Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 30 Sosialurin Miðvikan 2. partur Sum nevnt í seinasta parti var John Effersøe lækni í Føroyum frá 1880, og fysikus, lands­lækni, frá 1883 til 1890. Tað er nakað skrivað um hans­ara læknavirksemi í Føroy­um í bókum hjá Elin S. Jacobsen og Beintu í Jákupsstovu. sum eisini eru keldur til hesa frásøgn. Effersøe: Bert eitt sjúkrahús í Føroyum Í 1885 kom ein umsókn til løg­ tingið um at fáa eitt sjúkra­ hús á Tvøroyri. Hetta var mett at kosta kr. 6.000. John Effersøe fekk hesa umsókn til ummælis. Hann nevndi í sínum ummæli, at í 1882 høvdu allir læknar í landinum samtykt at virka fyri at fáa sjúkrahús á Tvøroyri og í Klaksvík. Hetta skuldi tó bert vera móttøku­ hús við tveimum stovum til sjúklingar, sum ikki toldu at verða sendir til Havnar. Her skuldu tó ikki vera lønt starvsfólk. Hesar ætlanir vóru ikki so umfatandi, sum tað, ið søkt var um nú. Effersøe helt í sínum um­ mæli, at tað fór at vera ov dýrt at byggja slíkt sjúkra­ hús í mun til tørvin. Hann kundi taka undir við at byggja mót­tøku­hús úti á bygd, men legði eina við, at eitt rætti­ligt sjúkrahús var nóg mikið í Føroy­um. Onkur vil kanska halda, at hann var fram­­skygdur, meðan onn­ ur avgjørt ikki vilja halda hetta! Men meira hendi tó kortini ikki við sjúkrahúsum á bygd fyrr enn fleiri ár seinni. Um hesa tíðina var ein landslækni og tríggir økis­ læknar í landinum. Umframt at vera landslækni var John eisini settur økislækni í Norðoyggjum í 1887 og í Vestmanna í 1888 og 1890. Tá vóru sjálvandi heilt onnur viðurskifti enn í dag. Ein spurningur, sum kom upp í hansara tíð, var vaktar­ hald á sjúkrahúsinum. Játtað­ ar vóru kr. 500 fyri árið til endamálið. Effersøe helt tá speiskliga fyri í 1889, at ein slík játtan mátti skiljast sum at ætlanin hevur verið, at eingin rættilig vakt skuldi vera um tey sinnissjúku! Sinnissjúkur av at vera lækni í Klaksvík Ein frásøgn er um, at lands­ læknin var biðin um at gera við­merkingar til klagur um millum annað læknan í Klaksvík, Linde. Í brævi til amtið frá landslæknanum sæst, at klagað var um, at Linde var so snarsintur og ófólka­ligur við sjúklingarnar. Amtmaðurin hevði spurt, um læknin mundi vera sinnis­­sjúkur. Landslæknin svarar, at hann hevur bara gott at bera manninum. Men “ensomt Liv i Klaksvig, hvor der højst er 2-3 familier, som han kan have nogen tilfreds­stillelse at omgås, folks irriterende urimelige fordring­er til lægen, farlige rejser og tarveligt udbytte” kunnu vera orsøk til hans­ara atburð, og hann vil ikki úti­ hýsa, at “fortsat op­hold kan fremkalde sindssygdom.” Somuleiðis skrivar Effer­ søe til løgmálaráðið í sam­ band við at læknin í Vest­ manna, Ringberg, hevur søkt annað embæti, at í Vest­­manna er neyvan eitt tað einasta menniskja, ið Ringberg kann hava gleði av at koma saman við. Tískil kundi tað vera “hæmmende for hans aande­lige Udvikling” at búgva ov leingi á so einsligum stað. Fyrsta apotek Fyrsta apotekið kom í 1883. Í 1882 skrivar Effersøe, at óvist er, um nakar fyrimunur er at hava apotek í so ótættum bygdu sum í Føroyum við so ringum ferðasambandi Apotekarin Olaf Finsen helt, at byrjanin við apoteki­ num var nakað trek. Áðrenn tað vóru tað læknarnir í landinum, sum høvdu serrætt at flýggja út heilivág. Men læknarnir og apo­ tekið ilskaðust um, at handils­ monnum enn var loyvt at selja “handskeyps” heili­vág. John Effersøe tók stig til at leggja sak móti handils­monnum í Havn fyri at steðga hesum. Men hann tapti sakina, tí tað var eingin apotekaralóg galdandi í Føroyum. Fekk danska konu Tann 28. august 1885 verður John giftur í Keypmannahavn við Agnes Marie Christensen, sum var fødd 17. januar 1855. Tey komu saman niðri, tá ið hann var lækni á Komm­unu­ hospi­­talinum í Keyp­manna­ havn, og hon var sjúkra­systir. Hon hevur bíðað í tolni til drongurin kom niður aftur at giftast, og hon kom so til Føroya við honum. John Effersøe gjørdi seg eisini galdandi á øðrum økj­ um. Á ólavsøku í 1887 var kapp­róður í Havn á fyrsta sinni, og var hann ein av stig­ takarunum. Í 1890 fer John Effersøe úr Føroy­um. Tá gerst hann økis­lækni í Thyholm og Jegindø uppi í Thy í Jyllandi. Frá 1896 verður hann eisini sjúkrahúslækni í Hvidbjerg, sum er á somu leiðum. Orðaskifti um læknaviðurskifti Eftir at vera komin aftur til Danmarkar luttekur John í einum orðaskifti í Uge­skrift for Læger um lækna­­­viður­skiftini í Føroy­ um. Hetta var í 1891. John er einasti føroyingur í hesum orðaskifti, meðan hinir eru danir. Fremstur í orða­skifti­num var John og hansara undanmaður sum landslækni, Madsen Hoff, sum hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. John gevur eina rætti­ liga dapra mynd av viður­ skiftu­num. Hann heldur at donsku læknarnir geva eina alt ov bjarta mynd av støðuni í Føroy­um fyri at eggja donsk­ um læknum at koma til Føroya. John Effersøe: Nóg mikið við einum sjúkrahúsi í Føroyum John var abbasonur fyrsta Effersøe í Føroyum. Hann var beiggi Rasmus, Oliver og Poul, sum gjørdu nógv vart við seg í Føroyum. Men John og sonur hansara Gudmund komu at gera vart við seg í Føroyum sum læknar Lise Effersøe Edwards saman við Signhild Nónstein við grøvina hjá Oliver P. Effersøe. Hann var langabbabeiggi Lise og oldurabbabeiggi Signhild. Signhild hevur hildið ættarnavnið í hevd við at geva einum soni navnið Gudmund við Effersøe sum millumnavn John Effersøe, abbi Lise. Var lækni og landslækni í Føroyum 1880-1890