mikudagur 14. september 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
Sosialurin
Orð: Snorri Brend
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað er ikki sørt av gangi og
óruddi rundan um borðið,
her Eyðun situr so hugagóður
frammanvert telduni.
Á telduskíggja hansara
eru fleiri myndir við eldsloga
at hóma. Ikki tí, at her er
talan um eitt vandamikið ella
ógvusligt spæl, men heldur
ein mynd við einum eingli og
bønini Faðirvár sett inn í.
Tey hjá Dugna eru júst
í ferð við at innrætta seg í
nýggjum hølum her á Sand
víkahjalla. Og her, mitt í stóra
rúminum, situr Eyðun við
eitt borð og starvsfelagi og
skúlafelagi hansara, Astrid
Jacobsen við eitt annað.
Bæði eru í starvsvenjing
her á Dugna, og eru soleiðis
vorðin partur av arbeiðinum
at royna arbeiðsevnini hjá
teimum, ið eru vinnutarnað.
Endamálið er somuleiðis at
skipa fyri arbeiðsvenjing,
endurbúgving og umskúling,
soleiðis at fólk aftur kunnu
fara til arbeiðis.
Felags fyri tey bæði er, at
tey bera ymisk brek - Eyðun
hevur eitt slag av vødda
svinni, meðan Astrid varð
fødd við likamligum breki.
Hóast hon bert fær brúkt
sína vinstru hond, situr hon
her við einum serstøkum
elektroniskum penni og tekn
ar krossar á ein stórskíggja.
– Mær dámar eisini væl at
vera her, sigur Astrid stutt.
Lítlan áhuga
Eyðun Salberg Magnussen
er upprunaliga tvøramaður.
Hann flutti tó hagani, tá
beiggi hansara byrjaði skúla
gongd í Havn fyri trimum ár
um síðani.
– Tað eru ikki somu møgu
leikar í samfelagnum fyri ein
sum hevur vøddasvinn, slær
hann fast.
Hansara
barndómur
varð sjálvandi merktur av
likamliga brekinum, og tí
kundi hann ikki luttaka
í øllum tí sum javnaldrar
hansara tókust við.
Hóast nógv ítróttarligt
virksemi er á Tvøroyri, ikki
minst innan Tvøroyrar Bólt
felag, hevði hann ikki møgu
leika at verða við í hesum.
Men fyri hann hevur tað ikki
so nógv at siga:
– Eg havi ongatíð íðkað
nakað – og faktiskt havi eg
eisini lítlan áhuga í ítrótti,
slær hann fast.
snorri@sosialurin.fo
Nýggir kreativir
møguleikar á Dugna
STARVSVENJING – Mær dámar væl at sita við telduna. Men tað er
væl ikki so nógv øðrvísi enn hvat so nógvir aðrir dreingir uppá mín
aldur gera. Og mær dámar eisini væl at lesa, sigur 15 ára gamli
Eyðun Salberg Magnussen, sum gongur í 9. flokki. Í farnu viku og í
hesi vikuni er skúlabonkurin á Venjingarskúlanum skiftur út við eitt
telduborð á Dugna. - Hetta er fínasta slag. Her havi eg møguleika
fyri at royna ymiskt nýtt, serliga innan tað kreativa, sigur hann.
Eg havi lært eitt sindur
allíkavæl, – ikki minst,
hvussu nógvir møguleikar
tað eru við Photoshop
MEINING
Tey bæði - Astrid Jacobsen og Eyðun Salberg Magnussen úr 9. flokki á Venjingarskúlanum í Havn - eru í starvsvenjing
hjá Dugna á Sandvíkafjalla. - Her er fínt at vera, og vit fáa nógv burturúr, siga tey bæði
Mynd: Álvur Haraldsen
Eitt hent amboð
Hjá Eyðuni er tað so, at teldan er hansara amboð og
hansara samskiftisvegur út í heim.
– Men eg vil tó ikki á nakran hátt verða kallaður ein
teldunørd. TAÐ eri eg ikki, men teldan er sera hent
hjá mær.
Júst her á teldustovuni hjá Dugna hevur hann allar
møguleikar at styrkja um førleikar sínar á hesum
øki, og kanska eisini royna nakað av tí í verki.
Kring um hann er roynt fólk og øll útgerð ið hóskar
til eitt slíkt stað, ið eisini ber sítt navn av røttum:
Teldustovan.
Tíverri fyri hann og Astrid varð telduskipanin fyrst
rættiliga sett til í hesi vikuni, orsakað av flytingini.
Tí er heldur avmarkað, hvat hann hevur fingið burtur
úr.
– Men eg havi lært eitt sindur allíkavæl, - ikki minst,
hvussu nógvir møguleikar tað eru við Photoshop,
staðfestir hann.
Eyðun hevur ikki tikið avgerð um, hvat hann ætlar
sær í framtíðini. Hann hevur góða tíð í so máta,
og hugsar í fyrsta umfari at fara á Nám X komandi
skúlaár.
Hvat starv ið hann kundi hugsað sær í framtíðini, um
hann ikki bar sítt likamliga brek, hevur hann onga
beinleiðis hugsan um enn.
– Tja, eg veit ikki. Eg kundi kanska verðið bóndi,
sigur hann við einum brosi.
snorri@sosialurin.fo