Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 28 - 11. februar 2004 Nr. 28 - 11. februar 2004 5 – Tað er heilt burtur- við, at nýggja sam- gongan hevur sett ein lim í brøðrasamkom- uni í landsstýrið at umsita fólkakirkjuna, sigur Hans Jacob Joensen, bispur LANDSSTÝRIS- MAÐURIN OG FÓLKAKIRKJAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nýggja samgongan virð- ir ikki fólkakirkjuna. Tað sigur Hans Jacob Joensen, bispur. Hann er heilt illa við av, at nýggja samgongan hevur sett Jógvan á Lakjuni í landsstýrið at umsita kirkjumál. Jógvan á Lakjuni er ikki limur í Fólkakirkjuni. Tvørturímóti er hann limur í brøðrasamkomuni, sum er rættiliga ósamd við fólka- kirkjuni í nógvum viður- skiftum, eitt nú í grund- leggjandi viðurskiftum sum barnadópi og konfirmatión. – Eg dugi heilt einfalt ikki at skilja, at nýggja samgongan ikki virðir fólkakirkjuna sum ein trúarfelagsskap har ein skal vera limur, sigur Hans Jacob Joensen. Hann sigur, at tað er ikki annað enn eitt heilt natúr- ligt krav, at tann, sum sten- dur á odda fyri fólkakirkj- uni í landsstýrinum, eisini er limur í henni, sigur bisp- ur. Hann ivast eisini í, um tað ikki er í stríð við grund- lógina, at vit hava ein landsstýrismann í kirkju- málum, sum sjálvur ikki er limur í fólkakirkjuni. – Grundlógin krevur, at drotningin, sum evsta vald í kirkjuni, er limur í fólka- kirkjuni. Tí vildi eg mett, at eisini tey í Føroyum, sum eru beint undir drotningini, eisini skulu vera limir í fólkakirkjuni. Samvitskutrupuleiki Hans Jacob Joensen hevur eisini hug at venda spurn- inginum og spyrja um Jógvan á Lakjuni, ella brøðrasamkoman, høvdu góðtikið, at ein prestur, ella ein limur í onkrari heilt aðr- ari samkomu, gjørdust ovasti leiðari í brøðrasam- komuni? – Tað er júst hetta, sum er heilt burturvið og tí er tað sjálvsagt, at tann landsstýr- ismaður, sum umsitur kirkjumál, eisini er limur í fólkakirkjuni, skoytir bisp- ur uppí. Hann sigur, at hetta kann skjótt gerast ein stórur sam- vitskutrupuleiki hjá lands- stýrismanninum. – Hvussu verður um landsstýrismaðurin skal til at seta ymisk viðurskifti í gildi, sum stór ósemja er ímillum kirkjuna og brøðrasamkomuna um? – Hvar fer landsstýris- maðurin tá at stilla seg? Hevur hann tvær samvitsk- ur, spyr bispur. Hann sigur, at ert tú lim- ur í einum trúarsamfelag, ert tú loyalur ímóti tí. Men kann loyaliteturin hjá Jógvani á Lakjuni býtast í tvey? spyr bispur. Hann sigur eisini, at í Danmark er tað bara eina- ferð komið fyri, at ein kirkjumálaráðharri ikki var limur í fólkakirkjuni. Men tann ráðharrin var limur í eini fríkirkju, sum at kalla var undir fólkakirkj- uni. Annars verður tað mett at vera sjálvsagt, at kirkju- málaráðharrin er limur í fólkakirkjuni. Boðar ikki frá góðum Hans Jacob Joensen, bisp- ur, sigur at tað boðar ikki frá góðum, at samgongan setir ein lim í brøðrasam- komuni at umsita kirkju- mál. Millum annað hugsar hann um, at ætlanin er at yvirtaka kirkjuna. – Við at velja ein lim í brøðrasamkomuni at um- sita krikjumál, tykist tað sum um at politiska valdið heldur, at tað kann fara við kirkjuni, akkurát, sum teimum lystir. – Tað er eitt sindur provokerandi ímóti kirkjuni og eg hevði aldrin hugsað mær, at slíkt kundi koma fyri um okkara leiðir. Og hann spyr, hvat ætlan- in hjá politiska valdinum er við fólkakirkjuni. Hans Jacob Joensen sig- ur, at tað hevði verið lætt at loyst hendan trupulleikan. – Trupuleikin kann loys- ast soleiðis, at Jógvan á Lakjuni verður verandi landsstýrismaður í menta- málum. Fólkakirkjan skal eisini framhaldandi verða verandi í mentamálaráðn- um. Men tað skal kortini vera ein annar landsstýris- maður, ella løgmaður sjálv- ur, ið er limur í fólkakirkj- uni, sum umsitur kirkju- mál. Hann sigur, at soleiðis kann hesin trupuleikin loysast, uttan at seta fólka- ræðið til viks, tí tað eru bara kirkjumál, sum eru eitt serligt øki. – Tað er onki annað málsøki, sum krevur, at fólk eru limir, sigur bispur. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Jógv- ani á Lakjuni, áðrenn blað- ið fór til prentingar. Nýggja samgongan onga virðing fyri fólkakirkjuni Preben Esbersen, doktor jur og eisini serfrøðingur í donskum kirkjurætti, skrivar í 1993: »Der er ikke i lovgivningen fastsat, at kirkeministe- ren skal være medlem af folkekirken eller den evan- geliske lutheriske kirke. Roesen anfører, at det har hidtil været betragetet som en selvfølge, at den enkeltperson, der indtager en så fremtrædende leden- de stilling í kirkens styrelse, skal være medlem af denne. Roesen peger dog selv på, at kirkeministeren i årene 68-71 som medlem af en frimenighed stod udenfor folkekirken. Det må formentlig i dag med Zahle antages, at der ikke kan stilles noget retligt krav om, at kirkeministersen skal tilhøre den evange- liske lutheriske kirke eller være medlem af folkekir- ken.« Danskir serfrøðingar um kirkjumálaráðharrar og fólkakirkjuna August Roesen, kirkjurættsserfrøðingur, doktar jur. hevur skrivað í Dansk Kirkeret í 76: »Der er ikke i lovgivningen fastsat, at kirkeministe- ren skal være medlem af folkekirken men det har hid- til været betragetet som en selvfølge, at den enkelte person, der indtager en så fremtrædende og ledende stilling i kirkens styrelse, skal være medlem af den«. Tað boðar ikki frá góðum, at samgongan hevur sett ein limí brøðrasamkomuni í landsstýrið at umsita kirkjumál, Hans Jacob Joensen, bispur Í vikuni eru liðin 10 ár, síðan barnagarð- urin Sýslan í Sørvági lat upp. Hetta verður hátíðarhildið alla vik- una BARNAANSING Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Sørvági: Tað eru liðin 10 ár, síðan barnagarðurin Sýslan, sum tann fyrsti í Vágum, lat upp. Hettta verður hátíarhildið við ymsum tiltøkum hesa vik- una. Hesi 10 árini, barnagarð- urin í Sørvági hevur verið til, hava umleið 170 børn gingið har. Tey fyrstu teirra, sum komu í Sýsluna, ganga í dag í 10. flokki í Sørvágs skúla og síðan eru allir aldursbólkar niðureftir til tey trý ára gomlu í bygdini. Ymisk tiltøk hava verið og verða hesa vikuna. Eitt nú eru listaframsýning í barnagarðinum alla vikuna. Listaverkini eru slík, børn- ini sjálv hava gjørt. Ein av døgunum fram- føra næmingar úr áttanda og níggjunda flokki í Sør- vágs skúla, sjónleik, tey sjálv hava gjørt yvir evnið »Tá vit gingu í Barnagarð«. Fríggjadagin verður opið hús millum klokkan 15.00 og 18.00 har øll eru væl- komin inn á gólvið. Tað hava nógv starvsfólk arbeitt í Sýsluni hesi tíggju árini. Ein teirra er Nancy Selfoss, sum hevur arbeitt frá byrjan til dagin í dg, sig- ur Súsanna á Stongum, sum er leiðari í barnagarðinum Sýsluni í Sørvági. Navnið Sýslan kemst av, at barnagarðurin heldur til í gomlu sýslumanshúsunum í Sørvági. Tá byrjað var í 1994, var pláss fyri 20 børnum um- framt fýra við serligum tørvi. Í dag er pláss fyri 36 børnum. Hølsviðurskiftini eru ikki tey bestu, og tørvurin á barnaansing er alsamt vaks- andi, og tað hevur Sørvágs Kommuna eisini ásannað. Farið er undir fyrireik- ingar til ein stóran dagstovn í Sørvági, sum skal rúma umleið 100 børnu í bæði vøggustovu og barnagarðs- aldri. Umframt fáa tey, sum hava serligan tørv, um stutta tíð heilt nýggj og stásilig høli at fara í. Tíggju ár í Sýsluni Hesir vildu heldur vera úti í kavanum og gera kavamann og Pingu-hús Mynd: Edvard Joensen Børnini gera rættilig listaverk, meðan tey eru í Sýsluni. Á framsýningini, sum er á loftinum hesa vikuna, síggjast málninar, sum gjørdir eru á silvurpappír, verk av skeljum, umframt bæði glasmálningar og onnur listaverk. Mynd: Edvard Joensen Føroysk ull verður vaskað, tøvd og litað, áðrenn hon verður gjørd til eitt listaverk, sum hongt verður á veggin. Mynd: Edvard Joensen Tær spældu væl innandura hendan dagin, Sosialurin var og vitjaði Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4