Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 Sosialurin Fólkatingsvalið 2011 Á fókatingi fari eg at virka fyri, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark koma aftur á beint. Vit skulu aftur til at loysa mál við politiskum avtalum millum tveir partar á jøvnum føti. Millum Føroyar og Danmark.  Í løtuni eru tað beton­ juristar á ymsum stjórnar­ skrivstovum í Danmark, sum sleppa at føra orðið og pennin. Konfrontatiónin við donsku stjórnina og polari­ ser­ingin millum loys­ing og samband gevur teim­um frið at arbeiða soleiðis. Eitt nú í málinum um nýggju stjórnar­skipan okkara. Vilja Føroyar og Dan­ mark eina avtalu, so ber tað til, eisini um hon stríður móti onkrari paragraff í elligamlari grundlóg! Tað hevur søgan prógvað fleiri ferðir.  Heimastýrislóg in er eitt dømi. Og avtalan um undirgrundina er besta dømið. Henda avtala átti ikki at borið til, men millum politiskar partar, sum hava álit á hvørjum øðrum, bar tað kortini til. So var eisini við kirkjuni, heimildini hjá føroyingum at samráðast sjávstøðugt osfr. Lat okkum koma inn aftur á hesa vinnaraslóð. Hvørja ferð ein slík góð avtala er fingin í hús, hevur Javnaðarflokkurin verið ein høvuðsleikari. Tað eru úrslitini av polit­ iska arbeiðinum  og ikki retorikkurin sum telja. Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin fólkatingsvalið 2011 Politiskar avtalur eru styrkin – ikki kon­ fronta­tiónin! Seinastu 4 árini hevur Sam­ bandsflokkurin umboðað føroyingar á Fólkatingi og hava vit fingið væl burtur úr. Tí fari eg at heita á allar veljarar um at fara á val og tryggja Sambandsflokkinum umboð á Fólkatingi eisini eftir valið 15. september. Tað er av stórum týdningi, at føroyingar hava umboð, sum í góðum samstarvi við onnur, arbeiða fyri allar føroyingar. Tey rættindi, sum vit hava í ríkisfelagskapinum í dag, eru ikki ein sjálvfylgja. Í mong ár hava føroysk og útlendsk lesandi í Danmark havt møguleikan at tjena upp til 71.000 kr. skattafrítt. Men í fjør lækkaði Fólkatingið hesa upphædd munandi. Tíbetur tók umboðið fyri Sambandsflokkin málið upp og fekk broytt tað soleiðis, at allir føroyingar framvegis hava somu rættindi sum áður. Harafturat fáa føroysk lesandi SU á jøvnum føti við donsk lesandi eins og føroysk lesandi í útlondum eisini fáa 5.400 kr. um mánaðin í SU úr Danmark. Eg vil minna tykkum ungu á, at tær sømdir, sum føroy­ ingar hava í sam­band við útbúgving niðri og í útlond­ um, ikki eru nøkur sjálvfylgja, men eru rættindi, sum hava stórt virði fyri tann einstaka og okkara samfelag og sum umboð Sambandfloksins á Fólkatingi vilja varðveita og menna í framtíðini. Tað er eisini av stórum týdningi, at tey ungu hava góð kor at útbúgva seg her heima og at tey flestu, sum hava lisið og arbeitt uttanlanda, koma heimaftur. Tað er ein stór avbjóðing, sum vit eiga at loysa her heima. At ungdómurin hevur nógvar, góðar og fjølbroytt­ar møguleikar at útbúgva seg, er við til at menna okk­­ara samfelag og sam­starvið á hesum økinum í ríkis­­felags­ skapurin er ein av mongu fyrimunu­num, sum vit hava í ríkisfelags­skapinum. Eg fari at heita á tykkum øll um at fara á val 15. september og lata okkara umboð fáa tína atkvøðu og Sambandsflokkin eitt valskeið afturat á Fólkatingi. Vel Sambandsflokkin Fríðgerð Heinesen Valevni fyri Sambandsflokkin fólkatingsvalið 2011 Samband við framtíðina Føroyar eru eitt lítið land við stóru havumráði í Norð­ uratlandshavi. Bara økið innan fyri 200 fjóringa fiski­ markið er 290.000 kvatrat­ kilometur, tað vil siga 3 ferir so stórt sum Danmørkin við sínum havuráði. Tá er rætturin til ein part av Rokkinum v.m. ikki tikin við. Eisini gjøgnum fólkatings­ arbeiðið skulu vit støðugt menna samstarvið millum londini kring Norður­ atlandshavi. Altjóða áhugin fyri norður­høvum veksur í hvørjum, og vit skapa sam­ bond og samstarv millum londini í norðurhøvum á m.a. hesum økjum: Tað ovurstóra livandi tilfeingið í Norður­høv­ um og tær ríku ráevnis­ keldurnar Veðurlagsbroytingar við nýggjum siglingar­ leið­um og nýggjum øki á sjógvi á landi Trygd og tilbúgving Varandi orkukeldur Havumhvørvi og burða­ dygga veiði. • • • • • Føroyar skulu taka altjóða ábyrgd hava og ganga á odda í tilfeingisrøkt, so at vit kunnu lata børnum okkara eitt ríkt og livandi umhvørvi. Øll fólk í heiminum kenna nú avleiðingarnar av ovur­ nýtslu, dálking og ótamdum útláti í náttúruna. Fyri okkum sum tjóð í Norðuratlantshavi er eitt ríkt umhvørvi og ein skynsom tilfeingisrøkt ikki eitt val, men ein spurningur um at yvirliva. Tjóðveldi hevur sum høvuðs­­mál, at ríkidømi í havi­num verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búðskapinum. Hes­in politikkur skal vera lív­­frøð­­liga og búskaparliga sjálvber­­andi, og skal ígjøgn­ um lógina skapa tryggar karmar til vinnuna at arbeiða undir. Tað sama skal verða galdandi í sambandi við okkara oljuvinnu. Tí eiga vit saman við øllum tjóðum kring allan heim at ganga á odda við egnum og altjóða tiltøkum at steðga ovurnýtslu, tálma útláti av veðurlagsgassi og verða fremst í tilfeingisrøkt. Men eitt ríkt umhvørvi er ikki bert ein spurningur um altjóða avtalur og teknisk mál. Eitt ríkt umhvørvi er eins nógv ein spurningur um okkara umhvørvi í gerandisdegnum, í arbeiðs- lívinum, á okkara skúlum og stovnum og at kunna liva eitt sunt og heilsugott lív. Heini O. Heinesen løgtingsmaður fólkatingsvalið 2011 At seta Norðuratlandshav í miðdepilin