mikudagur 11. februar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 28 - 11. februar 2004
Nr. 28 - 11. februar 2004
7
Vandamiklir
barnavognar
Fyrst í hesum mánað-
inum kom Danmarks
Radio við einari søgu
um royndir av barna-
vognum í Danmark.
12 vognar vóru kann-
aðir, og sjey av teim-
um skulu, sambært
Trygdarstýrinum hjá
danska vinnumála-
ráðnum, takast av
marknaðinum, tí teir
eru vandamiklir
BARNAVOGNAR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Sjey út av 12 barnavognum
hava dumpað eina trygdar-
roynd hjá trygdarstýrinum í
danska vinnumálaráðnum.
Vognarnir verða skýrdir at
vera
lívshættisligir
fyri
børn.
Ein av teimum sjey vogn-
unum, sum er dumpaður, er
ein vognur, sum er nógv at
síggja í gøtunum í Føroyum.
Talan er um tann vælum-
tókta Simo kombivognin.
Í grundgevingunum frá
trygdarstýrinum
verður
millum annað sagt, at vandi
er fyri, at eitt barn kann
koma í klemmu millum lift
og handtak á Simo kombi-
vogninum.
Góðtaka ikki roynd
Sosialurin hevur tosað við
Mariann Fuglø, sum eigur
barnaútgerðhandilin
Ci-
conia í Klaksvík. Hon sig-
ur, at tey hava fingið bræv
frá teimum, sum tey keypa
frá, har boð eru um, at
nakrir ávísir vognar skulu
sendast aftur til Danmarkar,
tí teir ikki longur skulu
seljast. Men hetta er ikki
aktuelt í Føroyum, tí hesir
vognar verða ikki seldir
her.
Men tá tað kemur til
Simo kombivognin fingu
tey boð um ikki at taka
vognin úr handlinum, men
bert at bíða eftir nærri
boðum niðrifrá. Tí ENG
Denmark A/S sigur seg ikki
kunna góðtaka royndina,
sum Simo kombi vognurin
var til.
Í einum brævi, sum Ci-
conia hevur fingið niðrifrá,
stendur, at sambært Trygd-
arstýrinum, so er vognurin
lívshættisligur, tí at eitt
barn kann blíva fast millum
liftina og handtakið. Men
verður sagt frá ENG, at fyri
at hetta skal verða ein veru-
ligur vandi, so skal talan
vera um eitt barn, sum er
millum 2 og 3 ára aldur,
sum liggur í liftini, barnið
má liggja uttan selar í vogn-
inum, so at tað av sær sjálv-
um kann grulva úr liftini og
handtakið skal verða í nið-
astu positión. Hetta er ikki
ein positión, sum tað verð-
ur trillað í. Hon verður bert
nýtt, um vognurin skal
leggjast saman og taka so
lítið pláss sum tilber. Og í
síðsta førinum má barnið
detta út við beinunum
fremst, um vandin við at
vera fast millum handtak
og lift, skal vera veruligur.
Og tað er hetta, sum ENG
Denmark A/S ikki kann
góðtaka.
Vognurin ikki
vandamikil
Mariann Fuglø sigur, at
fleiri fólk hava vent sær til
handilin fyri at fregnast.
Summi hava spurt, hvat
trupulleikin er og onnur
hava skemtað við tí, tí tey
meta ikki, at tað kann
passa.
– Øll, sum eg havi tosað
við, eru glað fyri vognin, og
tí skilji eg ikki, at ein tílík
roynd verður gjørd eftir
treytum, sum vognurin als
ikki er gjørdur til, sigur
Mariann.
Hon vísir á, at eitt tvey til
trý ára gamalt barn ikki
passar í liftina, sum vanliga
verður nýtt í mesta lagið
eitt ár. Hartil munnu tey
foreldur, ið lata síni børn
sita óbundin í vognunum,
verða sera fá í tali, heldur
Mariann, sum eisini leggur
afturat, at um fólk ikki eru
trygg við liftina, sum kem-
ur við keypinum av einum
Simo kombivogni, so er
onki til hindurs fyri, at tey
kunnu fáa eina vanliga lift.
– Og so hatta við hand-
takinum. Handan positión-
in verður bara nýtt, tá vogn-
urin til dømis skal leggjast í
ein bil, so tað er ikki eftir-
farandi, sigur Mariann,
sum eisini setur spurnar-
tekin við, hvussu eitt barn
kann detta við beinunum
fyrst úr eini lift.
Kombivognurin er ein
vognur,sum verður nýttur í
fleiri ár, tí hann kann gerast
til ein koyristól seinni, og
tað er allarhelst ein av or-
søkunum til, at hann er so
vælumtóktur.
Fólk, sum Sosialurin hev-
ur tosað við, sum eiga slíkar
vognar, siga seg als ikki
skilja, at hann skal vera so
vandamikil. Tey hava bara
alt gott at bera vogninum.
Tað er ikki endaliga av-
gjørt enn kortini, um vogn-
arnir verða tiknir av markn-
aðinum, tí ENG hevur sum
sagt kært hetta málið.
– Hetta gevur Simo eitt
stórt sár, siga tey í Dan-
mark, sigur Mariann, sum
tá Sosialurin tosaði við
hana, bíðaði eftir enda-
ligum boðum um, hvat skal
henda við vognunum.
Ein av teimum sjey vognunum, sum dumpaði trygdarroyndina, er tann vælumtókti Simo
kombi vognurin, sum er nógv seldur í Føroyum
Fakfestivalur 2004
fyri fjølmiðlaheimin
verður 28. februar.
Tað er felagið Synergi,
sum skipar fyri
honum
TÍÐINDASKRIV
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fakfestivalur 2004 fyri
føroyska fjølmiðlaheimin
verður í nútímans hølunum
hjá Føroya Sjómansskúla
28. februar.
Hetta er fyrsti fakfesti-
valur, ið verður hildin fyri
føroyska fjølmiðlaheimin-
um, og nógv spennandi
evni og fyrilestrahaldarar
eru á skránni.
Arbeiðir tú í fjølmiðla-
heiminum, on ella back
stage, innan formidling, t.d.
politikari, á lýsingarstovu
ella á annan hátt hevur
áhuga í evnunum/fyrilestra-
haldarunum, so er 28. febr-
uar dagurin, har tú hittir
onnur við somu fakligu
áhugamálum.Tað er her tú
fært motiviatión, meirvitan
og skapar netverk !
Bjørt Samuelsen, jour-
nalistur, kemur at stýra
degnum. Evsta mark fyri
tilmelding er fríggjadagin
13. februar.
6 blokkar:
Blokkur 1 er 4 statsmaktin -
Ógegni - Alment innlit
Hans Engell, blaðstjóri á
Ekstra Blaðnum fer millum
annað at tosa um uppgáv-
una hjá miðlunum og upp-
gávuna hjá tí almenna í
mun til miðlarnar.
Kurt Strand frá DR-
Dokumentar, Profilen fer at
tosa um 4’statsmaktina,
fjølmiðlar og politikk -
hvør stýrir hvørjum.
Øssur Winthereig, jour-
nalistur og ein av rithøv-
undunum til bókina "Skjót
journalistin" fer at tosa um
ógegni,
millum
annað
hvussu handfara vit ógegni
í sambandi við borandi
journalistik í Føroyum.
Hvussu halda vit arbeiðið
og privatlívið sundurskilt.
Eisini fer hann at tosa um
journalistar í politikki.
Johnhard
Klettheyggj,
løgfrøðingur hjá Løgtings-
ins Umboðsmanni fer at
tosa um lógina um alment
innlit.
Blokkur 2 er um Gallup
Føroyar - Samskiftismenn-
ing
Ellindur Egilstrøð, stjóri
Gallup Føroyar fer at hava
framløgu við feskum tølum
um fjølmiðlaheimin.
Tróndur
Djurhuus,
menningarstjóri í Føroya
Tele og nevndarformaður í
Bitland Enterprise fer at
tosa um samskiftismenn-
ing, møguleikar og avbjóð-
ingar fyri føroysku fjøl-
miðlarnar. T.d. Breiðband
Føroyar, SMS, MMS, av-
bjóðingarnar frá digitalu
sjónvarpsnetunum. Harum-
framt fer hann at tosa um
blaðhús ella fleirmiðlahús -
kravið um og møguleik-
arnar fyri optimering.
Blokkur 3 er um spyrji-
teknikk
Hetta verður ein 2 tíma
long sessión við Kurt
Strand, um spyrjuteknik,
djúpdarboring og stýring av
eini samrøðu. Kurt Strand
hevur skrivað ein bók um
júst hetta evni.
Blokkur 4 snýr seg Sam-
starv - Útbúgving - Trivn-
aður
Kári Durhuus, frá Fjøl-
miðlaráðgevingini fer at
hugleiga um føroyskir fjøl-
miðlar á einum vegamóti.
Ein lýsing av føroyska fjøl-
miðlaheiminum anno 2004.
Edvard Joensen, formað-
ur í Blaðmannafelagnum
fer at tosa um framtíðarút-
litini hjá Blaðmannafelagn-
um.
Birgir Kruse, rektari á
Nordisk Journalistcenter
fer at tosa um týdningin av
at útbúgva og víðariút-
búgva seg sum journalistur.
Blokkur
5:
Speakers
Corner
Hevur tú okkurt uppá
hjarta, hevur tú høvi at bera
tað fram her. 40 minuttir
eru settar av til Speakers
Corner.
Blokkur 6: Framtíðars-
cenarie
Hans Engell fer at hug-
leiða um framtíðarscenarie
innan fjølmiðlaheimin, int-
ernet kontra annan tíð-
indaflutning - mediakon-
vergens.
Fakfestival
døgurði
v/Sámali Ravnsfjall og
Ronnie Nielsen verður um
kvøldið.
Tilmelding hjá Synergi,
t e l d u p o s t u r
synergi@synergi.fo. Meiri
fæst at vita á heimasíðuni
www.synergi.fo.
Fjølmiðlafakfestivalur
Millum fyrilestrarhaldarar-
nar til fyrsta fjølmiðla-
fakfestivalin av sínum slag í
Føroyum, verður Hans
Engell, blaðstjóri á Ekstra
Blaðnum
Savnsmynd
Meira tilvild enn siðvenja
Ongar ætlanir eru um
at lata andstøðuni
annað um boðið í
Norðurlandaráðnum.
Talan er ikki um eina
siðvenju – men um
reina tilvild, tí sam-
gongurnar altíð hava
verið so smalar, sigur
Kristian Magnussen,
formaður Javnaðar-
floksins á tingi
LØGTIGNIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Samgongan fer uttan iva at
gera so, sum avtalað er
millum samgonguna og
Sjálvstýrisflokkin, og velja
Kára P. Højgaard úr Sjálv-
stýrisflokkinum og Óla
Breckmann úr Fólkaflokk-
inum í Norðurlandaráðið.
– Kári P. Højgaard hevur
sjálvandi ta einføldu upp-
gávu at tryggja sær og
Sjálvsýrisflokkinum
so
stóra ávirkan sum gjørligt.
Og tað er uttan iva orsøkin
til, at samgongan og Sjálv-
stýrisflokkurin hava gjørt
avtalu um valbólk, sigur
Kristian Magnussen, sum
er
formaður
Javnaðar-
floksins á tingi.
Hann heldur als einki
løgið vera í, at samgongan
velur bæði umboðini í
Norðurlandaráðið.
– Hasum síggi eg einki
løgið í, og eg dugi illa at
síggja, at talan er um eina
siðvenju. Tað er nógv meira
tilvildin, sum hevur gjørt,
at andstøðan so ofta hevur
havt annað umboðið, tí
samgongurnar hava verið
so smalar, sigur Kristian
Magnussen.
Hann
ivast
eisini
í,
hvussu stóran politiskan
týdning
ein
sessur
í
Norðurlandaráðnum.
– Norðurlandaráðið er
meira eitt forum, har fólk
koma saman. Sjálvandi
kann tað vera eitt endamál í
sær sjálvum, men tey
ítøkjuligu úrslitini dugi eg
illa at síggja, sigur hann.
Kristian Magnussen veit
einki um, at avgerðin um
valið til Norðurlandaráðið
verður broytt, hóast málið
bleiv útsett á tingfundinum
hósdagin í síðstu viku. Val-
ið stendur á skránni á ting-
fundinum í dag, og tá verða
uttan iva Kári P. Højgaard
og Óli Breckmann valdir
limir í Norðurlandaráðið.
– Eg dugi ikki at síggja, at
talan er um eina siðvenju.
Tað er meira tilvildin, sum
hevur gjørt, at andstøðan
hevur átt annan limin í
Norðurlandaráðnum, tí
samgongurnar hava havt so
smalt parlamentariskt
grundarlag, sigur Kristian
Magnussen, formaður
Javnaðarfloksins á tingi
Seinastu 25 árini hev-
ur verið siðvenja, at
andstøðan eigur ann-
an sessin í Norður-
landaráðnum, sigur
Tjóðveldisflokkurin
LØGTIGNIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í dag skal løgtignið velja
tvey umboð í Norðurlanda-
ráðið. Tjóðveldisflokkurin
vil hava, at annað av teim-
um báðum umboðunum,
sum løgtingið velur í Norð-
urlandaráðið, skal falla til
andstøðuna. Flokkurin sig-
ur, at siðvenja er, at sam-
gonga og andstøða eiga
hvør sítt umboð í Norður-
landaráðnum.
Men av tí at samgongan,
sum telur 21 løgtingsfólk
hevur gjørt valbólk saman
við Sjálvstýrisflokkinum –
og havið hevur 22 tingfólk
aftan fyri seg, fær hon
báðar sessirnar í Nor-ð-
urlandaráðnum. Hetta er tí,
at 22 tingsessir av 32 er
meira ein ein triðingur, og
harvið fellur valið soleiðis
út, at stóri valbólkurin fær
báðar sessirnar í Norður-
landaráðnum. Um so var, at
Føroyar høvdu tríggjar
sessir, so hevði andstøðan
fingið ein teirra.
Men tað sum Tjóðveld-
isflokkurin vísir á er, at tað
er vorðið siðvenja, at sam-
gonga og andstøða hava
hava hvør sítt umboð.
– Hetta er ikki siðvenja í
tinginum. Seinastu knøppu
25 árini hevur siðvenja ver-
ið, at samgonga og and-
støða eiga hvør sítt umboð í
Norðurlandaráðnum, og at
andstøðan sjálv ger av, hvør
røkir annan sessin í Norð-
urlandaráðnum, sigur Tjóð-
veldisflokkurin á tingi í
brævi til løgtingsformannin
og til løgmann.
Flokkurin sigur víðari, at
tað er ein týdningarmikil
siðvenja, tí umboðan Løg-
tingsins í Norðurlandaráðn-
um hevur ongantíð verið
partur av samgongu og
andstøðupolitikki.
– Hinvegin hevur umboð-
anin í Norðurlandaráðnum
verið eitt fyrimyndarligt
dømi um, at Løgtingið hev-
ur verið breitt umboðað, og
at semja er millum and-
støðu og samgongu um at
virka fyri føroyskum áhuga-
málum
í
Norðurlanda-
ráðnum.
Tjóðveldisflokkurin vísir
á, at tað seinastu seks árini
hevur millum annað eydn-
ast í góðum samstarvi mill-
um landsstýrismannin í
Norðurlandamálum
og
norðurlandaráðslimirnar
hjá samgongu og andstøðu
at fremja týdningarmikil
mál fyri Føroyar í Norður-
landaráðnum:
– Føroyar hava fingið
sjálvstøðuga umboðan í
nevndini
fyri
Norður-
lendska Mentanargrunnin.
– Norðurlandaráðið hevur
eftir føroyskum uppskoti
samtykt, at samstarvið við
grannarnar í Útnorði verður
styrkt (Skotland, Hetland,
Orkneyoggjar, Hebridurnar,
Írland, Ný Foundland o.o.)
– Umsókn er send um
sjálvstøðugan limaskap í
Norðurlandaráðnum og í
Ráðharraráðnum eftir ein-
mælda samtykt á tingi. Um-
sóknin er til viðgerðar í
Norðurlandaráðnum í løtuni.
– Eftir uppskoti úr Før-
oyum er ein afturvendandi
ráðstevna um havumhørvi
og burðardygga nýtslu av
tilfeinginum
í
Norður-
atlantshavi skipað.
Landsstýrismaður
í
Norðurlandamálum sein-
astu seks árini hevur verið
Høgni Hoydal.
– Tí fara vit at heita á
Løgtingsformannin
og
Løgmann um at tryggja, at
siðvenjan verður hildin, og
at andstøðan kann velja
annað umboðið í Norður-
landráðnum.
– Hetta hevði verið týði-
ligt tekin um, at eitt samt
Løgting stendur aftan fyri
formansskapin á Løgtingi,
og at umboðan Løgtingsins
í tí týdningarmikla norður-
lendska
samstarvinum
røkkur út um føroyskan
innanríkispolitikk og eisini
hevur eitt samt løgting aft-
anfyri seg, sigur Tingbólk-
urin hjá Tjóðveldisflokkin-
um í brævinum til løgmann
og løgtingsformannin.
Andstøðan vil hava Norðurlandaráðið
Breiða samgonan saman við
andstøðuna fær báðar
limirnar í Norðurlandaráðið.
Hetta heldur Tjóðveldisf-
lokkurin ikki vera rætt, hann
heldur, at siðvenjan um, at
andstøðan fær annað
umboðið eigur at verða vird
Fyrsti
vanligi
ting-
fundurin
LØGTIGNIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í dag kl 13:30 verður
tingfundur – og verður
hetta fyrsti vanligi ting-
fundurin hjá nýggja løg-
tinginu, um vit so kunnu
siga.
Á skránni er fyrst
munnligir fyrispurning-
ar, og teir skulu verða
løgtingsskrivstovuni
í
hendi í seinasta lagi kl
12 dagin fyri tingfundin.
Ófráboðaðir fyrispurn-
ingar vara í mesta lagi í
ein hálva tíma tilsamans.
Næsta punktið á
skránni
er
atkvøðu-
greiðsla um fyrispurn-
ingin frá Annitu á Fríðr-
iksmørk og Heidi Peter-
sen sum er umrøddur
her á síðuni.
Síðsta punktið á skránni
verður val av tveimum
umboðum í Norður-
landaráðið – og teir
verða helst Óli Breck-
mann úr Fólkaflokkinum
og Kári P. Højgaard úr
Sjálvstýrisflokkinum.
Ófráboðaðir fyrispurn-
ingar vara í mesta lagi í
ein hálvan tíma tilsam-
ans.
Síðst á skránni er sum
altíð framløga.
C
M
Y
K
7
6