Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 Sosialurin Magni Laksáfoss – skapar loysnir Í mong ár havi eg stríðst fyri at skapa vakstrar-avtalur í Føroyum og ført fram, at um vit einki gera, vil støðan í øllum Føroyum líkjast støðuni í Suðuroynni og Sandoynni innan 15 ár. Hóast hetta hevur politiska skipanin arbeitt móti øllum tiltøkum. Nú standa vit í støðuni og mugu síggja veruleikan í eyguni. Eg og tú kunnu ikki liva við hesum. Vit mugu gera nakað við tað! Upplagt er, at nýta umboðið á fólkatingi til at søkja sær vitan um, hvussu vit best skapa búskaparvøkstur og gera vakstraravtalur - finna út av hvørjar avtalur eru góðar, hví tær eru góðar og bera hesa vitanina til Føroyar. Í stuttum skal fólkatingsumboðið virka fyri at skapa loysnir til Føroyar. Búskaparvøkstur ella fráflyting “Eg vil skapa loysnir til Føroyar” Høvuðsstaðurin á Norð­landi­ num í Íslandi stríðist eitt áhaldandi stríð, so hann ikki dettur niðurímillum. Akuroyri er á stødd við Havnina og størsti býur uttan­fyri tættbýlini á Reykja­ víkarleiðini. Hann ásannar, at skal hann standa seg og mennast, má hann leggja doyin á, at fólk í býnum hava arbeiði at fara til, góðar møgu­leikar at útbúgva seg og innihald í frítíðini. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur júst verið á vitjan á Akuroyri og kunnað seg við umstøðurnar har. Eitt nú, hvat býr undir, at fólkatalið í býnum er javnt vaksandi. Vinnumenning og lærdur háskúli Akuroyri hevur ikki verið so meint raktur av djúpu kreppuni í Íslandi seinastu árini. Men býurin var í miklari kreppu árini frá 1985 til 1995. Arbeiðsplássini í tí gamla ídnaðinum í býnum hvurvu eitt fyri og annað eftir, og tí vóru akuroyringar ikki rætti­ liga uppi í dansinum, sum fekk so álvarsamar avleið­ ingar fyri Ísland. Teir vóru longu av álvara farnir undir at menna møgu­leikarnar í býnum og hildu fram við tí. Tað hevur havt við sær, at fólk hevur støðast á Akuroyri, og onnur eru komin aftrat, sum ikki hava kunnað fingið arbeiði aðrastaðni. Akuroyri starvast alsamt fyri at fáa meiri vinnulív og fleiri vinnurvirki. Seinasta sólkskinsøgan í so máta er, at eitt felag við italiumonnum og týskarum hevur stovnað virki at framleiða útbúnað til telduídnaðin. Har er í løtuni arbeiði til meir enn 100 fólk. Virkið fekst í lag, eftir at Akuroyri hevði boðið seg fram í útlondum at hýsa virkjum. Eftir átta ára fram­ boð og samráðingar fekst ætlanin í lag. Átakið hevur hepnast so væl, at nú er ætlanir um at víðka virksemi og framleiðslu. Býurin hevur eisini fingið sín egna lærda háskúla, sum er partur av Háskóla Íslands, ið hevur høvuðssæti í Reykjavík. Eini 1200 lesa við háskólan á Akuroyri og eini 800, sum búgva aðrastaðni, eru fjarlesandi. Trý stór háhús eru bygd til at hýsa teimum mongu les­ andi undir góðum um­støð­um í smærri og størri íbúðum. Mentan og ferðavinna Fólkatalið kvinkar alsamt uppeftir, og samstundis verður áhaldandi syrgt fyri at menna tilboðini til fólk­ ið á mentannar- og frí­tíð­ar­ økinum. Bara tey seinastu fáu árini eru nýtíðar umstøður skaptar til alskyns ítróttir og rørslu, uttandura sum innan­ dura, og stór tøk eru tikin til frama fyri einum livandi mentanarlívi. Størsta takið í so máta er mentunarsetrið HOF, sum varð latið upp í mið­býnum fyri einum ári síðani. Hovið hýsir muskikk­skúla, sum hevur áleið sama næm­ingar­ talið sum okkara, eini stórari og eini minni framførsluhøll til klassisisk­an sum rytm­ isk­an tónleik, sjónleika­fram­ førslur, ráðstevnur v.m. Ríkið hevur borgað ment­ anarliga partin av hovinum og komm­unan musikskúlan. Raksturin er lagdur í ein sjálvsognarstovn. Í húsinum eru eisini ferðamanna- og kunningarstova eins og skriv­stovur hjá kommunalu menn­ingardeildini, sum tekur sær av mentanarlívi, marknaðarføring, ferðavinnu og aðrari vinnumenning. Ferðavinnan á Akuroyri gongur væl. Har kemur nógv fólk vetur, vár og summar. Lakast er um heystið. Um veturin koma bæði íslend­ ingar og útlendingar í stórum tali til Akuroyrar at standa á skíð undir Hlíðarfjalli. Hagar eru eisini føroyingar farnir at leita. Flogsamband og ferðamannaskip Akuroyri leggur seg eftir at fáa beinleiðis flogsamband við umheimin. Nógvar flog­ ferðir eru millum Reykjavík og Akuroyri dagliga. Eitt flogfelag flýgur um summarið beinleiðis av Akuroyri niður á meginlandið. Eitt annað fer at leggja sína farleið úr Keflavík um Akuroyri, men akuroyringar vilja helst hava beinleiðis samband heldur enn umvegis samband. Teir fegnast um, at Atlantic Airways hevur gjørt nakrar túrar hagar seinastu árini við skíðarum úr Føroyum, og teir vilja fegin hava fleiri í komandi tíð. Stóru ferðamannaskipini eru nógv á Akuroyri, Eini seksti í tali. Tey liggja ein stóran part av einum samdøgri, og haðani gera ferða­fólkini ferðir í býnum og á Norðurlandinum annars, sum hevur nógv serstakt at bjóða. Nógv frítíðartilboð Frítíðartilboðini eru nógv. Tey eru skíðibreyt, fót­bólts­ høll, ein rúgva av fót­bólts­ vøllum, bæði gras og graslíki, hondbóltshallir, fimleika­ hallir, svimjihyljar og baðil­ and, rennibreyt, golfvøllur við 18 holum, ríðihøll og hvørt av sínum. Á leiðini niðan á skíði­ breytina eru umstøður skipað­ ar fyri annað uttandura­virk­ semi sum motorcross, gocart, bilbreytir, skjótibreyt o.a. Akuroyri hevur tikið eina og tvær nýggjar verkætlanir í brúk árliga seinastu árini. Talið á fólkaskúlum er á leið tað sam sum í Havn, og tveir studentaskúlar eru. Barnaansingin er knýtt sam­ an við skúlunum. Tá ídnaðar­ virkini í miðbýnum góvu skarvin yvir, gjørdi Akur­oyri av at broyta hetta um­ráði til eitt mentunar­umráði, sum verður nevnt Listagilið. Tey gomlu virkishúsini og verksmiðjurnar hýsa nú ymsum lista- og mentanarvirksemi bæði til framsýningar og beinleiðis luttøku fyri ung sum eldri. Broytingin verður hildin at hava hepnast væl. Liggja á takinum Alt hetta verður gjørt til tess at tryggja, at fólk vil búgva og liva á Akuroyri, og at býurin styrkir sína støðu sum miðstøða á Norðurlandinum, ið kann bjóða seg fram sum ein kappingarførur møguleiki hjá íslendingum. Tað sær út til at hepnast væl. Staðfestast kann, at Akur­ oyri og Tórshavn eru av somu stødd og í nakað somu støðu á so mangan hátt. Skal fólkið støðast og fjølgast er neyð­ugt alsamt at menna møgu­leikarnar í vinnulívi, útbúgv­ing, mentunarlívi og frítíðarlívi. Í so máta liggja vit kanska ikki eins væl á takinum og tey á Norðlandinum í Íslandi enn, men vit eru væl á veg. Akuroyri og Havnin í somu støðu Jógvan Arge formaður í mentamálanevndini í Havn Kjak