Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 24 Sosialurin Kjak 1. Í viðmerkingunum til lógar­ uppskotið verður m.a. ført fram “yvirskipaða avbjóð­ ingin er at fáa skipa sjúkrahús­ verkið soleiðis, at borgarin er tryggjaður nøktandi viðgerð samstundis sum kostnaðurin fyri viðgerðina verður so lágur sum gjørligt. Hetta merkir, at samlaða tilfeingið hjá sjúkrahúsverkinum skal gagnnýtast til fulnar”.. “Ein fyritreyt fyri hesum er, at ræðisrætturin yvir samlaða tilfeinginum er savnaður á einum stað”. Hetta er ein niðurstøða sum ikki er prógvførd á nakr­ an hátt. Hetta kundi havt sína meining um okur vistu, at tað var ein avmark­að­ur stovnur sum landa­frøði­liga var væl saml­­að­ur. Tí kundi ein líka so væl komi til akku­ rát øvugtu niður­støðu og sagt, at í einum sjúkra­hús­ verki sum er somikið land­ frøði­liga spreitt, kundi virk­ semi og eigaraskap til arbeiði fingið skaðað av, at frá­støðan ímillum arbeiðs­pláss og leiðara verður alt ov long. 2. Samstarv og tørvur uppá samstarv: Allir sjúkra­hús­ stjórarnir hava við ein munn verið samdir í, at gott samstarv er millum øll sjúkra­húsini. Sum er, hevur SS longu samstarv innan labora­torie­økið, røntgen­ økið, tekniska økið, sjúkra­ flutn­ings­­­tænastuna etc. Við øðrum orðum á flestu økjum har tað land­frøði­liga ber til. Har tað enn manglar eitt sam­starv, er innan ávísing (visitering) av sjúk­ling­um ella eitt býti av sjúk­lingum millum sjúkra­húsini. Fyri at fáa hetta at virka til fulnar, er ikki neyðugt við nakr­ari miðsavn­an av leiðsl­uni. Aðal­ ráðið hevur øll tey amboð og allan tann myndu­leika sum er neyð­ugur, fyri at seta eina slíka sentrala ávísingar­ skipan (visitering) í verk, so at til­feingið á øllum sjúkra­hús­ unum verður nýtt til fulnar. 3. Løn til yngri lækna og vakt á SS: Tað tykist sum um tað hevur fingið ilt í fleiri, at yngri læknar sum ganga í vakt á Suðuroyar Sjúkrahúsi fáa eina reiðuliga høga vikuløn. Fyri tað fyrsta er at siga, at hendan skipan hevur verið í verki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi nú í mong ár, og í roynd og veru er ein frimul fyri vaktarskipanina okur hava her á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tó so, arbeiðsøkið hjá yngru læknunum her á Suðuroyar Sjúkrahúsi er enn størri, tí at aftaná kl. 16 um dagin eru teir eisini í vakt fyri primersektorin, tvs. fyri kommunulæknarnar. Hetta er alt gjørt í neyvum samstarvi við Heilsu­mála­ ráðið og kommunulæknarnar. Uttan vaktarskipan á Suður­ oyar Sjúkrahúsi veit ráðið, at kommunulæknarnar í oynni helst gevast og fara. Sama er galdandi fyri yvir­ læknamanningina á sjúkra­ húsi­num. At ein reiðiliga stór upphædd fer til ein einstakan lækna fyri hvørja viku, skal síggjast í tí ljósi, at hetta í roynd og veru er arbeiði fyri 3-4 læknar í eini vaktskipan á 8 timar x 3. Um motivið til missnøgdina er, at vaktarskipanin í sær sjálvum er ov dýr, ella at peningurin fer í lumman hjá einum lækna í senn, er fyri okkum ringt at meta um. Samlaða úrslitið fyri rakst­urin er stórt sæð tann sami um okur hava tríggjar læknar gangandi í vakt ella ein. Fyri arbeiðs­ gongdina er tað tó stórur fyrimunur at hava ein lækna í vakt í senn í eina viku. Men er tað soleiðis, at man vil spara eina vaktarskipan, so kundi man hugt eftir hvussu t.d. er á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, har vaktartyngdin er nógv minni enn á t.d. Suðuroyar Sjúkrahúsi og lagt hesa vakt undir medisinsku ella skurðdeildina á LS. 4. Viðvíkjandi skrivi frá Heilsu­málaráðnum um við­ merk­­­ing­ar til játtanar­karm­ in fyri 2012 á høvuðs­konto 1120315 fyri Suðuroyar Sjúkra­ hús. Hetta er skriv sum er sent til øll 3 sjúkrahúsini. Mið­ skeiðis á fyrstu síðu verður skrivað soleiðis “Sjúkra­hús­ verkið skal fremja sparitiltøk fyri 1 mill. kr”. Víðari verður sagt “Tí eigur Suðuroyar Sjúkra­­hús at royna at tillaga virk­semi við tí í huga. Her verður serliga hugsað um, at menna samstarvi millum sjúkra­hús­ini. Samstarvs­økir sum kunnu nevnast sum dømi eru: Sjúkraflutnings­ tænast­an, vaktarskipanir inn­­an narkosu-, og skurðøkið, røntgen- og blóðbanka. Sjúkra­­ hús­­­stjórarnir eiga at arbeiða saman fyri at finna møgu­­­ligar loysnir sum kunnu røkka út um tað eins­taka sjúkrahúsið.” Fyri okkum leiðarar á sjúkrahúsinum er tað púra óskiljandi, at okkara ovasti mynduleiki kann koma við einari slíkari áheitan. Ein hvør mynduleiki sum varðar av sjúkrahúsøkinum og serliga ovasti mynduleikin átti at vita, at tað undir ongum umstøðum letur seg gera, at gera vaktarskipanir innan akuttøkið sum narkosu og skurðøkið tvørtur um Suðuroyarfjørð. Hetta tykist okkum bæði arrogant og bera brá av vannkunnleika um hvat kjarnufunktiónirnar á føroysku sjúkrahúsunum eru. Hetta er at kasta torvmold í eyguni á starvsfólkunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og suðuroyingum sum heild. 5. Um ongin lokalleiðsla við avgerðarmynduleika er á Suður­oyar Sjúkrahúsi, eru okur reiði­liga sannførd um, at hetta fer at ganga út­yvir rekrutter­ingina av starvs­fólki til sjúkrahúsið og at starvs­ fólkini skjótt missa eigara­ skap og harvið fram­drift og arbeiðs­gleði á staðnum. 6. Suðuroyar Sjúkra­hús hevur í nógv ár havt sum mál, at verða eitt vælvirkandi akuttsjúkrahús fyri Suður­ oynna og harafturat bjóða fram tænastur til alt Føroya land innan økir har okur hava førleika og tilfeingi. Í øllum kjaki sum er fari fram seinastu árini í umsitingarliga og politiska umhvørvinum, sakna okur eina støðutakan til hvussu akutta heilsuskipanin í oynni eigur at skipast. Tað tykist sum at øll smíkja sær uttanum henda, fyri suðuroyingar, týdningarmikla spurning. Heilsumálaráðið er ongantíð komið við nakrari ætlan fyri akuttfunktiónina í oynni. Tann leistur, sum liggur í løtuni við hjálparlæknum og tøttum samstarvi við kommunulæknar og sjúkra­ hús hevur sín uppruna her í oynni, og er settur í verk eftir nógvar tungar samráðingar í samráð við Heilsumálaráðið. Tað er ódámligt, at ráðið roynir at máa støðið undan hesi skipan, sum allir partar eru samdir um virkar væl, til fyrimuns fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. Um Heilsumálaráðið er misnøgt við heilsuskipanina í Suður­ oynni sum heild, skylda teir okkum eina ætlan um, hvussu ráðið sjálvt vil skipa serliga handfaringina av illa akuttsjúkum í Suðuroynni. 7. At enda halda okur at tað er óhoyrt, at sjálvt Heilsumálaráðið rør upp­ undir, at teirra egnu tænastu­ menn, sum eru settir á sjúkra­hús­unum draga til sín til­feingi, og hugsa minni um ta kjarnufunktión teir eru settir at hava ábyrgd av. Viðmerkingar frá leiðarum og deildarleiðarum á Suðuroyar Sjúkrahúsi Dagfinnur Danbjørg Viðmerkingarnar snúgva seg um løgtingsmál nr. XX/2011 uppskot til løgtingslóg um broyting í lógini um sjúkrahúsverkið. Víst verður til skriv frá Heilsumálaráðnum 30. august 2011 mál nr. 11/00298-4 Ronnie Midjord sjúkrahússtjóri Suðuroyar Sjúkrahús Rigmor Rasmussen  skrivar á Vágaportalinum tann 5. sep. m.a.: Fólkafloksins umboð á Fólkatingi vil tryggja okkara sjúklingum frítt sjúkrahúsval úti í heimi. Sjúklingurin eigur at hava møguleika at velja sjúkra­húsviðgerð bæði innan og uttan fyri ríkisfelagsskapin. Peningurin, ið skal gjald­ ast fyri viðgerð av einum sjúklingi eigur at fylgja sjúklinginum heldur enn sjúkrahúsinum. Sjúklingurin eigur at hava møguleika at velja sjúkrahúsviðgerð bæði innan og uttan fyri ríkisfelagsskapin og harvið geva vit okkara sjúklingum vissu fyri, at tey kunnu velja bestu viðgerð. Loyvi mær í hesum sam­ bandið at spyrja RR, hvønn pening talan er um Eru tað teir somu pening­ arnir, sum fólka­flokkurin longu hevur givið teimum vælbjargaðu í skattalætta, og sum  m.a. hevur  viðført, at nógv sjúk als ikki sleppa av landinum til viðgerðar restina av árinum. Meðan brekað mugu bíðja í upp til 2 ár eftir at fáa neyðuga viðgerð. Ljótt er at taka frá teimum, ið størsta tørvin hava, men enn ljótari er, tá somu fólk , ið illgerðirnar hava framt, í samband við stemmufiskarí, traðka fram á pall og geva seg út fyri at vera tey, ið tey sviknu og teirra næstringar kunnu líta á. Eitt mark átti at verið fyri politiskum frekleika. Eitt mark átti at verið fyri politiskum frekleika