Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 16 Sosialurin Snorri Brend Tjørnuvík: Tað var mið­skeið­ is í teimum góðu ár­unum í 80'unum at fleiri set­hús vórðu bygd í lítlu og hugna­ ligu bygdini. Síðani tá hevur stíg­ur verið í, og tað sæst ei­si­ni aftur í fólka­vøkstri­num, ið líkasum sum hevur lig­ið rætti­liga støðugt í nánd av teim­um 70. Nú kann bygdarfólkið - og tey sum vitja her - bara stað­festa, at her er lív komið í aftur. Og at lív framvegis verð­ur her. Fyri fáum mánaðum síða­ni flutti eitt húski inni í spild­ur­nýggj sethús innar­ laga í bygdini. Og í dag eru eini onnur hús innilokað, og at síggja til, gongur ikki long tíð til fólk fer at flyta inn í hesi húsini eisini. - Ja, hetta er bara at fegn­ ast um, sigur Asbjørn Djur­ huus, sum eisini er bygd­a­ ráðs­limur fyri Tjørnu­vík í Sunda kommunu. Byggiloyvi Sambært Asbjørn Djurhuus hava tey, sum nú byggja her, eitt­hvørt tilknýti til bygdina. - Men vit skulu altso eini 25 ár aftur í tíðina, tá sethús sein­ast vórðu bygd her. Tá komu seks nýggj sethús til Tjørnu­víkar so at siga í ein­ um, vísir hann á. Í løtuni er kortini eingin um­sókn um byggiloyvi á kommunu­skrivstovuni. Men spurn­ing­urin er eisini, hvus­ su nógv sethús tað ber til at byggja aftrat. Ein trupulleiki her er tørv­urin á byggilendi. Sum er kann ein staðfesta, at her er so mikið nógv bygt longu nú, at ein vandi er fyri at alt tað grøna kann hvørva. Og tað er so ein spurningur, hvørt bygd­ar­fólkið ynskir tað. - Men sjálvandi klára vit altíð eini seks sethús aftrat so­leið­is 20. hvørt ár, sigur hann við einum brosi. Í stað Tjørnuvíkingar munnu eisini vera spentir uppá, hvønn týdn­ing ið byggingin av tveim­um slíkum sethúsum fer at hava. Hagtølini vísa, at í bygdini búgva nú 67 fólk, ið er tað sama sum í 2004. - Eg veit ikki, hvussu stór­ an týdning ið tvey slík hús hava fyri fólkatalið. Eg vænti tó ikki at bygdin fer at vaksa betýði­ligt orsakað av hesum. - Men vit kunnu so í øllum før­um staðfesta, at bygdin ikki minkar, greiðir hann frá. snorri@sosialurin.fo Tvey húski flyta inn BYGDAMENNING Mong ár eru liðin síðani hamarsløgini frá nýggjum sethúsum geltu runt í Tjørnuvík. Men teir seinastu mánaðirnar hava fólk kunnað glett seg um, at fólk aftur vilja seta búgv í hesi norðastu bygdini á Streymoynni. - Ja, tað er hugaligt, tá bygdin soleiðis veksur, sigur tjørnuvíkingurin, Asbjørn Djurhuus Tað eru helst tey ið mun­ nu undra seg yvir, hví fólk yvir­høvur hugsa um at flyta til eitt slíkt stað. Her er einki arbeiðs­ pláss, eingin handil og bert ein einstakur vegur út í heim. Hesin vegurin - tann nógv umtalaði Tjørnu­vík­ ar­vegurin - er heldur ikki tann sum kann reypa sær av størsta tryggleikanum. Tos­að hevur verið um ein tunnil higar, men enn er henda ætlanin bert á tekni­borðinum. Tað er í heilum, at stein­ar detta oman á vegin, og í nánd av bygd­ ini hevur Landsverk sett upp eitt stórt hegn har mest grót rapar oman, fyri at tryggja at eingin størri skaði hendir á tey ferð­andi. Líkt er kortini ikki til, at hetta heldur fólki aft­ ur í at seta føtur und­ir egið borð í hesi hugna­ligu bygd­ini við tí vakra sandi­ num og góða útsýninum. - Her sæst ikki nógv fólk um dagin, men tað er bara stuttligt at fólk vilja búseta seg her, sigur As­ bjørn Djurhuus. Grótvegur Sjálvandi klára vit altíð eini seks sethús aftrat soleiðis 20. hvørt ár Vit skulu altso eini 25 ár aftur í tíðina, tá sethús seinast vórðu bygd her VØKUR Ein orsøk til at Tjørnuvík ikki minkar, er uttan iva góða samanhaldið í bygdini og vakra útsýnið Mynd: Jens Kristian Vang