mikudagur 14. september 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
10
Sosialurin
Snorri Brend
Hetta er tó ikki fyrsta ferðin
at kórið er uttanlands. Men
hetta er kortini fyrstu ferð,
at vitjað verður í Danmark.
Kórið fer at syngja á før
oyskum, donskum og ensk
um.
Skráin fyri vitjanina er
annars henda: Fríggjakvøldið
23. septembur verður konsert
á Norðuratlants Bryggju;
leygardagin 24. septembur í
Kristus Kirken í Odense, og
sunnudagin 25. septembur
luttekur kórið á morgunmøti
í Skovlunde Frikirke, Metal
buen 42, Ballerup. Harum
framt
verður
eisini
ein
sangløta í Kristnastovu um
kvøldið kl. 19.30.
Siloakórið telur 32 fólk, og
sangstjóri er Eyðun á Lakjuni.
Hann hevur verið kórleiðari
hesi seinastu 23 árini.
Siloakórið vitjar
samkomur í Danmark
Í komandi viku fer Siloakórið úr Fuglafirði á sangferð
til Danmarkar. Her skulu tey 32 kórfólkini vitja ymiskar
samkomur í Keypmannahavn og Odense.
420.000 aftrat
til Eysturafrika
Fyrr í summar sendi Reyði Krossur, saman við landsstýrinum, 200.000
krónur til tey hungurs- og turkuraktu fólkini í Eysturafrika. Hesa
vikuna fara 420.000 krónur avstað til sama endamál og sama stað.
Snorri Brend
Seinasta uppteljingin hjá
Reyða Krossi varð gjørd hós
dagin í farnu viku. Henda
vísti, at higartil hava fólk
givið 490.000 kr. til innsavn
ingina hjá Reyða Krossi Før
oya til frama fyri hungurs-
og turkuraktu fólkunum í
Eysturafrika.
Tað merkir, at higartil eru
samlað innkomnar 690.000
krónur til bráðfeingishjálp
til hungurs- og turkavan
lukkuna í Eysturafrika frá
føroyingum. Umframt tær
490.000 krónurnar frá sjál
vari innsavningini á heima
síðu okkara, lat Reyði Krossur
Føroya í juli 50.000 sum bráð
feingishjálp, meðan Lands
stýrið lat 150.000 kr. umvegis
Reyða Kross Føroya.
– Innsavningin hjá Reyða
Krossi Føroya til hungurs-
og turkaraktu fólkunum í
Eysturafrika heldur áfram.
Tørvur er á nógv meiri
hjálp, og vit heita framvegis
á fólk um at hjálpa, verður
sagt úr Reyða Krossi.
Saman við teimum 50.000
krónunum í juli og teimum
420.000 krónunum í hesi
vikuni, hevur hvør føroyingur
latið slakar 10 krónur um
vegis felagsskapin til tey
neyðstøddu í Eysturafrika.
Tað er ikki smávegis, um
samanborið verður við onnur
lond.
VÆLMANNAÐ
Siloakórið er væl mannað, nú tey leggja leiðina á fyrsta sinni til Danmarkar
Verðaldartónleikur
í Havnar kirkju
Leygardagin
verður
aftur matiné í Havnar
kirkju, har tey bæði
Peter og Betty Arendt
luttaka.
Hjúnini bæði eru í
Føroyum, millum annað
í samband við eitt skeið
í vøggusangi í Hoyvíkar
kirkju komandi fríggja
dag.
Tey eru bæði virknir
tónleikarar: Peter sum
urguleikari
á
Haslev
kirkju og Betty sum
sangari og kórleiðari
sama stað.
Tey hava havt nógv
ar
konsertir
bæði
í
Europa, Suðuramerika
og Afrika. Fyri ein part
tí tey hava fingist við
tað sum kallað verður
“Veraldartónleikur” – tað
er heiti, tá ið fólksligur
og kirkjuligur tónleikur
frá ymiskum londum
verður samskipaður og
framførdur á ymiskum
málum og háttum.
Við veraldartónleiki
hava tey framført og
skipað fyri skeiðum í
nógvum ymiskum lond
um. Afturat hesum eru
tey bæði virkin innan
klassiska
tónleikin
í
Danmark.
Peter hevur millum
annað
stovnað
De
Danske
Baroksolister
og Betty syngur í pro
fessionella kórinum Hjá
Mogens Dahl og er ofta
solistur í framførslum
av oratorium og operum.
Hon er kend fyri at duga
væl at laga seg eftir
fremmandum
málum
og
framførlsuháttum.
Serliga hevur hon áhuga
fyri tí andaliga norð
urlendska sanginum.
Á matiné'ini leygar
dagin klokkan 11:30 fer
Betty at syngja bæði
klassiskan og fólksligan
tónleik, og Peter Arendt
fer at spæla forvitnis
ligan tónleik á urguna.
Spara pening við at
bjóða prentingina út
Fíggjarmálaráðið hevur
spart umleið ein triðing
av
prentútreiðslunum
við at bjóða út prent
ingina
av
fíggjar
lógaruppskotinum,
frágreiðingini til fíggjar
lógaruppskotið og dag
førdu fíggjarlógini.
Fyri at fáa sum mest
burtur úr skattakrón
unum og samstundis
stimbra
undir
kapp
ingina á privata vøru- og
tænastumarknaðinum,
hevur
tað
almenna
skyldu at bjóða út allar
almennar
uppgávur,
sum á nakran hátt eru
egnaðar til útbjóðing á
privata marknaðinum.
Fíggjarmálaráðið fer
tí frameftir at bjóða út
prentingina av fíggjar
lógaruppskotinum, frá
greiðingini til fíggjar
lógaruppskotið
og
dagførdu
fíggjarlógini
samlað í eina útbjóðing
á hvørjum ári.
Hesuferð
vórðu
tríggjar
prentsmiðjur
bodnar at koma inn við
tilboði.
Tilboð
komu
inn frá tveimum veitar
um innan ásettu tíðar
freistina.
Fígg jarmálaráðið
hevur gjørt av, at taka av
lægsta tilboðnum, sum
kom frá Føroyaprent.
NEYÐHJÁLP
Hann situr uttanfyri
kroysu sína og bíðar
eftir neyðhjálp. Nú veitir
Reyði Krossur Føroyar
honum og í milliónatali
av øðrum neyðhjálp