Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 Sosialurin Fólkatingsvalið 2011 Bjørn Kalsø fegnast um, at tað eydnaðist at fáa Javn­að­ar­flokkin á beint í sjúkra­húsmálinum. Rokni við, at hann sipar til lands­ fund­ar­samtyktina, ið var soljóðandi: »Javnaðarflokkurin stað­ festir, at sjúkrahúsverkið um­fat­ar og skal framvegis um­­fata øll trý sjúkrar­húsini - Og at neyðugt er at fremja nakrar bygnaðarligar broyt­ ing­ar í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk, til tess at styrkja tey trý sjúkrar­ húsini«. Í hesum sambandi er tað kanska vert at minna Bjørn Kalsø á, at landsfundurin, ið myndar hópin av fólki úr øllum landinum, er hægsti myndugleiki floksins. Hvørja støðu hevur Sam­bandsflokkurin? Áhugavert hevði verið at fingið staðfest, hvussu er í Sambandsflokkinum við­ víkjandi sjúkrahúsunum. Magni Laksafoss, tingmaður og fyrr­­verandi fíggjar­málaráð­ harri, skeyt upp at skera 30 mió av sjúkra­húsjáttanini á fíggj­ar­ lógini og leggja sjúkra­­húsini saman til eitt sjúkrahús. Landsfundarsamtykt Sambandsfloksins Tann 26. mars 2011 hevði Sam­bandsflokkurin lands­ fund, og har var soljóðandi landsfundarsamtykt, um sjúkrahúsverkið: »Vit eiga at varðveita 3 sjúkrahús. Skjøtil skal setast á at skipa Sjúkrahúsverk Føroya sum eina felags eind við einari Leiðslu«. Sambandsflokkurin ongin trygd fyri sjúkrahúsini At fyrigykla norðoyingum og suð­ur­oyingum, at Sambands­ flokk­urin er nøkur trygd fyri at sjúkrahúsini ikki verða nið­ur­­ lagað, er at fyrigykla veljar­an­um nakað, ið ongin trygd er fyri. Skal eg geva Bjørn Kalsø eini góð ráð, so er tað at fáa skil á Sambandsflokkin og hansara støðu til sjúkra­hús­ini og nýta meira orku til tað enn til at harta Javnaðarflokkin. Hevur Bjørn fingið Sam­ bandið á beint í sjúkrahús­ málinum? Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Javnaðarflokkurin fólkatingsvalið 2011 Javnaðarflokkurin fekk 1115 atkvøður í Suðuroynni til seinasta løgtingsval Um tú atkvøddi fyri Javnaðarflokkinum seinast, og tær dámar floksins ætlan­ ir um samstarv og dialog mótvegis dønum og tekur tú frástøðu frá konfrontati ónspolitikkinum hjá hinum flokkunum?? Ja so kann Javnaðarflokkurin halda fram við røðini av stórum úrslitunum, sum eru nádd síðan Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð fekk um­ boðan á fólkating, tá P. M Dam varð valdur í 1948. Suðuroyingar tit kunnu avgera hetta valið!! Tí vil eg heita á øll hesu 1115 - og helst fleiri afturat - um at fara á val tórsdagin og velja Javnaðarflokkin. Við vón um eitt spenn­ andi og gott val-helst fyri Javnaðarflokkin. 1115 avgerandi atkvøður!! Malla Dam fólkatingsvalið 2011 Frælsu útvarpini, sum vit øll gleðast um í dag, men stríðið var hart, mitt í nítiárunum. Í dag vildi eingin verið tey fyriuttan. Umboðsmansstovnurin, sum menn og kvinnur tos­ aðu og tosaðu um, men einki hendi. Miðflokkurin gjørdi eitt uppskot, sum varð ein­ mælt samtykt á Løgtingi. Í dag er stovnurin ein trygd hjá tí minni menta. Frískúlar, saman við øðrum góðum kreftum hildu vit á í trúgv við hesi søk. Nú njóta og gleðast mong um hendan sjálvsagda møgu­leikan, børn teirra fingu. Fátækramarkið varð tosað um í áravís. Beint áðrenn summarfrítíðina sam­­tykti Løgtingið uppskot frá Mið­flokki­num um at fáa ásett eitt slíkt. Rødd teirra minni mentu talar at ferð eftir ferð, tá ábyrgdin fyri tí veika verður gloymd. Ófødda barnið í móður­ lívi fer altíð at verða hjarta­ mál floksins, til seinasta fostur-tøkan er framd her á landi. Og vit kundu hildið á við málum, sum eyðkenna henda flokk, sum tú veit hvar tú hevur, tí hann er samd­ur og talar við einari rødd! Hjálp okkum út um land­ oddarnar við okkara lívs­ játtandi boðskapi. Hjálp Miðflokkinum at veksa. Gev flokkinum tína atkvøðu hósdagin. Úrslit eftir Miðflokkinum í føroyska samfelagnum Jenis av Rana Formaður Miðfloksins fólkatingsvalið 2011 Sum landsstýriskvinna í mentamálum veit eg, at tað er lívsneyðugt at menna gran­ skingarsamstarvið millum Føroyar, Danmark, ES. Tað er ein ørgrynna av møgu­leikum at knýta tey neyð­ugu sambondini og gera tær góðu avtalurnar. Vit fingu ein einastandandi møgu­leika, tá ið tað eydn­ aðist okkum at tryggja Føroy­ um limaskap í FP7 gransk­ ingarsamstarvinum í ES. Henda avtala letur dyr upp – men vit mugu vera nógv fleiri, sum ganga á hurð­ arnar og menna granskingar­ samstarvið við Danmark, ES og onnur lond. Hagtøl, ið mugu broytast Hagtølini siga, at nógvar kvinnur og nógv ung fólk flyta út Føroyum og koma ikki heim aftur. Vit hava øll eina ábyrgd at venda hesari gongd. Ítøkilig tiltøk mugu orðast og ikki minst fremjast, fyri at venda gongdini. Gransking, búskapar­vøk­ st­ur og fólkavøkstur hanga óloysiliga saman. Sum umboð fyri Føroyar á fólka­tingi fari eg at brúka alla mína orku at skunda undir hesa tilgongd. Gransking, búskapar­ vøkstur og fólkavøkstur Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin fólkatingsvalið 2011