mikudagur 14. september 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
Sosialurin
Leo Poulsen
So komu boðini frá lands
stýriskvinnuni í kommunu
málum um, at Vestmanna
og Kvívík saman við Havnini
skulu halda seg innan fyri
somu eind.
Hetta er eisini nakað,
sum
borgarstjórin
áður
hevur
heilsað
vælkomið,
men Bogi Andreasen, sum
er varaborgarstjóri í Tórs
havnar kommunu, rópar nú
varskóð.
– Áðrenn nakað meiri
hendir við samanlegging av
kommunum, mugu vit taka
tað upp til politiska viðgerð
í býráðnum. Nú er tíð til, at
borgarin verður hoyrdur í
spurninginum, og vit komm
unalpolitikarar mugu stinga
fingurin í jørðina, sigur Bogi
Andreasen.
Hann sigur bart út, at
hann er ikki fyri fleiri saman
leggingum áðrenn kannað
er, hvørjar avleiðingarnar
verða.
– Vit mugu gera okkum
greitt, at ein samanlegging
við so fjartliggjandi bygdir,
fer at kosta pengar. Ikki
minst bussleiðin, men skúlar,
barnagarðar, skúlatannlækn
ar, bara fyri at nevna nøkur
øki, alt verður ein útreiðsla
fyri borgaran aftrat, sigur
Bogi Andreasen.
Hann vísir á, at Tórshavn
ar kommuna longu framman
undan er dýrasta kommunan
í landinum at búgva í.
– Húsaprísirnir í Havn eru
nógv teir hægstu í landinum,
og áðrenn vit fara at leggja
nýggjar útreiðslur á komm
ununa, áttu vit at hugsa um
verandi borgarar við til dømis
at lækka skattaprosentið, sig
ur Bogi Andreasen.
Ikki positivur
Varaborgarstjórin sigur, at
eingin politisk viðgerð hevur
verið í býráðnum um nýggj
astu ætlanirnar um saman
legging við Vestmanna og
Kvívík, og ein slík er neyðug,
áðrenn meiri hendir í tí mál
inum.
– Eg sigi beint út, at eg eri
ikki positivt innstillaður fyri
einari samanlegging við Vest
manna og Kvívík. Í hvussu er
ikki, fyrr enn málið er kannað
og vit kenna avleiðingarnar
av einari samanlegging, sigur
Bogi Andreasen.
Hann sigur, at tað sum
er standa stórar íløgu fyri
framman hjá Tórshavnar
kommunu, og at tað tí ikki
er rætt at taka størri byrðar
á seg við at leggja saman við
aðrar kommunur.
– Tíðin er komin til at
steðga á og taka upp neyðuga
politiska kjakið og ikki minst
at kanna eftir, hvørjar avleið
ingarnar av einari saman
legging við Vestmanna og
Kvívík verða. Ikki minst
tær fíggjarligu, sigur Bogi
Andreasen, varaborgarstjóri
í Tórshavnar kommunu.
leo@sosialurin.fo
Mugu hugsa um egnar borgarar fyrst
Samanlegging Fráboðanin hjá Helenu Dam á Neystabø um at Kvívík og Vestmanna skulu leggja
saman við Tórshavn, hóvar als ikki varaborgarstjóranum í størstu kommununi. – Nú mugu vit steðga
á og hava eina politiska viðgerð í býráðnum um fleiri samanleggingar, sigur Bogi Andreasen
Bogi Andreasen heldur ikki, at Tórshavnar kommuna skal
fara undir fleri kommunusamanleggingar, áðrenn politisk
støða er tikin til málið, og áðrenn borgarin hevur talað
Leo Poulsen
Internetið er eitt hent amboð,
men sum við flestu hentu
amboðum ber eisini til at
misnýta internetið.
Tað mátti ein ungur maður
sanna, tá hann í Føroya Rætti
fekk ein treytaðan dóm á 20
daga fongsul, fyri at hava
upprætta
tvær
hotmail
adressur í nøvnunum hjá
tveimum gentum.
Í sambandi við hotmail
adressurnar hevði ákærdi
eisini lagt tekst út har hann
upplýsti, at genturnar vóru
bisexuellar og lesbiskar.
Ákærdi
ungi
maðurin
ynskti ikki at fáa sakførara
at verja seg, men játtaði seg
sekan i at hava upprættað
hesar hotmail adressurnar.
Ákærin vildi vita, hvar
ákærdi hevði fingið mynd
irnar frá, og hann segði, at
myndirnar av aðrari gentuni
»floreraðu« á internetinum,
og at tað tí eingin trupulleiki
hevði verið í so máta.
Í hinum førinum hevði
gentan sjálv – sum hann ann
ars gekk í flokki við – sent
honum myndirnar. Hann
viðgekk tó, at hon ikki hevði
givið samtykki til at hann
víðari sendi tær.
Ungi maðurin viðgekk seg
sekan í ákærunum, og segði
seg vera harman um tað,
hann hevði gjørt.
– Eg ætlaði at biðja um
umbering, men fekk at vita
frá løgregluni, at eg ikki
mátti tosa við genturnar,
segði ákærdi í rættinum.
Heldur ikki har fekk hann
høvi at biðja um umbering, tí
hvørgan av gentunum møtti
upp í rættinum.
Ákærin kravdi 30 dagar
treytaleysa fongsulksrevsing,
men tað helt ákærdi vera
í so rívan tikið til. Tað helt
dómarin eisini, og endin
var, at ákærdi varð dømdur
eina revsing upp á 20 dagar
treytað fongsul, har treytin
var, at hann einki revsivert
má gera í eitt ár. Hartil skal
hann rinda sakarmálskostn
aðin.
Ungi maðurin tók við
dóminum.
leo@sosialurin.fo
20 dagar fyri falskar
hotmail-profilar
Rættarmál Ein ungur maður varð í Føroya Rætti í morgun dømdur 20 dagar treytaða
fongsulsrevsing fyri at hava upprættað tveir hotmail adressur í navnunum á tveimum
gentum, og gjøgnum hesar sent myndir av naknu gentunum til vinmenn
Maðurin hevði sent myndir
av naknum gentum til
vinir, men hevði ikki
almannakunngjørt tær á
internetinum – og tað kom
honum tilgóða í revsingini
Mynd: Tilvildarlig