Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 28 - 11. februar 2004 Nr. 28 - 11. februar 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Sviakongur í andgletti Í Svøríki er Carl Gustaf kongur rættiliga komin í and- glettin, eftir at hann á einari vitjan í Brunei rósti sult- aninum fyri at hava skipað landið sum eitt opið sam- felag. Orðini hava vakt stóran ans í Svøríki, tí Brunei verð- ur roknað sum eitt einaræði, har kvinnur eingi rættindi hava, og har talifrælsið, átrúnaðarfrælsið og pressu- frælsið eru sera avmarkað. Ákoyringarnar ímóti kongi vóru so ógvusligar, at Carl Gustaf kendi seg noyddan at biðja um umbering fyri tað, sum hann hevði sagt. Men allir sviar eru ikki nøgdir. Summir halda, at kongur eigur at leggja frá sær, og tey, sum framman undan halda lítið um kongsveldið, mæla nú til, at Svøríki verður skipað sum eitt lýðveldi við einum forseta. Aðrir politikarar halda, at kongurin hevur lagt seg út í nøkur viðurskifti, sum hann ikki eigur at taka upp á tunguna. Átrúnaðarhugaður flogskipari Flogfar nummar 34 á American Airlines var á veg úr Los Angeles til New York, tá flogskiparin brádliga bað øll tey kristnu ferðafólkini umborð rætta hondina upp. Ferðafólkini gjørdust ovfarin. Eitt teirra, Amanda Nelligan, sigur við sjónvarpið WCBS, at flogskiparin kom við ymsum hóttanum, og at hann segði tey, sum ikki vóru kristin, vera óð í høvdinum. Harafturat bað hann tey kristnu gera sítt til, at tey óðu í høvdinum kundu venda um. Sambært Amandu Nelligan kendu fleiri av ferðafólkunum seg ótrygg, til hini starvsfólkini umborð fingu sissað tey. Tá flogfarið setti seg í New York, stóð løgreglan fyri flogskiparanum, sum hevur fingið forboð fyri at flúgva fyribils. American Airlines hevur biðið ferðafólkini um umbering fyri tilburðin og sigur, at málið verður kannað sum eitt álvarsmál. Skal umvæla operahúsið Danski arkitekturin Jørgen Utzon, sum teknaði tað kenda operahúsið í Sidney í Avstralia, er nú biðin um at standa fyri arbeiðinum, nú operahúsið skal umvælast. Jørgen Utzon hevur ikki verið í Avstralia seinastu 40 árini, og tá hann fór haðani, svór hann, at hann fór ikki at seta fótin á avstralska jørð aftur. Orsøkin var, at hann bleiv uppsagdur, áðrenn húsið var liðugt, men sambært blaðnum Information hevur tann nú 85 ára gamli arkitekturin játtað at leggja avstraliumonnum lag á við umvælingini, sum er rættiliga umfatandi. Tað er kortini ivasamt, um Jørgen Utzon fer til Avstralia. Við bretska blaðið The Independent sigur hann seg vera sera fegnan um avstralsku áheitanina, men sum skilst ætlar hann sær at sita við hús og leggja avstraliumonnum lag á haðani. Øl úr Tibet Danska bryggjaríið Carlsberg hevur saman við einum íløgugrunni keypt helmingin av einum bryggjaríi í fjallalandinum Tibet. Lhasa Brewery er tað størsta bryggjaríið í Tibet og hevur umleið 45 prosent av tí heimliga marknaðinum. Í fjør seldi bryggjaríið øl fyri einar 120 milliónir krón- ur, og avlopið var oman fyri 30 milliónir krónur. Carls- berg skal nú eiga Lhasa Brewery saman við einum øðr- um felag, men leiðslan í danska felagnum vil ikki siga, hvat hon hevur goldið fyri helmingin av parta- brøvunum. Árliga verða 730.000 hektolitrar av øli bryggjaðir í Tibet, og árliga nýtslan er oman fyri 18 litrar upp á fólkið. Til samanberingar kann nevnast, at danir drekka næstan 97 litrar av øli í part um árið. Meiri enn seks milli- ónir fólk í Norður- korea svølta og hava tørv á altjóða hjálp. Men landið stendur einsamalt, og tey ríku londini aftra seg við at veita fólkinum hjálp HUNGURSNEYÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Sambært matvørustovnin- um hjá ST, World Food Program, eru tað serliga tey eldru, kvinnurnar og børn- ini í Norðurkorea, sum hava tørv á matvøruhjálp. Tann kaldi veturin er farin at gera um seg av álvara, og World Food Program ger tí enn eina roynd at útvega tí illa stadda fólkinum hjálp. Í einaei áheitan á altjóða samfelagið sigur WFP, at felagsskapurin hevur einki korn eftir til tað norður- koreanska fólkið, og at tað tí eru færri enn 100.000 fólk, sum fáa neyðuga hjálp. – Vit skava botnin, sigur WFP-umboðsmaðurin í Norðurkorea, Masood Hyder. Meiri enn fýra milliónir fólk fáa ikki tann neyðuga matin longur, og hetta eru serliga eldri fólk, kvinnur og børn, sigur hann. – WFP hevði sett sær fyri at veita norðurkoreanum 485.000 tons av mati í ár, men felagsskapurin hevur bara fingið tilsøgn um 140.000 tons frá gevara- londunum, og minni enn so alt er latið. – USA, Avstralia, Kan- ada og ES lovaðu herfyri at veita Norðurkorea 77.000 tons av ymsum matvørum, men vørurnar koma ikki fram fyrr enn í apríl. So til ta tíð verða tað bara umleið 100.000 av teimum seks milliónunum, sum fáa mat, sigur WFP. Sum er fáa børnini á teimum norður- koreansku barnaheimunum tvær máltíðir um dagin, sigur Masood Hyder. Hann sigur eisini, at nógvar norð- urkoreanskar kvinnur eiga ov tíðliga, og at børnini mennast seint orsakað av matvørutrotinum. – Tað stalinistiska Norð- urkorea stendur rættiliga einsamalt, tí landsins um- stríddu kjarnorkuverkætl- anir hava gjørt, at nógv lond aftra seg við at hjálpa landinum. – Vit mugu siga, at tað politiska veðurlagið er ímóti okkum, sigur Masood Hyder. Hann leggur afturat, at WFP leggur seg ikki út í tey politisku viðurskiftini í Norðurkorea, ella hvat onnur lond halda um tey. Tí sum hann sigur: – Tað mettar ongan. Ísraelski hægstirættur og mannarættinda- dómstólurin í Haag skulu nú taka støðu til múrin, sum ísra- elsku myndugleik- arnir byggja fyri at avbyrgja palestinar TRYGD Árni Joensen fartekst@mail.dk Hægstirættur í Ísrael skal nú taka støðu til, at ísra- elsku myndugleikarnir hava rættin á sínari síðu, nú teir eru í ferð við at byggja ein múr, sum eftir ætlanini skal verja Ísrael ímóti pal- estinskum yvirgangsmonn- um. Tað eru ísraelskir manna- rætindafelagsskapir, sum hava lagt málið fyri hægstarætt. Málið er eisini lagt fyri sltjóða mannarætt- indadómstólin í Haag, sum fer undir at viðgera tað tann 23. februar. Norski menningarmála- ráðharrin, Hilda Frafjord Johnson, sum seinastu dag- arnar hevur verið í Mið- eystri, segði við Aftenpost- en í gjár, at múrurin fer ikki at gera Ísrael tryggari. Hon gjørdi greitt, at norska stjórnin er ikki í iva um, at múrurin stríðir ímóti fólka- rættinum. – Hetta minnir um aðrar múrar, segði ráðharrin utt- an at greiða frá, hvat hon sipaði til. Seks milliónir svølta Múrurin minnir um aðrar múrar Hetta er ein daglig mynd í Miðeystri, og múrurin, sum ísraelsmenn byggja, fer ikki at gera viðurskiftini tryggari, heldur norski menningarmálaráðharrin Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini liggur ein søga um eina kvinnu, sum sigur seg verða sagda úr starvi á einum almennum stovni orsakað av barns- burði. Annika War- dum Joensen sigur, tað hetta ikki er nak- að eindømi, men at tað vísir seg bara at vera so torført at prógva tað JAVNSTØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá Javn- støðunevndini kann ein lesa um eina kvinnu, sum er søgd úr starvi sínum orsak- að av sparingum og broyt- ingum á bygnaðinum á ar- beiðsplássinum. Kvinnan heldur tó orsøkina vera eina aðra. Nevniliga tað at hon var við barn, tá hon varð sett í starv og ikki segði tað í setunarsamrøðuni. Í søgu sínari greiðir kvinna frá ymiskum broyt- ingum, sum vórðu framdar á hennara starvi frá tí, at hon varð sett til hon fór í farloyvi. Hon vísir eisini á fleiri onnur viðurskifti, sum vóru illgrunaverd, eftir hennara tykki. Tá kvinnan skuldi koma aftur í starv eftir farloyvi, varð hon fyrst sett í sítt gamla starv, men síðani varð hon uppsøgd orsakað av sparingum og broyting- um. Kvinnan sjálv sigur í síni søgu, at hon út frá fleiri av viðurskiftunum kennir seg sannførda um, at hon varð uppsøgd, tí hon varð við barn og ikki boðaði frá hes- um í setunarsamrøðuni. Hon hevur roynt ymiskar leiðir fyri at klaga um hetta, men onki hevur hjálpt henni nóg væl. Hon hevur eisini tosað við løgfrøðing- ar um málið, men har fekk hon at vita, at ein tílík sak var torfør at prógva og tí- skil kundi taka upp í fleiri ár. Kvinnan hevur tí, sam- bært Anniku Wardum Joen- sen, valt ikki at gera meira við málið. Hon hevur eitt annað starv í dag. Ikki eindømi Annika Wardum Joensen sigur, at hendan søgan um hesa kvinnuna ikki er nak- að eindømi í Føroyum uppá, at kvinnur halda seg verða uppsagdar orsaka av barnsburði. – Tað eru fleiri dømi upp á tað, og fleiri onnur munnu vera við, sum vit ikki kenna nakað til, sigur hon. Hon heldur tað vera nógv fyri, at kvinnur halda seg aftur við at fara allan vegin í einum slíkum máli, har tær antin verða uppsagdar ella settar í eitt lægri starv, tí at tað skal vera torført at prógva ella tí at tær møgu- liga fáa eitt umdømi sum klandrivætti, sum elva til stríð. Vegna tað, at tær ikki vilja góðtaka, at javnstøðu- lógin ikki verður yvirhild- in. Men Annika leggur tó dent á, at tað eru fleiri arbeiðspláss, sum taka væl ímóti nýggjheitunum um barnsburð. Har hevur Barsilsskipanin gjørt tann stóra munin, tí áðrenn kundi tað vera sera tungt hjá smærri privatum fyri- tøkum og so teimum, sum hava nógvar kvinnur í starvi, at ein kvinna fór í barnsburðarfarloyvi. Tá var tað so, at fyritøkurnar sjálv- ar máttu bæði rinda far- loyvið og møguligan av- loysara. Varpa ljós á Av hesi orsøk hevur javn- støðunevndin valt at varpa ljós á hetta evnið á teirra heimasíðu. Annika sigur, at tey hava lagt eitt evni út á heimasíðuna um at sameina familju- og arbeiðslívið. – Tað er øgiliga vanligt, at kvinnur uppliva tað sum nakað keðiligt at fara inn til arbeiðsgevaran og siga, at tær eru við barn, sigur hon. Tað kemur ikki ofta fyri, at arbeiðsgevararin loypir upp og sigur til lukku, og at tað var stuttligt. Og hetta vil javnstøðunevndin varpa ljós á, tí tað eru nógvar kvinnur, sum ikki vita av, at tað finnast aðrar í teirra støðu. – Tær kenna seg einsa- mallar og halda, at tær eru eitt eindømi, men tað er jú nettupp tað, tær ikki eru, sigur Annika. Tilrættislegging Annika sigur, at tá tað kem- ur til barnsburð, so krevur tað at starvið verður um- skipað ella ein avloysara. Tað skuldi verið lættari, sambært henni, at tilrættis- lagt eitt farloyvi vegna barnsburð. Í øllum førum lættari enn um eitt starvs- fólk verður burtur frá starvi sínum frá dag til degi uttan nakra ávaring. Og Annika leggur afturat, at tað eru fá arbeiðspláss, sum lata ein persón eina taka sær av nøkrum uppgávum, sum so ongin annar kann taka yvir, um viðkomandi er burtur. – Um eitt arbeiðsøki bara hongur á einum persóni, so er fyritøkan ógvuliga sár- bar, og tað átti at verðið umhugsað, heldur Annika. Hinvegin sigur hon, at tað eru nógv arbeiðspláss, sum sýna fleksibilitet, tá tað snýr seg um eitt nú ar- beiðstíðir, sjúk børn og væntandi barnaansing. Og harvið ger fyritøkan, hvat hon kann fyri at førleikin hjá starvsfólkunum kemur fyritøkuni sjálvari tilgóðar. Hon sigur at enda, at um hugsað verður um, at ar- beiðsgevarar so ofta siga, at teir fegnir vilja hava kvinn- ur í leiðarastørv, so er hend- an søgan um hesa kvinnuna so sanniliga ein andsøgn til tað. Tað, sum serliga skelkar Anniku í hesum førinum, er, at talan er um ein al- mennan stovn, og onki verður gjørt víðari í málin- um. Kvinnan hevur givið upp, og málið liggur á heimasíðuni og verður nýtt til upplýsandi tilfar. Heima- síðan er at finna á www.javnratt.fo Turið Debes Hentze: Øvugt próvbyrða Um ein kvinna kærir eina upp- søgn hjá sær, tí hon metir, at hon er uppsøgd vegna barnsburð, so er øvugt próvførsla galdandi JAVNSTØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Turið Debes Hentze, løgfrøðingur, sigur, at hóast onki rættarmál hesum viðvíkjandi he- vur koyrt í Føroyum, so eru fleiri dómar í Dan- mark um hetta. Nógvar kunnu orsøk- irnar vera til uppsøgn, men lógin sigur, at tá tað kemur til barns- burð, er tað arbeiðs- gevarin, sum skal prógva, at tað ikki er orsakað av barnsburði og ikki øvugt. – Lógin er nakað leys í tí, men hatta er so í øllum førum púra greitt í henni, sigur løgfrøðingurin. – Tað er altíð ein risiko við at vera burtur frá sínum starvi í ein- um tíðarskeiði, tí tá er møguleikin góður fyri at fáa hugskot til broyt- ingar og annað, sum kann setast í verk, meðan tú ert uttanfyri, sigur Turið Debes Hentze. Hon kennir til døm- ið, sum javnstøðu- nevndin hevur á síni heimasíðu, men ikki nóg væl til at kunna út- tala seg um tað. Hon sigur tó, at útfrá tí, sum hon hevur lisið, so er her ikki talan um eina klára sak. Turið sigur, at ar- beiðsgevarar hava funnið útav, hvussu skipanin virkar, tá tað kemur til barnsburð, og tí eru teir sera varnir tí viðvíkjandi. Onki tílíkt mál hevur sum sagt verið fyri í rættinum í Føroyum, men tað heldur Turið kann koma av, at fólk vita ikki, hvat tey hava rætt til. – Tá tú fert heim í barnsburðarfarloyvi, er tað púra greitt, at tú hevur krav uppá, at ongar broytingar verða framdar, meðan tú ert burtur, tað kostar ikki arbeiðsgevaranum hjá tær eitt oyra í dag, at tú fert heim og tú hevur somuleiðis krav uppá at koma aftur í sama starv, sigur Turið Debes Hentze. Kvinnur fyri vanbýti undir barnsburði Annika Wardum Joensen sigur, at tað má varpast ljós at viðurskiftini hjá kvinnum, sum fara í barnsburðar farloyvi frá størvum sínum fyri síðani at verða uppsagdar ella settar í lægri størv, tá tær koma aftur Mynd: Jens K. Vang C M Y K 3 2