mikudagur 14. september 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106
Sosialurin
Fyri at vit eisini í framtíðini
skulu hava eitt dygdargott
heilsuverk í Føroyum, eru
vit noydd at gera broyt
ingar, fyrst og fremst orsak
að av viðurskiftum innan
læknaverðina, sum vit ikki
eru harrar yvir. Í Heilsumála
ráðnum eru vit tí farin undir
eina tilgongd at fáa saman
sjóðað tey trý sjúkrahúsini,
sum í dag virka sum hvør sín
sjálvstøðugur stovnur.
Hendan
ætlan
hevur
eittans endamál, sum er at fáa
eitt enn betri sjúkrahúsverk
við einum nýggjum samlað
um sjúkrahúsi, sum er stað
sett á Tvøroyri, í Havn og í
Klaksvík. Endamálið er at
seta sjúklingin í fokus og
veita honum bestu møguligu
tænastu og viðgerð. Broyt
ingin er alneyðug til tess at
tryggja, at vit eisini fram
haldandi kunnu manna eitt
tíðarhóskandi og dygdargott
heilsuverk í Føroyum við nóg
dugnaligum starvsfólkum.
Talan verður ikki um at
máa støðið undan sjúkra
húsunum í Klaksvík og á
Tvøroyri og tøma tey fyri
virksemi.
Tvørturímóti
verður talan um at gagnnýta
tey enn betur enn í dag. Og
sjálvsagt skal akutt móttøka
vera í nærumhvørvinum.
Eitt av endamálunum við
samskipanini er júst at betra
um akuttu tilbúgvingina í
Suðuroy. Ætlanin er at opti
mera samlaða virksemið í
sjúkrahúsverkinum,
sum
millum annað fer at merkja,
at virksemið økist og verður
meira
støðugt
í
øllum
sjúkrahúsverkinum,
tvs.
økt virksemi á Tvøroyri og í
Klaksvík.
Hendan ætlanin hevur
verið ávegis leingi, men
byrjaði av álvara seinast í
mars við at løgmaður boðaði
frá, at øll sjúkrahúsini skuldu
leggjast undir eina leiðslu. Í
apríl varð málið lagt fyri
landsstýrið, sum tók undir
við, at arbeitt varð víðari við
málinum. Tingfólk, sjúkrahús
leiðslur og onnur vórðu eisini
kunnað um hetta og fingu
høvi at viðgera spurningin
í vár. Í ólavsøkurøðu síni
endurtók løgmaður boðini
um, at sjúkrahúsverkið skal
leggjast undir eina leiðslu,
sum skal samskipa virk
semið á verandi trimum
eindum í eina heild. Hóast
hesa drúgvu fyrireiking og
politisku kjølfesting, gera
ávísir politikarar sær nú
dælt av støðuni og ræða fólk
púra óneyðugt við heilt órími
ligum ósannindum um hesa
ætlan.
Av tí, at hetta málið er so
týdningarmikið fyri borgarar
í øllum landinum og fyri
starvsfólk í heilsuverkinum,
haldi eg tað vera best, at
vit geva okkum góða tíð at
viðgera hesi viðurskifti og
ikki lata grugg í einum val
stríði oyðileggja hetta ógvu
liga týdningarmikla mál.
Eg havi tí avgjørt at fara
víðari við málinum í einari
serligari
hoyringstilgongd,
har
heilsustarvsfólk
um
framt borgarar úr øllum
landinum javnt umboðaðir
fáa høvi at verða kunnaðir og
viðgera málið á jøvnum føti.
Fólk í Vágum, Sandoynni,
Norðurstreymoy og Eystur
oynni hava júst líka stóran
týdning
í
málinum
um
okkara heilsuverk, sum fólk
í Havn, í Norðoyggjum og í
Suðuroynni.
Sjúkrahúskjakið farið av sporinum
John Johannessen
landsstýrismaður
við heilsumálum
Sum landsstýrismaður í heilsumálum er tað mín skylda at tryggja øllum føroyingum eina
so trygga heilsutilbúgving og eina so dygdargóða heilsuviðgerð, sum yvirhøvur gjørligt
“Tann sokallaði palestinen
siski staturin, hann hevur
eina grundlóg, sum sigur
tað, at Ísrael skal strikast av
landkortinum. Hann verður
stýrdur av eini terrororgani
satión, sum eitur Hamas.”
Soleiðis segði formaður
Miðfloksins, Jenis av Rana,
í valsending í sjónvarpinum
fríggjakvøldið. Evnið var á
breddanum, tí Miðflokkurin
og
Fólkaflokkurin
hava
heitt á donsku stjórnina
um at atkvøða ímóti, at ST
seinni í hesum mánaðinum
viðurkennir
Palestina
sum stat. Í løtuni bendir
nógv á, at tveir triðingar
av heimsins limalondum
fara at atkvøða fyri eini
viðurkenning
av
einum
palestinskum stati. Talan
verður tó neyvan um fullan
limaskap, men um sonevnd
an “observatør-status”.
Hamas er ikki í stjórn
Tveir faktuellir skeivleikar
eru í útsøgnini hjá Jenisi,
sum Fólkaflokkurin og Mið
flokkurin eisini hava ført
fram skrivliga.
Fyri tað fyrsta er Hamas
ikki partur av tí palestin
sku
stjórnini.
Palestinska
stjórnin hevur valdið á Vest
ara áarbakka og er primert
mannað av limum í Fatah-
flokkinum hjá forsetanum,
Mahmoud Abbas, sum er tann
mest moderati palestinski
leiðarin nakrantíð. Palestinska
stjórnin viðurkendi Ísrael
fyri yvir tjúgu árum síðani, tá
friðartilgongdin millum Ísrael
og Palestina, tann kollsiglda
Oslo-prosessin, varð lanserað.
Tann víðgongdi Hamas-
felagsskapurin hevur valdið
í Gaza-geiranum, eitt lítið øki
vestaru megin Ísrael, eftir
borgarakríggj við Fatah og
eitt blóðugt hernaðarkvett
í 2006. Síðani hevur Gaza-
geirin verið totalt isoleraður
av
altjóða
samfelagnum.
Hóast samráðingar og eina
roynd at semjast í mai í ár
eru Hamas og palestinska
stjórnin framvegis fíggindar.
Við øðrum orðum er tað
ósatt, at palestinska stjórnin
verður stýrd av Hamas. Og
tað er eisini ósatt, at palestin
ska stjórnin vil strika Ísrael
av
landkortinum.
Abbas
hevur sagt óendaliga ofta,
at hansara grundarlag er ST-
resolutión 242, sum áleggur
ísraelum at steðga herseting
ini av Vestara áarbakka og
Gaza, so palestinar kunnu
fáa sín stat. Gomlu stevnu
skráirnar hjá Arafat og PLO
frá sekstiárunum eru langt
síðani tveittar á søgunnar
øskudunga, og altjóða sam
felagið hevur langt síðani
viðurkent Fatah, tí Fatah
viðurkendi Ísrael.
Ein nýggj strategi
Eftir 45 ára ísraelska her
seting og eingi útlit fyri eini
friðaravtalu hava Mahmoud
Abbas, forseti, og Salam
Fayyad,
forsætisráðharri,
lagt eina nýggja strategi. Hon
snýr seg um – stig fyri stig
– at byggja ein stat oman á
toftunum frá tí korrupta ráns
mannastýrinum, sum teir
arvaðu frá gamla leiðaranum,
Yassir Arafat. Bæði búskapar
liga, sosialt og institutionelt.
Og strategiin tekur ikki atlit
til, um Ísrael vil spæla við
ella ikki.
Higartil hevur tað eydn
ast tí vesturhalla forsætis
ráðharranum og fyrrverandi
ráðgevanum í Heimsbank
anum, Salam Fayyad, at
skapa ein búskaparvøkstur á
Vestara áarbakka á 8 prosent
um árið. Ein vøkstur, sum
ikki er sæddur áður. Og við
hollari amerikanskari hjálp
er tað eydnast at berja niður
yvirgangsroyndir
ímóti
Ísrael frá Vestara áarbakka.
Næsta stigið er so ein ST-
viðurkenning, sum vit kunnu
taka undir við ella ikki. Eg
hevði bert ynskt, at kjakið
bygdi á fakta og vitan. Tað
gjørdi tað ikki í sjónvarps
stovuni fríggjakvøldið.
Heini í Skorini
Tá Jenis umskrivaði søguna
Hamas er ikki ein partur av palestinsku stjórnini. Og palestinska
stjórnin vil ikki leggja Ísrael í oyði. Tað var annars boðskapurin hjá
Miðflokkinum í valsending í sjónvarpinum fríggjakvøldið
Einaferð fyrr havi
eg skrivað eina grein
um kommaseting í
bløðini, men tað var
sum at sletta vatn á
gás, men nú royni
eg so aftur.
Fleiri av teimum,
sum skriva í bløð
ini, halda, at tá ið
eitt sernavn kemur,
so
skal
komma
vera antin framm
an fyri ella báðu
megin orðið, men
so er verri enn so
altíð. Lat meg taka
nøkur dømi: Løg
maður, Kaj Leo Jo
hannesen, fór av
landinum í gjár. Her
kann komma vera
báðu megin navnið,
tí eg kann bara
skriva
løgmaður
ella bara Kaj Leo Jo
hannesen, uttan at
meiningin broytis.
V a k t a r s k i p i ð
Tjaldrið
tók
ein
trolara í dag. Her
skal ikki komma
vera um Tjaldrið, tí
Vaktarskipið Tjaldr
ið hoyrir saman.
Skrivi eg komma
um
Tjaldrið,
so
hevði eg kunnað
skriva: Vaktarskipið
tók ein trolara í dag,
men tað kann eg
ikki, tí Vaktarskipið
sigur mær ikki, hvat
skip hevur tikið trol
aran, tí tað eru fleiri
vaktarskip, so hetta
er ikki nóg greitt.
Kristin
Poulsen
Komma
seting