Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 14. september 2011 · Nr. 106 Sosialurin Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo John svarar einum lækna, Halsted, aftur í hesum sam­ bandi, at tá ið hann sjálvur kom til Føroya í 1884, var hann íðin eftir at sleppa sær burtur aftur. Fyrst letur John illa at veðrinum í Føroyum sam­ mett við í Danmark. Tað var eisini ringt fyri heilsuna at vera lækni í Føroyum, so strævið tað var. Arbeiðið var eisini vanda­ mikið. Tveir landskirurgar hava verið við at drukna. Annar var hálaður upp úr s Johnum meira deyður enn livandi. Ein annar var við báti í læknaørindum, sum kollsigldi. Hann varð við neyð og deyð bjargaður av manningini á bátinum. Lise minnist ommuna greiða frá, at eina ferð var John farin eini læknaørindi. Tað gingu trý samdøgur, áðrenn hann kom aftur, so hon ótt­að­­ist tað ringasta. Men hetta mundi henda so javnan. Og so vóru tað lønar­viður­ skiftini, sum einki eru at reypa um. Teir flestu dan­ir, sum koma til Føroya sum læknar vóru sera grammir eftir at sleppa avstað aftur eftir nøkur ár, og eingin av teimum var komin aftur. Tað sæst eisini, at John Effersøe er sera skeptiskur móti teimum donsku læknu­ num, sum illa hava dugað at laga seg til føroysk viður­ skifti, men sum kortini rokna seg sum Føroya-serfrøðingar. Tað vóru ikki slíkar læknar, fólkið hevði brúk fyri. Ein munur í uppfatanini var eisini, at meðan tað var umráðandi fyri Effersøe at fáa fram munin millum Før­ oy­ar og Danmark var tað fyri undanmanni hans­ara Mad­ sen Hoff meira umráð­andi at fáa staðfest, at Føroy­ar vóru ein partur av Danmark. Fingu seks børn John doyr í 1906 bert 54 ára gamal. Lise heldur, at hann fekk apopleksi. Konan gjørd­ ist gomul og livdi til 1937. Agnes og John fingu seks børn. Tey trý elstu vóru fødd í Føroyum og hini í Danmark. Børnini vóru: Gudmund (1886-1945). Hann var lækni eins og páp­ in. Hann var studentur úr Sorø, har hann var framúr crickett­spælari sum pápin, John, og pápabeiggin, Poul. Fyrst var Gudmund giftur við Helenu. Tey bæði fóru frá hvørjum øðrum, og í 1925 giftist hann aftur við Marie Adolfine, kallað Mia. Børn í fyrru giftuni vóru Ingrid f. 1914, Jon f. 1916 og Ib. Mia átti frammanundan Haakon, f. 1918, sum var farmaceutur. Gudmund var annars lækni á Eiði frá 1912-1917. Í søguni um Eiðis Kommunu hjá Svenning av Lofti verður sagt, at 19.juni 1912 var fundur millum kommununar í hesum nýggja læknadøminum fyri at innstilla annan av tveim­ um umsøkjarum til lækna­ starvið á Eiði. Semja var um at innstilla Gudmund Effer­ søe. Í grundgevingini fyri at innstilla hann fram um ein dana, ið eisini søkti, varð sagt, at hann var føddur í Føroyum og var her sum smá­ drongur, og at hann tí helst megnaði føroyska málið. Hetta var hildið at vera neyð­ ugt fyri læknan, sum setast skuldi í starvið, tí royndirnar hava prógvað, at læknin og sjúklingurin hava misskilt hvønn annan, tá fólk ikki duga føroyskt. Gudmund Effersøe var á Eiði til 1916. Eftir eina tíð við læknaloysi verður hann avloystur av tí kenda læknanum R.K. Rasmussen. Gott umdømi á Tvøroyri Gudmund verður økislækni í Suðuroy, á Tvøroyri, frá 1919 til 1926. Hann avloysti Niels Emil Jensen, sum var giftur við Nannu, dóttir V.U. Hammershaimb. Tann 90 ára gamla Elin Mortensen av Tvøroyri minn­ ist Gudmund Effersøe. Sum smágenta var hon eina nátt so sera ring av tannapínu. Mamman sat og sang uppi yvir henni fyri at lætta um pínuna. Um morgunin fara tey til Effersøe, sum tók tonnina. Hetta var ein slíkur lætti, at Elin minnist enn klirrið á tonnini, tá ið hon rakti skálina, hon fór í. Um Gudmund skrivar Føroyatíðindi á sumri 1926: Pr. 1. Oktober vil Dr. Effer­ søe overtage Embedet som Distriktslæge i Mariager, og antagelig Løbet af September vil derfor Afrejsen fra Færøerne finde Sted. Efter først i fem Aar at hava været Læge paa Ejde kom Dr. Effersøe her til Trangisvaag, hvor han altsaa i 7 Aar har beklædt det paa Grund af Suderøs Isolation ganske særligt ansvarsfulde Hverv som Distriktslæge. Vi tror, at alle vil være enige om, at Dr. Effersøe i dette lange Tidsrum med stor Iver er gaaet op i sin Gern­ing, der jo i høj Grad kræver ikke blot Energi men ogsaa et uopslide­ ligt Humør. Selv efter at Suderø har faaet to Læger er det jo ingen sinecure at være Distrikslæge her. Nu drager Dr. Effersøe altsaa til det skønne og frede­­ lige Mariager, men han vil sikk­ert selv sent glemme vore barske Øer, og i de komm­­ende Tider vil ogsaa her­fra mange Tanker søge ham. Avloysari fyri Effersøe i Suðuroy gjørdist Pauli Dahl, seinni sera kendur yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Í Mariager gjørdist Gud­ mund undangongu­maður við urtagørðum og eigur sín part í, at Mariager varð kallaður Rosernes By. Sonurin Jon (1916-2004) var eisini lækni. Hann var praktiserandi oyrnalækni í Randers frá 1950 til 1986. Sum skilt hevur hann verið væl umtóktur. Kjartan (1889-1983) var eisini lækni. Sum nógv onn­ ur í ættini var hann eisini studentur úr Sorø, har hann tók studentsprógv í 1908. Hann var praktiserandi lækni í Keyp­­mannahavn meg­in­­part­in av lívinum. Hann var fyrst giftur við Thyru og síðan við Søs. Børnini vóru Poul, sum hann fekk við Thyru, og Thorsten. Ingjald (1890-1962). Hann var ógiftur og var eitt sindur sálarliga veikur. Hann fekk “ungdomssløvsind”. Sum onnur í ættini fór hann eisini á Sorø. Men her mátti hann gevast. Hann royndi seg í landbúnað­in­ um, men tað riggaði heldur ikki. Hann kom á sinnis­ sjúkrahúsið Skt. Hans. Men seinni kom hann at búgva í einum pensjonati í Fredensborg nærindis Hillerød. Thurid (1892-1972) var gift við Aage Torp, cand.jur. Tey fingu tvey børn. Troels er 94 ára gamal og so Lise, sum er birtarin til hesa greinarøð. Hann eisini studentur úr Sorø. Lise giftist við einum breta, Stephen Edwards, sum var professionellur golf­ instruktørur. Sjálv er hon útbúgvin sjúkrahúsla­borant­ ur. Men hon hevur eisini tikist við annað. Aftaná kríggið var hon fyrst eitt ár í Týsklandi, har hon skuldi hava eftirlit við brævaskiftinum til og úr Týsklandi. Hetta var neyðugt so spent sum støðan framvegis var. Her var fram­ vegis njósning og svartabørs, sum mátti avdúkast. Seinni búðu tey 10 ár í Týsklandi. Maðurin gjørdist sjúkur og doyði rættiliga ungur. Tey fingu eina dóttir, Sarah, sum býr í grannalagnum hjá Lise. So gomul Lisa er, so hevur hon kent mong av teirri donsku Effersøe ættini. Hon minnist eisini politikaran Oliver Effersøe. Hon eigur eisini eina frá­ søgn hjá dóttir Oliver, Sigrid, frá eini ferð hon gjørdi til Føroya í 1921. Henda frá­ søgn er sera áhugaverd og tað verður komið aftur til hennara í komandi pørtum. Tá hava vit annað áhugavert tilfar um Oliver. Sigrid endaði annars í USA. Hon giftist Mørk og fekk tvey børn Esther og Oliver. Yngsta barnið hjá John var Hjørdis (1894-1983) gift við Algot Lautrup Larsen. Hann var ein kendur arkitektur í Sorø, og kom hann eisini sum slíkur at seta sín dám á býin. Tey fingu eitt barn Birgitte, 1921. Hon gjørdist lækni og livir enn. Læknin á Tvøroyri, Gudmund Effersøe, í miðjuni, saman við Gullaki Jacobsen, presti, vinstrumegin, og Siggedallin á dekkinum á fyrsta “Smiril.” (Føroya Fornminnissavn) Doktaraleypurin. Varð brúktur til viðføri læknans til ferðir uttanbíggja. (Bygdasavnið á Tvøroyri.) John virkaði á “gamla hospitali”, sum tað sær út í dag Í komandi parti verður greitt frá dóttir John, Karen Maria. Hon fór saman við manninum og báðum synunum í týska krígstænastu undir seinna heims­ bardaga. Hetta gjørdist ein syrgilig søga