Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 8 Sosialurin Leo Poulsen Føroyar hava so ógvuliga lítl­ an møguleika at gera vart við seg í dagliga trummerum­mi­ num, og tí er Vest Norden Tra­vel Mart eitt so kærkomið høvi hjá okkum at vísa okk­ um fram. - Hyggur tú inn á Google, so fært ú ikki eyga á Føroyar. Og tí verður tað so ómetaliga tru­pult at marknaðarføra okk­um. Ísland og Grønland koma fram, men ikki Føroyar, og tí hevur tað so stóran týdn­ing, at vit á hendan hátt fáa keyparar hendan vegin at síggja, hvat vit hava at bjóða, og hvat íslendingar og grønlendingar hava at bjóða, sigur Jákup Sverri Kass, sum er formaður í Ferða­vinnu­ felagnum. Tað eru oman fyri hundr­ að útbjóðarar á Vest Norden Tra­v­el Mart 2011, teir flestu úr Íslandi. - Men tað eru keyparar úr øll­um heiminum, og vit hava fing­ið eina frálíka byrjan upp á stevnuna. Løgmaður setti Vest Norden Travel Mart og eftir frálíkar fyrilestrar í Norðurlandahúsinum eru vit komin til meira sosiala part­ in av stevnuni, segði Jákup Sverri Kass, tá vit hittu hann seinna­partin í gjár. Og at talan er um ein al­ tjóða hóp av keyparum gekk sjón fyri søgn. - Hesin parturin av stevnu­ni gongur fyri seg á tann hátt, at tað eru tígg­ ju minuttir avtalur, ið eru gjørdar framman und­ an. Eg havi tosað við tveir amerikanarar og ein japan­ ara higartil, so tað er talan um altjóða keyparar, sigur Jákup Sverri Kass. Men hetta er kortini ikki nak­að, sum fer at merkjast her og nú. - Úrslitið av Vest Norden Tra­vel Mart síggja vit ikki fyrr enn komandi ár ella kans­ka um tvey ár. Slíkt tek­ ur tíð, men tað er av­gjørt hugaligt, at so stór undir­tøka er fyri ferða­vin­nu­stevnu­ni, sig­ur Jákup Sverri Kass, for­ mað­ur í Ferða­vin­nu­felag­ num. Leo Poulsen Útferðir undir fuglabjørgini og havfisking eru als ikki ókend innan føroyska ferða­ vin­nu, men tá tað kemur til at eygleiða hval, eru før­oy­ ing­ar ikki á heimavølli. Men júst hetta er væl­ um­tókt millum fólk, ið ikki síggja hvørki hav ella havdjór til gerandis. Íslendska ferða­vinnu­ fyri­tøk­an, Sérferðir ehf. – Special Tours, hevur lagt seg eftir at flyta ferðafólk við spildurnýggjum báti at sígg­ ja lunda og serliga hval. Sérferðir var við á Vest Norden Travel Mart á fyrsta sin­ni á Akureyri í fjør, og er við aftur, nú stevnan verður hild­in í Føroyum. - Vit bjóða serligar sjó­ferð­ ir, og umframt at eygleiða lun­da og hval, gera vit eisini ferðir til havfisking, sigur Inga Dís Richter, sølustjóri í fyri­tøku­ni. Hon viðgongur, at undir­ tøk­an ikki hevði verið stór, tá Sosialurin tosaði við hana stutt eftir, at VNTM 2011 var byrj­að. - Men vit vilja altíð hava fleiri føroyingar til Íslands, og teir skulu eisini vera væl­ kom­nir við okkum at eyg­ leiða hval, sigur Inga Dís Richter. Hon sigur, at umstøðurnar hjá felagnum eru vorðnar mun­andi betri, síðani tey fingu nýggjan bát í fjør. - Tað var stuttligt áðrenn, men nógv stuttligari nú við so góðum umstøðum, sigur Inga Dís Richter. Gomul í garði Meðan hvalaeygleiðing ikki hev­ur so nógv ár á baki, hev­ ur felagið siglt ferðafólk und­ ir lundabjørgini í langa tíð. - Tað munnu vera eini 15 ár síðani vit byrjaðu at sigla fólk til lundalandið, og tað er sera væl umtókt. Vit hava eisini eitt lundaland rættiliga nær­hendis, har vit halda til í gamla Reykjavík, so tað eru lut­fals­liga stuttir túrar, sigur Inga Dís Richter. Siglt verður til tvær lítlar oyggj­ar uttan fyri Reykjavík, og túrurin tekur bert ein tíma og kostar 20 evrur. Men tað ber iki til at taka fleyga­ stong við. - Tað, tað gera vit ikki. Vit fley­ga ikki lunda, og dáma held­ur ikki, at tað verður gjørt, sigur Inga Dís Richter. Men havfisking vindur upp á seg, og har ber til at roy­na seg við tráðuni. - Áhugin fyri havfisking er alsamt vaksandi, og vit gera tveir túrar dagliga nú um summarið. Vit hava eina grill umborð, so fólk kunnu grilla tann fiskin, tey fáa, sig­ ur Inga Dís Richter. Øktur áhugi Ferðavinnan í Íslandi er á veg fram, og Inga Dís Richter sig­ ur, at vøksturin í ár í mun til undan­farna ár var so mikið sum 20%. - Nú eru tað ikki øll ferða­ fólk, sum halda frí í Íslandi, vit uppliva eisini nógv ameri­kansk ferðafólk, sum nýta Ísland og Keflavík sum millum­støð tá tey ferðast víð­ari suður í Europa, sigur Inga Dís Richter. Hon sigur, at fleiri nýta høvið at vitja Bláa Lón­ið, men at íslendska ferða­vinn­ an fegin vildi, at hesi ferða­ fólk­ini steðgaðu longri. - Tá vit tosa um ferðafólk, sum veruliga vitja Ísland, so koma tey flestu frá USA, Bret­landi og Týsklandi. Síða­ ni hava vit eisini nakað av fransk­monnum og norð­ur­ lend­ing­um eisini, sigur Inga Dís Rihter. Hon sigur, at flestu ferða­ fólkini koma til Íslands við flog­fari, í hvussu er tey, sum vitja í høvuðsstaðarøkinum. - Nú eru vit so við á Vest Norden Travl Mart fyri at royna at fáa nýggjar kundar, sam­stundis sum vit røkja sam­bandið við teir kundar, vit longu framman undan hava, sigur Inga Dís Richter, sølu­leiðari á Sérferðir. Til Føroya at selja Whale-watching FERÐAVINNA Tað kann tykjast sum at selja sand í Sahara, men millum útbjóðararnar á Vest Norden Travel Mart 2011 er íslendska Sérferðir ehf. – Special Tours, sum millum annað bjóðar fólki at eygleiða hval og lunda Okkara gluggi út og teirra inn FERÐAVINNA Vest Norden Travel Mart er ógvuliga týdningarmikið fyri føroyska ferðavinnu. Tað er okkara gluggi út í heim og teirra gluggi inn til Føroya, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways og formaður í Ferðavinnufelagnum Jákup Sverri Kass hevði úr at gera á Vest Norden Travel Mart 2011, sum varð sett í Norðurlandahúsinum og helt fram í Ítróttahøllini á Hálsi Mynd: Álvur Haraldsen Hetta er aðru ferð, at Sérferðir luttekur á Vest Norden Travl Mart. Fyrru ferð var á Akureyri á Norðurlandinum í fjør Mynd: Álvur Haraldsen