mikudagur 14. september 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
22
Sosialurin
Praktiskt samstarv
um praktisk mál
Fólkatingsvalið 2011
(Brot úr formansrøðuni
hjá Aksel V. Johannesen á
landstevnu í vikuskiftinum)
At vera javnaðarfólk er at
ynskja frælsi og tryggleika.
Frælsi og tryggleika at virka
í gerandisdegnum. Frælsi og
tryggleika, so vit øll hava
møguleikan
at
gagnýta
okkara viðføddu gávur og
fremja okkara dreymar.
Persónligt frælsi virkar
tó bara í felagsskapi. Tað er
felagsskapurin, sum gevur
frælsinum innihald. Uttan
felagsskapin, so er frælsi
einans fyri tey fáu, og ikki
fyri øll.
Hesar grundsúlur eru savn
andi fyri okkum javnaðarfólk
og hava røtur heilt aftur í
fronsku kollveltingini.
Saman úr kreppuni
Hóast fleiri glottar eru at
hóma á himmalhválvinum, so
eru vit enn í einum búskapar
ligum aldurdali og stórt hall
er á fíggjarlógini. Hóast ring
asta kreppan tykist vera um
at hasa av, so stríðast vit enn
við avbjóðingar, sum komu í
kjalavørrinum av kreppuni.
Javnaðarflokkurin ynskir
at vaksa seg úr kreppuni. Vit
vilja skapa búskaparvøkstur
og menning. Vit vilja skapa
trivnað og tryggleika, so fólk
ið, ið her býr, kann fjølgast.
Og vit hava eina greiða
ætlan fyri hvussu vit fremja
hetta mál.
Longu í hesum valskeiði
num vilja vit geva Húsaláns
grunninum
møguleikan
fyri at byggja íbúðarhús og
standa fyri, reka og leiga út
íbúðir og lestrarbústaðir. Við
fænum í grunninum kann
Húsalánsgrunnurin byggja
150-200 íbúðir kring landið
beinanvegin. Kostnaðurin
fer at vera á einum støði, so
t.d. ungar familjur, lesandi
og onnur, sum í dag búgva í
kjallaraíbúðum, kunnu fáa
ein virðiligan bústað.
Umframt at verkætlanin
útvegar nakrar sera kær
komnar bústaðir, so setir
hetta eisini gongd á byggi
vinnuna, ið enn bløðir.
Størri samhaldsfesti
í skattingini
Í øðrum lagi hava vit brúk
fyri einari skattaumlegging.
Longu nú hava fleiri flokkar
verið frammi og lovað ófíggj
aðar skattalættar, men skila
leysar skattalættar kunnu vit
ikki taka í álvara. Vit kunnu
ikki lækkað inntøkurnar hjá
landskassanum og samstund
is varðveita grundleggjandi
vælferðarskipanir.
Vi ásanna tó, at verandi
skattaskipan hevur fleiri lýtir.
Hon er ov einstáttað, tí lønar
skatturin ber ov stóra byrðu.
Vit hava ikki ráð til skatta
lætta, men vit kunnu gera
eina skattaumlegging, sum
fordeilir byrðarnar betri.
Í dag er skatturin á serliga
lægri og meðalinntøkur ov
høgur. Høvuðsbroytingin í
nýggju skattaskipanini verð
ur, at fáa størri samhaldsfesti
í inngjaldinum. Í dag eru alt
ov nógv, sum ikki gjalda til
felagsskapin og fortreytin
fyri at varðveita vælferðina
er, at øll mugu verða við til
at bera.
Ein annar týðandi lutur í
umleggingini er at strika ella
minka munandi um óendaligu
røðina av undantaksreglum
hjá vinnuni at gjalda til
felagsskapin.
Føroyar telist millum tey
lond í vesturheiminum, sum
hevur lægsta partafelags
skatt, samstundis sum vit
hava
hægsta
lønarskatt.
Hetta er ikki rímiligt og tí
fara vit at hækka partafelags
skattin eitt vet, so vit hava
ráð til at lækka lønarskattin
hjá vanliga løntakaranum.
Í okkara skattauppskoti
skal
heilsutrygdargjaldið,
kringvarpsgjaldið, samhalds
fasti, og barsilgjaldi takast
inn umvegis skattin. Lønar
skatturin skal lækkast og
barnafráfrátturin
verður
hækkaður, soleiðis at hand
verkarar,
sjúkrarøktarførð
ingar, lærarar og aðrir bólkar
við og meðalinntøkum koma
at fáa ein lætta, sum svarar til
fleiri túsund krónur um árið.
Útrokningar vísa, at hetta
letur seg gera uttan at saml
aðu skattainntøkurnar hjá
landinum lækka.
Arbeiði til allar hendur
Ein stórur trupuleiki vit hava
at dragast við, er stóra arbeiðs
loysi. Fleiri av siðbundnu vinn
unum eru í minking og stór
arbeiðspláss hvørva. Hetta
merkist serliga meint uttan
fyri miðstaðarøkið.
Ein sterkur arbeiðsmarkn
aðarpolitikkur
skal
vera
krummtappur í broytingar
gongdini,
har
siðbundnar
vinnur, oftast við ófaklærdari
arbeiðsmegi, dvína fyri nýggj
um førleikakrevjandi vinnum.
Tey, ið verða rakt av broyt
ingum eiga at koma inn í eina
førleikamennandi
skipan,
sum ger tey før fyri at fóta
sær og koma víðari. Eitt
lágt arbeiðsloysi og góðar
arbeiðsmarknaðarligar
og
sosialar skipanir eru málini.
Ein fortreyt fyri hesum er
ein virkin arbeiðsmarknaða
rpolitikkur.
Javnaðarflokkurin vil, at
politisku
myndugleikarnir
fara í eitt skipað trýparta
samstarv við partarnar á
arbeiðsmarknaðinum
um
ein arbeiðsmarknaðarpolitis
kan reform beinanvegin eftir
komandi val.
Skattakrónurnar
brúkast við umhugsni
Vit
í
Javnaðarflokkinum
eru errin av teimum heitu
hondunum úti í røktini,
av kønu serlæknunum og
sjúkrarøktarfrøðingunum
sum bjarga limum og lívum
á sjúkrahúsunum, av náms
frøðingunum og fólkaskúla
lærarunum, sum hvønn dag
eru um og menna okkara
ríkasta tilfeingi – nevniliga
børnini.
Men
vit
mugu
brúka hvørja skattakrónu
við virðing og umhugsni.
Í teimum sosialdemokrat
isku Norðurlondunum hava
vit eitt høgt skattatrýst, so
vit kunnu veita almennar
tænastur á høgum støði. Júst
tí er tað ein serlig ábyrgd hjá
okkum í Javnaðarflokkinum,
at almenni geirin verður
rikin effektivt og sum mest
fæst fyri hvørja krónu.
Vit vilja skapa trivnað og tryggleika
Høvuðsbroytingin í nýggju skattaskipanini verður, at fáa størri samhaldsfesti
í inngjaldinum. Í dag eru alt ov nógv, sum ikki gjalda til felagsskapin og
fortreytin fyri at varðveita vælferðina er, at øll mugu verða við til at bera
Aksel V.
Johannesen
fólkatingsvalið 2011
Føroysk
ítróttarfólk
eru
bestu
ambassadørar
fyri
føroysku tjóðina. Vit kunnu
brúka 10 tals mió. Kr til
marknaðarføring av Føroy
um og eitt nú føroyskari
ferðavinnu, men hetta er onki
aftur imóti tí virði, føroysk
ítróttarfólk hava í marknaðar
føring, tá tey umboða Føroyar
undir føroyska Merkinum.
Tað eru fleiri úrmælingar
innan føroysku ítróttina.
Serliga er tað innan svimjing,
at vit hava sæð avbera
góð úrslit. Hóast vánaligar
karmar hava úrmælingar
sum Pál Joensen víst á sera
heiðurslig altjóða úrslit m.a.
3 gull í EM í svimjing fyri
juniorar, silvur til EM fyri
seniorar og umframt onnur
sera góð úrslit. Ì 2012 skal Pál
luttaka til OL í London, men
tíverri verður hetta eftir
øllum at døma undir danska
Dannebrog. Hetta kunnu
vit ikki bjóða okkara bestu
ítróttarfólkum, sum umboða
føroysku tjóðina til størstu
ítróttarkapping í heiminum.
À Fólkatingi fara vit í
Fólkaflokkinum at arbeiða
fyri sjálvstøðugum limaskapi
í ICO, altjóða olympisku
nevndini, soleiðis at føroysk
ítróttarfólk kunnu luttaka
til
OL
undir
føroyska
Merkinum.
Føroysk ítróttarfólk skulu
luttaka undir Merkinum
Annika Olsen
Valevni fólkafloksins
til fólkatingsvalið
fólkatingsvalið 2011