mikudagur 14. september 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
26
Sosialurin
Ítróttur
vodafonedeildin upptakt
Leikari at halda eyga við
KÍ skal hava eitt gott eyga við Lukasz Cieslewicz, tí í
tveimum dystinum móti KÍ hevur hann skotið heili fýra mál.
Árstalsfelagið vann 2-0 í Klaksvík og 4-1 í Havn fyrr í ár.
Floksfelagir møtast á vøllinum
Tróndur Arge
Gjøgnum ungdómsárini stríddist
83 árgangurin hjá KÍ saman við
serliga HB um at vinna gullið bæði
í landskapping og steypakapping.
Á KÍ liðnum spældu Hjalgrím
Elttør, Atli Danielsen og Símun
Joensen. Mangan vóru teir í dysti
við millum annað HB leikararnar
Jón Róa Jacobsen og Vagn Mohr
Mortensen.
Hjalgrím og Atli skifta
Teir spæla allir í KÍ fram til 2007,
tá Hjalgrím Elttør skiftir til NSÍ.
Núverandi KÍ liðskiparin var ein
av lyklaleikarinum í FM heitinum,
sum NSÍ vann tað árið. Somuleiðis
flytur Atli Danielsen av landinum
og spælir bara tann eina dystin í
2007.
Hjalgrím spælir í tvey eitt hálvt
ár við NSÍ, áðrenn hann í 2009
skiftir í seinnu hálvu til KÍ. Eisini
Atli Danielsen spælir seinnu hálvu
við KÍ, men hvørgin megnar at
bjarga KÍ lívinum í bestu deildini.
KÍ spælir í 2010 í næstbestu
deildini og fleiri leikarar leita sær
vekk frá felagnum. Atli Danielsen
fer aftur til Danmarkar at spæla,
meðan Hjalgrím Elttør og Símun
Joensen flyta til Havn at spæla við
B36.
Fyrstu fer í B36 troyggjuni
Hjalgrím hevur roynt at spælt í
Klaksvík við øðrum enn KÍ, somu
leiðis royndi Símun Joensen tað
fyrr í ár. Nú er túrurin komin til
Atla Danielsen.
– Tað verður ein serligur dyst
ur, eg havi ikki roynt at spælt móti
KÍ fyrr. Tað verður eisini serligt at
skula koma til Klaksvíkar og skula
royna at vinna á KÍ, men eg má bara
fyrireika meg sum eg geri til ein
vanligan dyst, sigur Atli Danielsen.
Atli hevur spælt 161 dystir fyri
besta liðið hjá KÍ og skotið 28 mál.
Fyrireikar seg til
ringa móttøku
Tað er ikki óvanligt í fótbólts
heiminum, at viðhaldsfólk siga sína
meining tá tey eru til dyst. Hóast tað
ikki liggur í kortinum, so fyrireikar
Atli seg til at taka ímóti onkrari
minni vinarligari viðmerking.
– Eg má eisini fyrireika meg upp
á at onkur kanska fer at rópa okkurt
eftir mær, men tað má eg bara
eisini taka við. Tað er ein partur av
spælinum, sigur Atli víðari.
Ein av orsøkunum til at Atli valdi
at skifta til B36 í summar og ikki KÍ
var, at hann vildi sleppa at kempa
um gullið. Atli vísur tó á, at hann
hevur sína dagligu gongd í Klaksvík
og fólk tykjast skilja hann.
– Eg má hava fokus á dystinum
og ikki hvat hendir rundan um,
men nú arbeiði eg í Klaksvík og eg
havi ikki hoyrt so nógv. Fólk tykjast
skilja mítt val og mina avgerð, men
tað kann eisini broytast tá vit eru
á vøllinum og fólkini siga okkurt
annað, sigur Atli Danielsen.
Atli Danielsen
er framvegis KÍ'ari
Landsliðsleikarin
er
framvegis
góður við barndómsfelagið, men
leggur dent á, at hann nú hevur
eina uppgávu at loysa við B36 og
tí mugu tær kenslurnar pakkast
burtur eina løtu.
– Eg vóni sjálvandi at KÍ yvir
livur í bestu deildini, tí innast inni
eri eg sjálvandi góður við mítt
barndómsfelag. Men nú má eg
spæla fyri B36 og royna at vinna
á KÍ, men hinar dystirnar, so haldi
eg við KÍ, sigur Atli Danielsen at
enda.
Dysturin millum KÍ og B36
verður í kvøld klokkan 17:30 og Rás2
fer at siga beinleiðis frá dystinum.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur Øll
ungdómsárini
spældu Atli
Danielsen, Símun
Joensen og Hjalgrím
Elttør á liðið saman
í KÍ. Hjalgrím og
Símun hava spælt
í Klaksvík í aðrari
troyggju. Í kvøld
skal Atli Danielsen
spæla móti barn
dómsfelaginum
á fyrsta sinni
hvítt blóð
Atli Danielsen bløðir nú fyri
hvíta havnarfelagið.
– Eg vóni sjálvandi at KÍ yvir
livur, tí innast inni eri eg sjálvandi
góður við mítt barndómsfelag.
Men nú má eg spæla fyri B36
og royna at vinna á KÍ
Mynd: Álvur Haraldsen
Hjalgrím Elttør skifti til NSÍ í 2007,
har hann vann FM sama árið
Hagtøl frá www.faroesoccer.com
516 dystir fyri KÍ
Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen og Símun
Joensen hava samanlagt spælt 516 dystir
fyri besta liðið hjá KÍ og hava skotið 115 mál.