Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 12 Sosialurin Kjak Fiskivinnupolitikkur Búskapar- og fíggjar­ politikkur Familjupolitikkur Ungdómspolitikkur Bústaðarpolitikkur og Arbeiðsmarknaðarpoli­ tikkur Politikkøkini mentan, um­ hvørvi, útbúgving, eldri, heilsu og javn­støðu verða til við­­gerð­ar og samtyktar á lands­fundi ella lands­stevnu seinni í heyst. Niðanfyri eru brot úr samtyktu politikkøkjunum, sum eisini verða almanna­ kunngjørd á heimasíðu flok­ sins í komandi viku. Brot úr samtyktu politikkøkjunum Fiskivinnupolitikkur Endamálið við fiskivinnu­ politikki Javnaðarfloksins er, at høvuðsvinnan ber seg og kastar sum mest av sær til sam­felagið og til teirra, sum virka í vinnuni. Javn­ að­ar­flokk­urin byggir tí fiski­vinnu­politikkin á hesar grundsúlur: Lívfrøðiliga og búskap­ ar­liga burðardygga fiskivinnu Økta virðisøking Skipaða atgongd fyri nýtslu av fólksins ogn Javnaðarflokkin staðfestir at landsins tilfeingi er ogn Føroya fólks. Hetta er gald­ andi fyri livandi tilfeingi í sjónum og alt annað náttúru­ til­feingi, sum verður gagn­ nýtt vinnu­liga. Gongdin má vendast frá, at ogn Føroya fólks lutvíst verður misrøkt og fram­­hald­­­andi verður handils­­­­vøra hjá nøkrum fáum. Málið er, at vinnan, sam­­felagið, og Føroya fólk fær mest møgu­­lig­an ágóða av tilfeinginum. At fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks eigur eisini verða staðfest við, at eingi rættindi verða lutaði út ókeypis. Ágóðin av hesum skal koma samfelagnum og ikki einstøkum til góðar. Royndir­­nar í 2011 við gjaldi • • • • • • • • • fyri ein part av makrel­kvot­ uni og við uppboðssølu av einum parti hava víst, at fiskatilfeingið hevur sera stórt virði. Hetta er virði, sum skulu koma Føroya fólki til góðar við øktari vælferð og lægri skattatrýsti. Búskapar- og fíggjarpolitikkur Ein sterkur búskapur er neyðugur fyri at vit hava ráð til vælferðarsamfelagið í framtíðini. Samstundis eru vælvirkandi vælferðar­skip­ an­irnar neyðugar fyri, at búskapurin kann gerast enn sterkari í framtíðini. Komandi árini skulu vit hava strukturbroytingar í bæði almenna og privata sektori­num. Og vit skulu hava eina umlegging av skatta­­byrð­ uni, soleiðis at vit eru fleiri um at rinda og so­leið­­is at vit krevja pengar inn, har tað ger minst avleiðingar. Familjupolitikkur Endamálið við familjupoli­ tikki­num hjá Javnaðar­flokki­ num er, at familjurnar sjálvar fáa møguleikan at leggja til rættis teirra lív. Samfelagið skal veita tilboð, sum tryggja familjunum frælsi til sjálvar at fylgja sínum dreymum um tað góða lívið, og veita tryggleika til tey, ið hava tað svárt. Ein vælvirkandi familju­politikkur tryggjar fram­burð í samfelagnum. Ungdómspolitikkur Einki er týdningarmiklari enn ungdómurin. Nýskapan, arbeiðshugur og sosial sam­ bond millum ungdóm gera meira enn nakað ann­að av, hvussu framtíð Før­oya sær út. Tí hevur tað alstór­an týdning, at vit sum sam­felag veita ungdóminum góðar umstøður. Ungóms­politikk­ urin hjá Javnaðar­flokki­num byggir á hesar høvuðstættir: Útbúgving á hægsta støði Betri karmar fyri mentan og ítrótti Fólkaræði fyri øll • • • Bústaðarpolitikkur Kjarnin í bústaðarpolitikki Javnaðarfloksins er at skipa Húsalánsgrunnin av nýggjum sum eitt virkið alment bústaðarpolitiskt am­ boð. Endamálið er at røkka samfelagsgagnligum bústað­ ar­politiskum málum, sum privatu fíggingar­stovn­­arnir ikki leggja í ella evna at røkka undir vanligum marknaðar­ fortreytum á føroyska bústað­ar­marknaðinum. Í fyrsta lagi snýr tað seg um at orða heimildarnar hjá Húsalánsgrunninum av nýggjum, so høvuðsdenturin verður lagdur á fígging til íbúðafeløg og íbúðastovnar til leiguíbúðir og lutaíbúðir. Arbeiðsmarknaðar­ politikkur Arbeiði til allar hendur er týð­andi lutur í sosial­demo­ kratisku visjónini. Arbeiði skapar vøkstur í samfelagn­ um og ein virkin arbeiðsm arknaðarpolitikkur er eitt avgerandi amboð at røkka hesum máli. Arbeiðsmarkn aðarpolitikkurin er sostatt eisini eitt amboð fyri at at skapa vøkstur og menning. Fleiri av siðbundnu vinnu­ num eru í minking og stór arbeiðs­pláss hvørva. Hetta merk­ist serliga meint uttan fyri miðstaðarøkið. Ein virk­in arbeiðsmarknaðar­ poli­tikkur eigur at vera ein krummtappur í broytingar­ til­gongdini og er eitt amboð, ið skapar eina brúgv millum nútíð og fortíð, soleiðis at ongin dettur niðurímillum, tá ið vinnumynstrið í samfelagn­ um broytist. Aðrar samtyktir á Landsstevnu Javnaðarfloksins: Bygnaðarbroytingar í sjúkrahúsverkinum Javnaðarflokkurin staðfestir, at sjúkrahúsverkið umfatar og skal umfata øll trý sjúkra­ húsini. Til tess at kunna varð­ veita og styrkja øll sjúkra­ húsini, er neyðugt at fremja bygnaðarligar broytingar. Hesar broytingar eiga at verða væl viðgjørdar og kjølfestar í álitisfullum sam­ starvi við leiðslur, starvsfólk og øll sum varða av hesum týdningarmiklu stovnum. Henda viðgerð tekur tíð. Tí hevur Javnaðarflokkurin gjørt av, at málið verður IKKI lagt fram á ting í hesum valskeiðinum. Um treytir fyri fiskiloyvi í bólki 5a Landsstevna Javnaðar­flok­ sins tekur ikki undir við broyt­ingunum hjá lands­ stýris­­manninum í fiski­vinnu­ málum um treytir fyri fiski­ loyvi hjá fiskiførum í bólki 5, sum herða munandi um krøvini fyri at vera fulltíðar útróðramaður. Nýggja treytin um inn­ tøku á 400.000 krónur er alt ov ógvuslig og krevur Lands­ stevna Javnaðar­flok­sins, at inntøkumarkið alt fyri eitt verður lækkað, sum lands­ stýrismaðurin áður hevur givið tilsøgn um. Arbeiðseftirlitið Landsstevna Javnaðar­flok­ sins harmast um niðurlag­ ing­ina og avtøkuna av Arbeiðs­eftirlitinum, sum lands­­­stýris­­maðurin í vinnu­ mál­um hevur framt við at avtaka Arbeiðseftirlitið sum sjálv­støðug­an stovn og skerja orku og før­leikar hjá stovni­ num niður í onki. Tá landsstýrismaðurin haraftrat tosar um at privati­ sera arbeiðs­upp­gávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum, fer Javn­ að­­ar­flokkurin undir ongum umstøðum at góðtaka hetta. Tvørturímóti áleggur Lands­stevnan fólkavaldu um­ boð­um floksins at krevja og virka fyri, at Arbeiðseftirlitið skal hava neyðuga orku og starvs­fólk við teim førleik­ um, sum skulu til fyri at røkja allar lógar­kravdar uppgávur. Landsstevnusamtykt Javnaðarfloksins Eftir drúgva og gjølliga politiska viðgerð og orðaskifti í limafeløgum og floksleiðslufundum hevur Landsstevna Javnaðarfloksins nú samtykt yvirskipaða politikkin á hesum seks økjum: í Tórshavn hin 10. september 2011 Eftir fólkatingsvalið fer Javnaðarflokkurin í sam­ ráð við donsku stjórn­ina at fáa í lag eina skipan fyri virk­semið hjá Fíggjar­eftir­ liti­num, sum tryggjar eitt betri eftirlit við føroy­sku bankunum. Húsagangir eru ein partur av einum fríum bú­skapi. Nakað sum ikki slepst undan, og nakað vit hava vant okkum við, hóast tað rakar tey hart, sum missa arbeiðið. Tá banki fer á húsagang, eru avleiðing­arnar serliga harðar fyri samfelagið, tí bankar fíggja vinnuna og vinnan kann steðga heilt upp, um stígur kemur í peningaumfarið, sum bank­ arnir umsita. Orsak­að av týdningarmikla leikluti­ num hjá bankunum fyri búskapin, hevur sam­felagið eftirlit við bank­unum, sum ikki er við fyritøk­um í øðrum vinnum. Á føroyska fíggjar­markn­ aðinum eru tveir stórir bankar, sum eisini eru sera stórir í mun til bú­skapin. Ein húsagangur í fíggjar­ vinnuni fær tí serliga ógvu­sligar avleiðingar í Føroyum. Føroyski búskap­ urin merkir fram­vegis í ein ávísan mun avleið­ingarnar av Eik-húsaganginum – og tað hóast bankin varð bjarg­ að­ur av Finansiel Stabilitet, so virksemið kundi halda fram. Sjálvsagt skal lands­ stýris­maðurin í fíggjar­mál­ um hava innlit í virk­semið hjá fíggjar­eftir­liti­num á jøvn­um føti við danska búskaparmála­ráðharran. Men enn meira týdningar­ mikið er at tryggja, at eftir­ litið við bank­unum virkar nøktandi, so sleppast kann und­an at bankar fara á húsagang. Eg havi umrøtt við danska búskapar­málaráð­ harran, Brian Mikkelsen, at regluligu eftirlitisvitjanir hjá føroyskum peninga­ stovnum eiga at vera oftari enn hjá donskum peninga­ stovnum, og at reglurnar fyri føroyskar peninga­ stovnar skulu vera strangari enn fyri peningastovnar í Danmark. Hetta skulu vit umrøða víðari, m.a. tí tað eisini er ein fíggjarligur spurningur um at rinda fyri eyka eftirlitið. Danska stjórnin hevur fingið meiriluta í Fólka­ tinginum fyri bankapakka IV. Hesin fjórði banka­ pakkin í røðini hevur sum nakað nýtt eina áseting um system-vigtigar bankar, ið man frá myndug­leik­­ unum metir eru ov týdn­ing­ armiklir (stórir) at fara á húsagang. System-vigtigir bankar fara at fáa hægri solvens-krøv og fleiri eftirlitis­vitjanir. Tað verður sostatt í fyrsta umfari ikki lættari fyri ein banka sum kemur í hópin av system- vigtig­um bankum. Men afturfyri verður lættari hjá hesum bankum at fáa fatur á peningi at læna víðari. Føroyar fara væntandi at biðja um at vera við í bankapakka IV. Eitt javnaðarumboð á Fólkatingi fer at virka fyri, at onkur skipan fyri Føroyar kemur við í bankapakka IV, so í minsta lagi tveir teir stóru bankarnir í Føroyum kunnu fáa líknandi viðgerð sum system-vigtigir bankar. Hetta fara vit at virka fyri, og tað fara vit eisini at fáa framt – í samráð við komandi donsku stjórnina. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, valevni Javnaðar­ floksins til Fólkating fólkatingsvalið 2011 Hert fíggjar­ eftirlit í Føroyum