Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 20 Sosialurin Sjúrður Skaale Nakrir flokkar siga, at teir ætla sær hvørki at stuðla reyða- ella bláa blokki í Danmark. Í staðin skulu teir í hvørjum einstøkum føri vita, hvussu mest ávirkan fæst fyri atkvøðuna. Lat okkum ímynda okkum støðuna: Makrelmálið er fyri, og blái blokkur gevur Føroyum betri kor enn reyði blokkur. Altso: Tann avgerandi atkvøðan úr Føroyum tryggjar eina borgarliga danska stjórn. So kemur spurningurin um OL- limaskap upp. Reyði blokkur vil gera meira fyri Føroyar enn blái blokkur. Og HEY – so fær Danmark eina nýggja javnaðarstjórn or- saka av avgerandi atkvøðuni úr Føroyum... Soleiðis kann mann – í teoriini – blackmaila seg til ávirkan. Men ikki í praksis! Hetta er ov óseriøst! Tað hevði skapt kaos – og endin hevði verið, at eingin hevði viljað havt nakað við føroyska umboðið at gera. Viðkomandi hevði ONGA ávirkan fingið. Ein politikari skal tryggja sær ávirkan við at skapa góð sambond og byggja upp álit. Javnaðarflokkurin hevur longu verið í samand við komandi danska stjórnar- flokkin um nøkur aktuel mál. Tey vita, at tey ikki fáa atkvøðuna fyri einki. Men tey vita eisini, at vit ikki fara at skapa rumbul og kaos. Politiskt blackmail Kann mann selja sína atkvøðu á uppboðssølu til tann, sum bjóðar mest? Hvat er at gera á fólkatingi? Well – tað finst eingin manu- alur. Tann, sum verður valdur, má sjálv/ur gera av, hvussu sessurin skal nýtast. Javnaðarflokkurin hevur ta hugsan, at starvið er í trimum: Eitt er tann reint politiski parturin, har tað ræður um at fáa ávirkan á mál, sum hava við Føroyar at gera. Javnaðarflokkurin hevur ta støðu, at vit IKKI bara skulu umboða føroyskar javnaðarveljarar, men allar føroyingar. Tá ósemja er um eitt mál í Føroyum, fara vit loyalt at bera fram meirilutans sjónarmið. Eisini tá hetta ikki er í fullum samsvari við tað, sum okkara umboð sjálvt meinar. Innanhýsis, føroyskt kegl hoyrir ikki heima á fólkatingi. Annar parturin av starvinum snýr seg um umboðan. Um at gera vart við og verja føroysk sjónarmið mótvegis øllum viðkomandi pørtum. Triði parturin snýr seg um at skapa sambond millum útisetarnar og føroyska sam- felagið. Hetta snýr seg altso IKKI um føroyskan partapolitikk. Tað snýr seg snøgt sagt um at seta tann best egnaða persónin í eitt starv. Og minsta krav er sjálvsagt, við viðkomandi leggur alla sína orku í starvið. Tað snýr seg IKKI um partapolitikk Tak tær partapolitisku brillurnar av nøsini, tá tú fert á val Onkur segði at ein politisk ideologi er ein viti, tú skalt stýra eftir – ikki á. Undir viðgerðini av Stjórnar- skipan Føroya var onkur flokkur so upptikin av síni egnu ideologi, at hon kom í vegin fyri málinum. Flokk- urin rendi á ideologiina. Hon lýsir framvegis líka bjørt sum áður – men tann politiski førningurin fór til botns allur, sum hann var. Eftir stendur nú einans danska grundlógin. Tað, sum var loysingar politikkur í orðum – tað var sambandspolitikkur í verki. Javnaðarflokkurin vil ikki loysa Føroyar úr tí 600 ára gamla felagsskapinum við Danmark. Men hann atkvøddi fyri Stjórnarskipan Føroya. Javnaðarflokkurin slóðaði fyri, at vit fingu egið lóggávu- vald í 1948. Og hvør yvirtók kommunumál? Apoteksverk? Postverk? Undirgrund? Fólka- kirkju? Har Javnaðarflokkurin ikki stóð fyri tí, var hann ið hvussu er við. Javnaðarflokkurin er sam- ríkisflokkur. Men í verki hevur ongin flutt Føroyar longur fram á sjálvstýrisleið enn hann. Hugsa um tað í morgin. Tað eru ikki orðini, sum telja. Tað er verkið. Tað er ikki retorikkurin. Tað er politikkurin. Samríkisflokkurin, sum er Føroya fremsti sjálvstýrisflokkur Javnaðarflokkurin er ikki fyri loysing. Men hvør flytir Føroyar fram á sjálvstýrisleið? Til dømis tað, at fólk sita á løgtingi og á fólkatingi í senn. Eitt valevni roynir seg nú við at spyrja, hví tað ikki er í lagi at vera løgtingslimur og fólkatingslimur í senn, tá tað er í lagi at vera løgtings limur og komikari í senn. Hvønn viðkomandi sipar til, er eyðsýnt. Eg havi fingist við undirhald í mong ár. Bæði tá eg var lesandi, journalistur, lærari og nú, meðan eg eri politikari. Men tað er ikki eitt starv. Tað er eitt frítíðarítrív. Har er eingin føst arbeiðstíð. Skalt tú røkja starvið á fólka- tingi til lítar, mást tú brúka tína arbeiðstíð til tað. Tú mást møta upp til fundir og tiltøk. Tú mást kunna vera burtur í dagavís. Og tú mást kunna fara til Danmarkar við stuttum skotbrá. Og tað BER IKKI TIL, um tú samstundis skalt røkja ein løgtingssess til lítar. Kann ein komikari sita á fólkatingi? Tað er trupult at verja tað, sum ikki kann verjast Sosialurin 341800