mánadagur 12. september 2011síða 77
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 37 l 12. september 2011
35
Joan Petri sigur víðari, at tey eisini leggja stóran dent á at
ráðgeva teirra viðskiftafólkum um, hvussu tey skulu halda sínar
tenn. Men arbeiði við tonnum er ikki einans viðlíkahald. Vit
eldast øll og broytingar fara fram í munninum, við tonnunum
og t.d. eisini við tannkjøtinum, soleiðis at tenninar kanska ikki
sita so væl, sum tær hava gjørt. Á PETRI Tannklinikk taka vit
okkum av flest øllum uppgávum sum rótviðgerð, protesur, brýr,
krúnur o.s.fr.
Tað er altíð ein spennandi avbjóðing at hjálpa fólki, sum hava
trupulleikar við tonnunum. Ikki bara fyri at tey skulu sleppa
undan tannapínu, men eisini soleiðis at tey koma at kenna
seg væl, og at tey eru nøgd við sína útsjónd. Á PETRI Tann
klinikk eru í dag eini fimm starvsfólk, og enn eru nøkur pláss
eftir í avtalubókini, so tað ræður um at halda seg til, um onkur
manglar ein tannlækna í høvuðsstaðarøkinum,
sigur Joan Petri við einum smíli.
Tørvur á tannlæknum
Tað er ikki á hvørjum degi, at ein nýggj tannklinikk letur upp í
Føroyum. Í nógv ár hevur stórur tørvur verið á tannlæknum,
har summi øki hava verið harðari rakt enn onnur. Fyri fáum
árum síðan var metingin frá Føroya Tannlæknafelag, at tað
næstu árini kom at verða ein stórur tørvur á tannlæknum, m.a.
orsakað av at fleiri virkandi tannlæknar nærkast pensjóns
aldri. Síðan tá eru nakrir nýútbúnir tannlæknar komnir til, og
nakrir farnir frá vegna aldur. Tørvurin á tannlæknum er ikki heilt
nøktaður enn, men Joan Petri sigur seg vita um heilt fitt av
føroyingum ið lesa til tannlækna í løtuni, so hon er ikki í iva um,
at tørvurin á tannlæknum í Føroyum verður nøktaður um fá ár.
Um Joan Petri Olsen
Joan Petri Olsen tók prógv sum tannlækni á Københavns
Universitet í 2008 og flutti stutt eftir heim aftur til Føroyar at
búgva og arbeiða. Joan er 33 ára gomul, og ættað úr Klaksvík.
Saman við komandi manninum, ið tekur sær av øllum tí fyri
sitingarliga við klinikkini, eigur hon fýra børn, ið fara við
tí mesta av frítíðini.
Tekstur: Magnus Gunnarsson / Myndir: Jens Kristian Vang / Sosialurin 341800
Sjúrðargøta 20, 100 Tórshavn
Telefon 320 320, petri@petri.fo, www.petri.fo
Stjóri: Joan Petri Olsen
Stovnað: 2009
Virkisøki: Tannviðgerð og tannrøkt
OPIð gERAndISdAgAR Kl. 816