mikudagur 14. september 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
Sosialurin
Ítróttur
vodafonedeildin upptakt
ÍF bara hálvir í ár
Tá 19 umfør vóru spælt í fjør hevði ÍF 31 stig. Í ár hava teir
bara skavað 16 stig saman upp á 19 dystir. Tað vil siga, at teir
eru áleið helvtina so góðir í ár í mun til í fjør í landskappingini.
B71 dugar at vinna í Fuglafirði
B71 vann bara tann eina dystin fyri summarsteðgin. Tann dysturin
var móti ÍF í Fuglafirði. So er spurningurin um ÍF hevur lært
av tí dystinum, ella um B71 hevur fingið blóð upp á tonna.
Dómadagur í Fuglafirði
Hagtøl frá www.faroesoccer.com
Tróndur Arge
Aftaná 19 dystir hevur ÍF skravað
16 stig saman. Í fjør hevði ÍF 31 stig
aftaná 19 umfør. Tað vil siga, at ÍF
hevur bara fingið helmingin av
stignum í ár í mun til í fjør. Í kvøld
kemur B71 á vitjan, sum tey flestu
vilja verða við, ikki hava nakran
møguleika at varðveita sessin í
bestu deildini.
ÍF hevur fýra stig upp til 07
Vestur, sum í evstu løtu misti tvey
stig móti KÍ í seinasta umfari. Tí
er tað av alstórum týdningi, at ÍF
vinnur á B71 í kvøld.
B71 vann bara tann eina dystin í
fyrru hálvu í landskappingin. Hann
var á Fløtugerði í Fuglafirði móti
ÍF, tí vita sandoyingar hvussu teir
skulu basa ÍF. Um B71 skal gera sær
nakrar tankar um at yvirliva, so
skulu teir vinna á ÍF og 07 Vestur
komandi tveir dystirnar.
Oddaliðið í Klaksvík
B36 koyrur við somu ferð og
trumlaði ÍF umkoll sunnudagin í
Gundadali. B36 er eisini favorittur
at vinna á KÍ í kvøld. Súni Olsen sat
uttanfyri tað mesta av dystinum
móti ÍF, men verður óiva við í
kvøld.
Dysturin
verður
somuleiðis
serstakur fyri Atla Danielsen, ið
spælir sín fyrsta dyst ímóti KÍ
nakrantíð.
Tað kom væl við hjá KÍ, at frí
sparkið hjá Hjalgrími Elttør fór í
netið móti 07 Vestur sunnudagin.
Tí annars hevði tað so smát byrja
at brent undir KÍ, men við eina
stiginum verður frástøðan eisini
hildin niður til 07 Vestur.
Maðurin, ið KÍ skal halda eyga
við er Lukasz Cieslewicz, sum hevur
skotið fýra mál í tveimum dystum
móti KÍ.
Pápi móti soni í Gøtu
Í Sarpugerði í Norðagøtu koma
toftamenn á vitjan. Víkingur vann
um vikuskiftið greiðan sigur á
B71, umframt at liðskiparin, Atli
Gregersen, er tøkur aftur eftir leik
bann. Kravið til Víking er greitt, teir
skulu vinna dystin umteir skulu
framhaldandi verða fremsti avbjóð
arin hja B36 til at vinna FM heitið.
B68 vann um vikuskiftið á HB
og er seks stig frá fjórða plássinum,
sum gevur atgongd til Evropa
League. Skal B68 fáa fatur á hasum
fjórða plássinum, so skulu tofta
menn helst hava stig í kvøld.
Í tveimum teimum fyrstu dyst
inum teirra millum, hevur Víkingur
vunnið báðar 2-1. Nú er so spurn
ingurin um B68 miðvallarin, André
Olsen, sonur Víkinga venjarin,
Jógvan Martin Olsen, tímur at
hoyra upp á pápan sum sigursharra
restina av kappingini. Hetta er triði
og seinasti møguleiki hjá André at
koppa pápa sínum og Víkingi.
EB/Streymur favorittur
í Gundadali
HB og EB/Streymur hava seinnu ár
ini kempað um meistaraheitið, men
í ár er støðan ein onnur. HB hevur
eitt av teimum ringastu kappingar
árinum í søgu felagsins og kann
gloyma alt um FM og heiðurs
merkir. Tapið á Toftum sunnudagin
staðfesti aftur, at HB hevur langt á
mál og marginalarnir ikki fylgja
vernadi meistarinum.
EB/Streymur heldur fram við at
trýsta B36 og Víking. Leygarkvøldið
vann EB/Streymur ikki minni enn
5-1 á NSÍ, tó undir serligum um
støðum, tí NSÍ fekk ein mann út
vístan tíðliga í dystinum. HB og
EB/Streymur hava spælt nógvar
góðar og avgerandi dystir seinni
árini, men í kvøld er EB/Streymur
favorittur.
Seinast liðini møttust vann EB/
Streymur 3-1 á HB. Dysturin gjørd
ist søguligur, tí EB/Streymur brendi
ikki færri enn trý brotsspørk í fyrra
hálvleiki. So er spurningurin um
EB/Streymur heldur vil hava inn
kast enn brotsspark?
07 Vestur skal
vaska 9-0 tapið
Seinast 07 Vestur var í Runavík
taptu teir ikki minni enn 9-0. Talan
er um størsta ósigurin í lands
kappingini í ár. 07 Vestur hevur
síðani staðið seg væl í landskapp
ingini og hevur góð kort á hondini
viðvíkjandi niðurflyting. Nú skulu
teir eisini vaska 9-0 tapið av sær
endaliga.
NSÍ hevur framvegis luft niður
til liðini, ið elta teir og fjórða plássið,
sum gevur atgongd til Evropa
League. NSÍ er favorittur at vinna
dystin, men skaðar og leikbann
gera um seg í Runavík.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Tað hevur gingið illa hjá ÍF í ár og í kvøld
skulu trý stig heintast um ÍF skal yvirliva. B36 er í
Klaksvík, meðan Víkingur fær vitjan av B68
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 B36
20
15
4
1
46
18
28
49
2 Víkingur
20
14
3
3
39
21
18
45
3 EB/Streymur
19
13
2
4
48
23
25
41
4 NSÍ
20
7
8
5
47
35
12
29
5 B68
20
6
5
9
31
29
2
23
6 KÍ
20
6
4
10
33
35
-2
22
7 HB
20
6
4
10
32
34
-2
22
8 07 Vestur
20
5
5
10
22
48
-26
20
9 ÍF
19
4
4
11
22
31
-9
16
10 B71
20
3
1
16
19
65
-46
10
Vodafonedeildin
Lagið á fuglfirðingum er ikki
gott í løtuni. Ætla teir reyðu
at yvirliva í bestu deildini, er
einki annað enn ein sigur á
botnproppinum B71 nøktandi.
Men sandoyingar vunnu
seinast teir vóru í Fuglafirði!
Mynd: Álvur Haraldsen
Víkingur - B68 . . . . . . . . . . . Ransin N. Djurhuus . . . . . . . . . . . . . . . (17:30)
KÍ - B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . Omar Rafiq, Noreg . . . . . . . . . . . . . . . . (17:30)
NSÍ - 07 Vestur . . . . . . . . . . . Lars Müller . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . (18:00)
HB - EB/Streymur . . . . . . . . Dagfinn Forná . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . (18:00)
ÍF - B71 . . . . . . . . . . . . . . . . . . Petur Reinert . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . (18:00)