndu menninir, Ólavur Samuelsen og Kjartan Egholm. Tá Bakur og Stelkur komu á Runavík í desember í 2002, vóru fleiri ár aftur til nýbygningarnar, sum vóru komnir á Runavík undan teimum. Av størri skipum vóru nevniliga Jaspis og Ametyst teir seinastu, og teir komu ávikavist í 1986 og 1987. Bakur og Stelkur fóru til fiskiskap hin 6. januar 2003, og longu um hálvan mai sama ár høvdu skipini fiskað 2.100 tons. Til samanburðar kann nevnast, at eitt tað besta árið hjá teimum gomlu kuba-pørunum lá um eini 3300 tons. Bakur og Stelkur, sum Faroe Origin nú eigur, hava ført mangan gyltan fongin til lands hesi árini, síðan skipini gjørdust partur av føroyska fiskiskipaflotanum. Fakta Longd: 37,96 metrar Breidd: 9,50 metrar Maskina: Caterpillar 3412E, 12 s, 4t Maskinorka: 1305 HK Eigari: Faroe Origin Bakur og Stelkur teir fyrstu Ein av seinastu døgunum í november í 2002 vórðu ísfiskatrolararnir, Bakur og Stelkur, latnir reiðarínum Beta í spanska býnum, Vigo, har skipini eru smíðað. Tá skipini komu á Runavík nakrar dagar seinni, varð skipað fyri hátíðarligari móttøku, og nógv fólk tóku í móti Bilurin hesa vikuna er ein Vauxhall Velox hýruvognur hjá Mortani Mortensen á Argjum. Mortan koyrdi hýrukoyring í nøkur ár, til hann fekk fast starv á Tórshavnar Skipasmiðju. Vauxhall var eitt væl kent bilmerki í Føroyum í mong ár. Tað var P/F Vilhelm Nielsen, sum seldi Vauxhall saman við Opel og Bedford. Myndin er tikin miðskeiðis í 50-unum. Hetta modellið av Velox varð gjørt frá 1952-1954. Vauxhall varð stovnað sum ein dampmaskinuverksmiðja í Onglandi í 1857. Í 1903 byrjaðu teir at framleiða bilar, og í 1925 keypti General Motors verksmiðjuna. Vauxhall verða framvegis framleiddir í Onglandi og eru identiskir við Opel. Vauxhall Velox hjá Mortan Systirskipini, Bakur og Stelkur, hava ført mangan gyltan fongin til lands Mynd: Vilmund Jacobsen Helle Thorning og Villy Søvndal biða fyri sigrinum Hetta lyftið hjá Lars Løkke helt so ikki Helle Thorning er klár at geva mótstøðufólkunum ein ordans vals