Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 14 Sosialurin Áki Bertholdsen - Eitt tilfeingisgjald má und­ir ongum umstøðum bara verða ein turrgeldur skatt­ur! Tað staðfestir Tumm­as Ar­a­boð, fyrr­verandi lø­g­t­ ings­mað­ur og lands­stýris­ mað­ur fyri Javn­að­a­r­flokk­ in í fiski­vinnu­má­l­um. Hóast hann er gamal garði og er farin um tey sjeyti, er hann framvegis virk­in í flokkinum og brúk­ ar ofta høvi til at siga sína hugsan, tá ið flokk­urin heldur fund. Tað gjørdi hann eisini leygardagin, tá ið Javnaðarflokkurin stað­ festi, at vit skulu hava til­ feingis­g­jald. Hann staðfesti, at tíðin er farin frá, at rættindini til okkara tilfeingi verða út­lutað ókeypis. - Men vit mugu ikki detta í ta grøvina, at vit gera tilfeingisgjaldið til ein turrgeldan skatt. Talan skal har­aftur­ ímóti verða um eitt til­ feingisgjald, sum er treyt­ að av, alt eftir, hvar skipini av­reiða. Vit hava tveir stórar trupul­leikar í landinum. Ann­ar trupulleikin er, at 1500 føroyingar gan­ ga arbeiðsleysir og hin trupull­eikin er, at lands­ kass­in hevur eitt undir­skot upp á 400 milliónir. - Endamálið við gjaldi­ num má tískil vera at stýra rávøruni til landið at skapa arbeiði. Tað merkir, at tann, sum avreiðir til virkingar í Føroyum skal sleppa bíligt í tilfeingisgjaldið, sig­ur Tummas Arabo. Talan kann verða um eitt tilfeingisgjald upp á eini 0,5%-1,0% í gjaldi fyri tilfeingi, sum verður av­ reitt í Føroyum og virkað á einum føroyskum virki og kanska 3% fyri fisk, sum fer óvirkaður av landi­num. Men tann, sum av­reið­ ir uttanlands, skal rin­da lutfalsliga nógv í til­feingis­ gjaldi, kanska 5%. Tummas Arabo vísti á, at tað er nógv av okkara til­feingi er á útlendskum hond­um og at tað ikki legg­ur nóg nógv eftir seg í Føroyum. Og tað kann ikki vera meiningin at geva okk­ ara tilfeingi burtur til útlendingar at fáa vinn­ing burtur úr, heldur hann. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen - Verðið eg valdur, má eg gera alt, eg kann, fyri at tosa restina av Javn­að­ar­flokki­ num til fornuft. Hendrik Old, sum nú aftur still­ar upp til løgtingsval fyri Javnaðarflokkin, vil ikki und­ir nøkrum umstøðum taka undir við samtyktini, sum flokkurin gjørdi á lands­ stev­nu leygardagin um, at nú skal tilfeingisgjald ásetast fyri tey, sum fáa rættindi á fiska og at ala. Hendrik Old hevur um­ boð­að Javnaðarflokkin á tingi í fleiri valskeið og flokk­urin hevur enntá valt hann til formann í fiski­ vinnu­nevndini, sum seinni bleiv til vinnu­nevnd­ina, har fiskivinnumál verða við­ gjørd. Hann var eisini staddur á lands­stevnuni leygardagin, tá ið flokkurin staðfesti, at her­e­ftir skal tað kosta at fáa rætt­indini at troyta okkara náttúru­til­feingi. Og Hendrik Old helt eina rætti­liga eldhugaða røðu ímóti tilfeingisgjaldinum fyri at fáa flokkin frá hesi æt­lan. Men onki nyttaði, tí tá ið at­kvøtt varð um til­feing­is­ gjald­ið, var tað bara hann, sum atkvøddi ímóti og so­ statt varð tað samtykt við stór­um meiriluta. Tosa til fornuft Men hvussu fer tað so at rigga, at Hendrik Old still­ ar upp fyri ein flokk, hann er grundleggjandi ó­samd­ ur við í einum so avgerðand máli sum fiski­vinnu­poli­ tikki­num? Og kann Javn­ að­ar­flokkurin verða stjórn­ ar­ber­andi í hesum máli í ein­ari smalari samgongu, har Henrik Old kanska eigur av­ gerð­andi atkvøðuna? - Ja, tað er ein spurningur, sum er væntandi, men eg havi tvinnar kostir: Antin latið eg vera at stilla upp og missi alla ávirkan, ella stilli eg upp og royni at verða vald­ur, tí so kann eg royna at tosa flokkin til fornuft og fáa hann at ganga burtur aftur frá hesi ætlan. Hann sigur, at hann hev­ ur valt seinnu loysnina og verður hann valdur, fer hann at leggja alla orku í at fáa flokkin at broyta kós í hes­ um máli. - Hinvegin nokti eg at trúg­va, at spurningurin um at áseta tilfeingisgjald, verð­ ur frems­ta málið við førda fiski­vinnu­poli­tikki­num hjá Javn­að­ar­flokkinum. Fremsta endamálið má vera at skipa so­leiðis fyri, at fiskurin verð­ ur avreiddur í Føroyum so at hann skapar arbeiðið til før­ oysk­ar hendur, bæði á fiska­ virkj­um og í teimum, sum arbeiða í øðrum vinnum, sum veita fiskivinnuni tænastur. Men hvat hendir so, skuldi tann dagur kom­ið, har tað kemur til skarp­ sker­ingar og tín atkvøða verð­ur avgerðandi fyri um ein samgonga við Javn­aða­r­ flokkinum fær sett til­feingis­ gjald í gildi ella ikki. Verður Hend­rik Old tá flokstrúgvur ella atkvøður hann eftir síni sann­føring? - Tað má eg taka støðu til, skul­d­i tað komið hartil, sigur Hend­rik Old og hann fæst ikki at útgreina svarið meiri. Vitleys ætlan Men hann staðfestir enn eina­ferð, at hann fer aldrin at taka undir við einum til­ feing­is­gjaldi. - Tað er ein vitleys ætlan, tí tað fer bæði at beina fyri út­jað­ar­anum og tí, sum er eft­ir fiskivinnuni. 5% TILFEINGISGJALD Endamálið við tilfeingisgjaldi skal vera at stýra rávøruna upp á land til føroysk fiskafólk at arbeiða ístaðin fyri at skapa arbeiði uttanlands Ymiskt gjald Tummas Arabo heldur, at tilfeingisgjaldið kann verða ymiskt, alt eftir um fiskurin kemur til virkingar í Føroyum ella verður avreiddur uttanlands. Her er hann á landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum leygardagin Roynir at tosa Javnaðar­ flokkin til fornuft TILFEINGISGJALD Hendrik Old, sum aftur stillar upp fyri Javnaðarflokkin, vil undir ongum umstøðum undir við samtyktini flokkinum um at áseta tilfeingisgjald