mánadagur 12. september 2011síða 76
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 37 l 12. september 2011
34
Ein nýggj klinikk í høvuðsstaðnum er PETRI Tannklinikk í
Sjúrðargøtu 20 í Havn. Talan er um eina modernaða klinikk í
nýumvældum húsum. Tað er Joan Petri Olsen tannlækni, ið
eigur og rekur klinikkina, sum liggur væl fyri í miðbýnum við
góðum parkaringsviðurskiftum.
Tað er nakað serligt við at vitja á nýggju tannklinikkini. Uttan
eru húsini sermerkt í gomlum stíli, samstundis sum innrætt
ingin er í modernaðum stíli. Øll amboðini eru nýggj, og alt er í
nútímans litum. Bíðirúmið er innbjóðandi og hugnaligt, har tú
m.a. kanst stytta um bíðitíðina við iPad2 og tráðleysum inter
netsambandi.
Húsini eru bygd fyrst í 1920unum. Í 1922 keypir Schønning
Andresen tey. Hann var tá adventistaprestur í Føroyum, og
adventistasamkoman hevði møtisalin Bethel í kjallaranum.
Adventistarnir seldu húsini í 1932 til katólska prestin Engelbert
Bockenoogen, og í 1934 yvirtekur sjálvsognarstovnurin Sct.
Maria Stiftelsen tey. Katolikkarnir áttu húsini í nógv ár. Í nøkur
ár átti Egil Hammer húsini. Seinni keypti Handverksmeistara
felagið húsini, og fyri nøkrum árum síðan keypti Havnar
Handverkarafelag tey.
Tannviðgerð og tannrøkt
Á klinikkini verður alt frá vanligari tannrøkt til størri inntriv gjørt.
Joan Petri Olsen sigur, at tað hevur sera stóran týdning at
røkja tenninar væl, so tær halda alt lívið. Um vit røkja okkara
tenn, busta tær væl og koma til vanliga tannrøkt, so skuldu vit
eftir røttum ikki havt nakrar trupulleikar.
Eitt slagorð hjá tannlæknum er „Reinar tenn brenna ikki“,
so einfalt er tað.
Tannklinikk í søguligum bygningi
Í einum hugnaligum húsum í Sjúrðargøtu, sum bæði adventistar og
katolikkar fyrr hava átt, hevur nú ein nýggj tannklinikk sæð dagsins ljós.
Talan er um PETRI Tannklinikk, sum Joan Petri Olsen tannlækni eigur og rekur
Starvsfólkini framman fyri klinikkina í Sjúrðargøtu
f.v.: Joan Petri Olsen, tannlækni, Anita í Dali
Sørensen, móttøkan, Anja Haraldsen, klinikk
assistentur og Anita í Soylu, tannrøktari