mikudagur 14. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
Sosialurin
Tjørnuvík er gomul bygd.
Tað prógva útgrevstar,
har funnar eru leivdir frá
víkingatíð.
Eins og í fleiri av elstu
búsetingunum í landi
num sæst, at tað ikki var
so umráðandi, at talan var
um kyrrupláss. Heldur
var umráðandi, at lendis
viðurskiftini vóru góð til
velting og at ein góð mat
ará rann framvið.
Fólkatalið í Tjørnuvík
hevur
ligið
rættiliga
støðugt tey seinastu 26
árini.
Í 1985 búðu 75 fólk í
bygdini, og fýra ár seinni
var tað tað hægsta hesi
seinastu 25 árini. Í 1989
búðu 79 fólk her.
Síðani gekk eitt sindur
afturá bakka við fólkatali
num, til tað í 2001 var tað
lægsta, nevniliga 62.
Eftir tað er talið hækk
að nakað til tað í ár er
komið uppá 67. Í januar
vóru tey 67, men í mars
hækkaði tað við tveim
um fólkum til 69. Men
mánaðin eftir var tað
lækkað til 67, og har er tað
79 í 89
Eitt sum í stóran mun
hevur gjørt, at Tjørnuvík
ikki er minkað eins nógv
og aðrar bygdir, er uttan
iva tað góða samanhaldið
millum bygdarfólkið.
Eitt
sermerki
fyri
bygdina er alt virksemið
í og rundan um Tjørnu
víksstakkin, ið savnar alla
bygdina.
Kendir - ella kend -
eru eisini teir sonevndu
Kingo-sangararnir, ið við
sínum serstaka sangi hava
hugtikið fólk, samstund
is sum tey hava varð
veitt ein gamlan sið úr
kirkjuliga umhvørvinum.
- Tað ger tað ikki verri,
at vit hava Kingo-sangin
her í bygdini, sigur As
bjørn Djurhuus, ið sjálv
telist teirra millum.
Halda saman
VØKSTUR
- Tað er hugaligt at síggja at Tjørnuvík veksur, sigur
Asbjørn Djurhuus. Aftanfyri hann sæst hús nummar
tvey, sum fólk fara at flyta inn í um ikki so langa tíð